mánadagur 27. mai 2013síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Bayern kann vinna »The Treble« Bayern
Munchen hevur nú vunnið týsku Bundesliguna
og Champions League. Teir eru eisini í týsku
steypafinaluni og kunnu tí vinna »The Treble«
um teir vinna steypakappingina við.
Jupp Heynckes vunnið tvey Champions League heitið Venjarin
hjá Bayern Munchen hevur vunnið Champions League á øðrum
sinni. Fyrru ferð var við Real Madrid í 1998. Í báðum førum
hevur hann ikki hildið fram sum venjari. Í Real Madrid bleiv hann
koyrdur eftir sigurin, meðan Pep Guardiola tekur yvir í Munchen.
fótbóltur champions league finalan
Roman Weinderfeller: 6
Kundi ikki gjørt meir. Hann
stórbjargaði fleiri ferðir, kom
út í brotsteigin eftir innleggum
og kann ikki lastast fyri málini.
Dagsins maður saman við Manuel
Neuer.
Lukasz Piszczck: 3
Var við í góðum álopið, tá
Dortmund mundi lagt seg á odda
í fyrra hávleiki, men vísti annars
lítið av sínum evnum. Var bundið
av at dekka Ribery.
Mats Hummels: 2
Stríddist fyri at blíva klárur
til finaluna. Sá ósikkur út í
fleiri støðum, men var góður í
framrættaða spælinum.
Neven Subotic: 4
Spældi hinvegin ein góðan dyst.
Vann tvídystirnar við Mandzukiz
og stórbjargaði á málstrikuni, tá
Thomas Muller var um reppið at
leggja Bayern á odda. Tryggur í
verjustøðu.
Marcel Schmeizer: 2
Skuldi taka sær av Arjen Robben,
men endaði við at standa skeivt
plaseraður fleiri ferðir, so Robben
fekk góðar møguleikar. Megnaði
einki frameftir.
Sven Bender: 3
Datt nakað niður í millum á
miðvøllinum. Í fyrra hálvleiki
var hann partur av Dortmund
trýstinum og vann nógvar bóltar,
men tað orkan sá út til at ganga
undan í seinna hálvleiki.
Ilkay Gundogan: 5
Spældi ein frálíkan dyst mitt á
miðjuni. Hevur góðan bóltførleika
og gott eyga fyri spælinum.
Skoraði upp á brotssparkið og
átti annars lut í tí mesta av
uppspælinum, sum Dortmund
hevði.
Kevin Grosskreutz: 3
Kom inn í staðin fyri skadda
Mario Gotze og tað sást á
spælinum hjá Dortmund, sum ikki
fekk sama kvika spælið at rigga.
Hevði eina frálíka aktión í fyrra
hálvleiki, tá hann gjørdi tunnel og
spældi Marco Reus leysan.
Jakub Blaszczykowski: 3
Var lívligur í góðu løtuni í fyrra
hálvleiki, men fánaði burtur í
seinna hálvleiki. Hevði ein góðan
møguleika, men Manuel Neuer
bjargaði.
Marco Reus: 5
Besti útispælarin hjá Dortmund.
Var ein støðug hóttan móti
Bayern verjuni og kom fleiri
ferðir í góðar støður við sínum
skjótleika og góða bóltførleika.
Hevði eisini fleiri royndir á mál.
Framtvingaði eisini brotssparkið.
Robert Lewandowski: 4
Var somuleiðis ein støðug hóttan
og brúkti kropsligu styrkina
væl. Hevði okkurt gott skot,
men manglaði at koma til fleiri
vandamiklar møguleikar.
Avrik: tøl 1 til 6
Dortm.
1 (0)
bayern
2 (0)
Tróndur Arge – Wembley
Bayern Munchen er Champ
ions League vinnari 2013.
Tað er ein hálvur tími síðani
finalan á Wembley í London
er liðug og dagsins hetja,
Arjen Robben, stendur einsa
mallur við steypinum. Allir
hinir
spælararnir
standa
saman miðskeiðis á Bayern
hálvuni, meðan flúgvandi
hollendarin stendur á girð
ingini og øsir ein stemning
upp.
Hann tapti HM finaluna í
2010 har hann hevði ein risa
møguleika at skora. Hann
tapti
Champions
League
finaluna í 2010 fyri Inter
Milan, og tapti Champions
League finaluna í fjør fyri
Chelsea, eftir at hava brent
brotsspark í longdu leik
tíðini. Nú er løtan endiliga
komin hjá dribblaranum,
sum av øðrum er skírdur
sjálvsøkin. Fototólini renna
eftir honum, og tá tey ikki
tíma meir, so rennur hann
aftaná fototólunum. Løtan
skal festast á prent og ongin
skal verða í iva um, at hesa
ferð fekk berskølti bóltsnill
ingurin ikki gummibein, tá
mesta stóð á.
Við einum málið í seinasta
minuttinum
av
vanligari
leiktíð
tryggjaði
Arjen
Robben Bayern Munchen
sítt fimta Champions League
steyp – men í 67 minuttir gav
Borussia Dortmund lands
monnum dygga mótstøðu.
Dortmund á
odda í London
Fríggjakvøldið setti regnið
sín dám á stemmningin í
miðbýnum. Gongugøturnar
í London vóru heldur tómar
og bara einkultar skríggjandi
gular Borussia Dortmund
troyggir vóru at fáa eyga á.
Dystardagurin var ikki gamal,
tá sól reis og vakti ein heilan
bý. Á Piccadilly Circus stóðu
yvir
hundrað
gulklæddir
Dortmund viðhaldsfólk og
hugnaðu sær.
Tað einu ferðina koma
fýra fólk í Bayern Munchen
troyggjum gangandi framvið.
Øll sum ein ýla Dortmund
viðhaldsfólkini eftir teimum.
Men ólikt sjónvarpsmyndum
aðrastaðni frá, so verða ýlini
móttikin við einum smíli og
alt er bara sunn kapping og
skemt.
Á Trafalgar Squara er upp
aftur fleiri Dortmund við
haldsfólk og javnan roynast
felags róp frá mannamúgv
uni. Dortmund vann stór
sigur í London.
Í
tokinum
á
veg
til
Wembley eru fleiri Bayern
Munchen viðhaldsfólk at
síggja, men ongi ilt er at
hóma millum áskoðararnar.
Heldur sita tey og práta.
– Um hetta var ein finala
millum tvey ensk lið, so
høvdu viðhaldsfólkini hjá
liðnum skula við hvør sínum
tokið. Annars hevði tað end
að við bardaga, sigur eldri
maður við tveir Dortmund
viðhaldsmenn, sum tosa við
ein Bayern fjeppara.
Á Wembley er lætt at
sleppa framat. Leikvøllurin
er risastórur og tað er tikin
hædd fyri, at næstan 90.000
»Super-
Bayern«
brast gula
dreymin
Í 67 minuttir livdi guli dreymurin úr Dortmund. Teir spældu væl og skaptu
møguleikar, men eftir útjavnandi málið tók Bayern Munchen yvir og
vann uppiborið. Arjen Robben gjørdist dagsins hetja á vøllinum, meðan
viðhaldsfólkini hjá Borussia Dortmund vunnu dystin uttanfyri vøllin
Dortmund viðhaldsfólkini settu sín dám á London
Mynd: Tróndur Arge