mánadagur 27. mai 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
TB
2 (1)
07vestur 0 (0)
Jóannes Hansen
07 Vestur málverjin ásannar,
at arbeiðsavrikið var ikki nóg
gott, tá ið vágaliðið legði rygg
til rudduligt tap, sum ber við
sær, at tað sær hættisligt út
hjá 07Vestur.
Hýrurin var einki ser-
ligur, tá ið ferðalagið úr
Vágum fór umborð á Smyril
á Krambatanga í gjár. Í
viðførinum høvdu teir 2-0
tap. Støðutalvan sigur, at
nú er 07Vestur næstaftast,
og at tað eru seks stig fram
til B36, sum er fyrsta liðið at
fáa aftur í omanfyri strik
una.
Í TB leguni var lagið gott.
Eftir sigurin í gjár er dags
skráin nú at blanda seg við
hini liðini, sum stríðast um
plássini, sum bera altjóða lut
tøku næsta ár við sær.
Tá ið Rúni Gaardbo hevði
bríkslað fyri síðstu ferð var
lætt at staðfesta, at hóast
tølini søgdu 2-0, so var talan
um orduliga trivaligan sigur.
Heimaliðið hevði tó ein
trupulleika. Hann var, at tað
gekk striltið at fáa úrtøku
burtur úr stóru leikligu yvir
vágini. Støðan var leingi 1-0,
og tá ið munurin bara er eitt
mál, so er so skjótt, at mót
støðuliðið kann svara aftur.
07 Vestur vísti lítla mót
støðu. Ivan Stojkovic millum
TB stólparnar varð ongantíð
settur á serligar royndir, og
í framrættaða spælinum lá
væl fyri hjá heimaliðnum,
sum tó hevði trupulleikar at
finna vegin til meskarnar.
Eyðsýndi Ndende setti
hol á longu í 9. minutti eftir
eitt tvey samanspæl við Poul
Ingason, og tað var nýklækti
U-21 landsliðsspælarin Poul
Ingason, sum níggju minuttir
undan
leikloki
staðfesti
sigurin, tá ið hann hegnisliga
við høvdinum stýrdi innleggi
frá innskifta Dan Mortensen
í meskarnar aftanfyri Andras
Gango í 07Vestur málinum:
– Avrikið hjá okkum var
ikki gott. Vit vóru ikki nóg
nærlagdir í eftiransingunum.
Teir vóru støðugt 2-3 metrar
frá okkara monnum, og lut
urin hjá okkum var fyri tað
mesta at renna aftaná teim
um. Tað kennist strevið.
Fyrstu løtuna eftir hvíldina
var tað eitt sindur betri hjá
okkum. Men so tóku teir yvir
aftur, og tá ið teir høvdu økt
um leiðsluna, so var einki
at gera, hóast teir kanska
slakkaðu eitt sindur av, og
vit fingu høvi at koma eitt
sindur meiri við í spælið,
heldur Andras Gango.
Nú sær einki serligt út hjá
tykkum?
– Nei. Tað er langur vegur
fram til næsta liðið. Tað sær
svart út, men vit hava ikki
mist vónina um, at tað skal
eydnast at bjarga okkum í
deildini. Um tað skal eydnast,
so er neyðugt hjá okkum at
arbeiða meiri, enn vit gjørdu
við Stórá. Nú fokusera vit
upp á næstu uppgávuna, sum
er ímóti gamla felagnum hjá
mær, ÍF, á heimavølli næsta
sunnudag.
Tvøramenn hava aftur
og aftur tikið til, at einasta
ferðin higartil í ár, at teir hava
kent seg orduliga at hava
verið við undirlutan, var, tá ið
teir í 2. umfari vóru í Sørvági.
Trivaligi heimasigurin í gjár
var takk fyri seinast. Bæði
støðutalvan, úrslitið í gjár
og ikki minst avrikið í gjár
vísa, at TB orduliga er á veg
burtur frá øllum tosi um
niðurflyting. Tað kunnu teir í
Vágum ikki siga um støðuna,
sum teirra lið er í!
joannes@sosialurin.fo
Víkingur 1 (0)
b36
1 (0)
Jóannes Hansen
Setningurin var stórur. B36
var í Sarpugerði í gjár við
tveimum blaðungum spæl
arum í miðverjuni, tí Martin
Pedersen var leikbannaður,
og í 1. hálvleiki var óroyndi
Ámund Nolsøe á vinstra
vongverja,
meðan
Símun
Joensen sat hálvskaddur
uttanfyri. Í fremstu røð
var Rasmus Dan Sørensen,
meðan Lukasz Cieslewicz sat
skaddur uttanfyri.
Kortini sá tað leingi út
til, at hetta skuldi verða
dagurin hjá B36. Innskifti
Símun Joensen stýrdi tíggju
minuttir eftir steðgin við
handara stólpan bóltin í
Víkinga málið. Súni Olsen átti
innleggið úr vinstru, eftir at
hann og Jákup á Borg høvdu
verið partar av hornasparks
kombinatión.
Inntil tá hevði dagsskráin
fyri tað mesta verið stríð um
miðvøllin, har Víkingur hesa
ferð hevði bæði Jann Inga
Petersen og Hans Jørgen
Djurhuus,
sum
seinastu
ferðirnar hava verið skaða
plágaðir. Teir vóru í tøttum
stríði við Róald Jacobsen og
Súna Olsen.
Sum tíðin leið var tað ikki
so nógv, sum bendi á, at tað
skuldi eydnast heimaliðnum
at finna vegin til mótstøðu
málið. Hesa ferð var Kaj Leo
í Bartalsstovu á beinkinum.
Hann var komin á vøllin júst
tá ið B36 legði seg framum,
og so spenti Víkingur álops
bogan. Hanus Jacobsen var
fremstur í vinstru, og tríggj
ar minuttir áðrenn vanliga
leiktíðin var farin, varð fram
rættaði André Olsen settur
á vøllin í staðin fyri Dánjal
Paula Lervig, sum hesa ferð
var vongverji í vinstru.
B36 tóktist hava tak á,
men fatanin av, at tað nú
ráddi um at halda høvdið kalt
og ikki at geva heimaliðnum
møguleikan, var ikki nóg
greið. Tað sást, tá ið Víkingur
javnaði. Heldur enn at spæla
einfalt, har tað vóru fleiri á
gestaliðnum, so varð bólt
urin smekkaður fram. Atli
Gregersen
møtti,
servaði
fram í vinstra borð, har
Hanus Jacobsen vann bóltin,
sum Kaj Leo í Bartalsstovu
fekk fatur á, og eftir snilda
fintu sendi hann bóltin í
handara síðunetið.
Víkingarnir fegnaðust um,
at teir høvdu vunnið eitt stig,
og teir í B36 vóru ógvuliga
vónbrotnir um, at tað enn
eina ferð var miseydnað hjá
teimum at halda tørn, og at
teir harvið fyri sjeyndu ferð í
ár vóru partur av javnleiki.
– Hetta var ógvuliga stórt
vónbrot. Vit høvdu so at siga
staðið royndina, og ungu
menninir – ikki minst teir
báðir í miðverjuni – høvdu
staðið seg so ógvuliga væl.
Men so missa vit í yvirtíðini.
Vit kenna okkum avgjørt
at hava mist tvey stig, og eg
skilji væl, at teir kenna seg
at hava vunnið eitt, var við
merkingin hjá B36 málskjútt
anum Símuni Joensen.
Hví spældi tú ikki í 1.
hálvleiki?
– Eg havi havt trupulleikar
í lærkrikanum. Eg hitaði upp
tað mesta av 1. hálvleiki, og
tá kendist tað sum um, at
tað bar til at spæla, og eg
merkti einki til tað, meðan
vit spældu.
Víkinga venjarin Jógvan
Martin Olsen var væl nøgdur
við, at tað hevði eydnast
hansara at svara aftur og
vinna eitt stig:
– Sum heild haldi eg, at
okkara vístu góðan hugburð,
og leikliga avrikið var gott. Í 1.
hálvleiki vóru vit eitt sindur
omaná, meðan teir svaraðu
væl aftur eftir steðgin. Vit
høvdu sett nøsina upp eftir
at vinna trý stig á heimavølli,
men tá ið tað nú gekk, sum
tað gjørdi, so eru vit nøgdir
við, at vit megnaðu at javna í
evstu løtu, sigur Víkinga venj
arin Jógvan Martin Olsen.
Víkingur hevur spælt seks
dystir á rað uttan at vinna.
Tríggjar ferðir hevur tað
verið javnt, og tríggjar ferðir
hevur Víkingur tapt.
– Hví hevur tað gingið so
illa?
– Fleiri ferðir hevur tað
ikki koppað okkum til fyri
munar, og tá ið vit taptu 3-0
í Runavík, var avrikið hjá
fleiri langt undir tað, sum vit
kunnu góðtaka. Vit eru ikki
nóg góðir í álopsspartinum,
og tað mugu vit arbeiða
við, sigur Jógvan Martin
Olsen, sum saman við spæl
arunum nú fyrireikar seg
til hálvfinaluna í steypa
kappingini í Runavík miku
kvøldið.
joannes@sosialurin.fo
B36 rennur undan sigrunum
TB segði takk fyri seinast
Tað kiksaði enn
eina ferð, tá ið
tað fram ímóti
dystarenda
skuldi bindast
fyri, og nú er
B36 triði aftast,
meðan víking
arnir, sum
kendu seg vinna
eitt stig, eru á
sætta plássi
fótbóltur effodeildin
Andras Gango
Tehé Aristide Emil Mikkelsen
Torstein Mýlingstind Gunleif Olsen
Evrard Blé Jovan Radinovic-Panic
(Petur G. Dalbø, 46.)
Eli Falkvard Nielsen Tór-Ingar Akselsen
(Ásmund Hansen, 81.)
Ibrahima Camara Holgar Durhuus
(Jákup Olsen, 63.)
Ivan Stojkovic
Óli Johannensen Babacar Ndior,
Teitur Olsen Teitur W. Justinussen
(Eirikur Ellendersen, 47.)
Aron Sørensen Ndende A. Guéye
(Ragnar Tausen, 74.)
Martin Tausen ■ Rógvi Joensen
(Dan Mortensen, 27. ■)
Nicholas F. Deverdics Poul Ingason
TB - 07Vestur 2-0 (1-0)
1-0: Ndende Adama Guéye 9.
2-0: Poul Ingason 81.
Dómari: Rúni Gaardbo
Nú hava TB 07 niður til 07 vestur!
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Tórður Thomsen
Robert H. Brockie Hørður Askham
Høgni Eysturoy Ámund Nolsøe
(Símun Joensen, 46)
Róaldur Jacobsen Súni Olsen
Jákup á Borg Gilli Sørensen
(Benjamin Heinesen, 90.)
Adishina Lawal Rasmus Dan Sørensen
(Høgni Midjord, 71.)
Geza Turi
Atli Gregersen ■ Erling Jacobsen
Bárður Hansen Dánjal P. Lervig ■
(André Olsen, 87.)
Jann Ingi Petersen Filip Djordjevic
Hans J. Djurhuus ■ Hjartvard Hansen
(Heðin Hansen, 86.) (Kaj Leo í Bartalsst., 54.)
Finnur Justinussen Hanus Jacobsen
Víkingur - B36 1-1 (0-0)
0-1: Símun Joensen 65.
1-1: Kaj Leo í Bartalsstovu 90
Dómari: Ransin N. Djurhuus
Mynd: Áki Bertholdsen
Hans Fróði, kom og bjarga okkum!
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Myndir: Álvur Haraldsen