Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fólk aftur og fram tile in slíkan dyst. Inni á Wembley halda við­ haldsfólkini hjá Dortmund nógvan gang. So nógvan gang at tað lætt at gloyma, at ta sita eins nógvir áskoðarar hjá Bayern í hinum endanum. Fram til dystarbyrjan er ong­ in ivi. Borussia Dort­mund hevur vunnið dystin uttan­ fyri vøllin. Málleysur fyrri hálvleikur Borussia Dortmund er omaná fyrsta hálva tíman. Teir trýsta Bayern Munchen langt aftur á vøllin og vinna slagið um miðvøllin. Robert Lewandowski, Marco Reus og Jakub Blaszczykowski høvdu allir næskar royndir, men hvørja ferð stóð Manuel Neuer í vegin. Í ein góðan hálvan tíma var Dortmund omaná og lík var til, at hetta kundi blíva stóri dagurin, har Dortmund endurtók bragdið frá 1997, tá teir vunnu Champions League. Seinasta korterið tók Bayern Munchen við. Arjen Robben bleiv tvær ferðir púra leysur, men Roman Weidenfeller stórbjargaði. Eisini Mario Mandzukic hevði stútara á tvørstongina. Málleyst, men undir­hald­ andi og gott spæl í fyrra hálvleiki. »Super-Bayern« Eitt korter inn í seinna hálvleik kemur hol á. Franck Ribery sendir Arjen Robben av­stað í vinstru. Komin oman á baklinjuna leggur hann bóltin innfyri til Mario Mandzukic, sum tætt undir mál­inum kundi leggja Bayern Munchen á odda. – »Super-Bayern, Super- Bayern, hey, hey«, ýldu við­ halds­fólkini hjá Bayern Munchen. Eftir málið royndi Borussia Dortmund at gera eitt sprell, men tú hevði kenslu av, at Borussia Dortmund spældi upp á sín seinasta møguleika, tí Bayern Munchen hevði nú takið á dystinum. Tað var so líka til Dante valdi at sparka ella stempla Marco Reus inni í brots­teig­ inum hjá Bayern Munchen. Dómarin, italski Nicola Rizzoli, bríkslaði fyri brots­ sparki, men valdi ikki at geva Dante kort. Miðverjin hevði gult kort frammanundan. Ilkay Gundogan tók sær av brots­sparkinum og skoraði. Við útjavnandi málinum kom seinasta sprellið frá gula dreyminum úr Dortmund. Nú var týska »Super-Bayern« maskinan komin upp í snú­ ningar og guli dreymurin fán­aði so hvørt sum orkan gekk undan. Eftir málið hevur Dort­ mund ein roynd á mál, með­ an Bayern Munchen fimm ferðir søkir at málinum hjá Roman Weidenfeller. Fimta og seinasta royndin kemur sein­asta minuttinum, tá Arjen Robben dregur framvið verj­uni og prikar bóltin í mál­ ið til 2-1. Virðing er lyklaorðið Hetta gjørdist ein ring­ur biti at svølgja hjá Borussia Dortmund við­halds­fólk­ unum, men ongantíð gjørdist stemn­ingurin óndur. Sjálvt tá dómararnir fóru upp á pallin varð klappað runt alt Wembley. Somuleiðis klapp­ aðu Bayern Munchen við­ halds­fólkini, tá Borussia Dortmund spælararnir fóru tungu leiðina niðan eftir silvur­heiðursmerkinum. Meðan trappan upp til UEFA forsetan og Champions League steypið var tung fyri teir gulu og svørtu úr Dort­ mund, so var hon nógv lætt­ ari fyri teir reyðu og hvítu úr Munchen. Seinastur at fáa heiðurs­ merki um hálsin var lið­skip­ arin Philipp Laham, sum síð­ ani fekk handa steypið. Hetta er fimtu ferð, at Bayern Munchen vinnur Champions League. Teir vunnu kappingina í 1974, 1975, 1976, 2001 og nú í 2013. Sostatt kann Bayern Munchen taka steyp­ið heim við! trondur@sosialurin.fo Manuel Neuer: 6 Stóð sum ein brandur. Bara eitt brotsspark fór framvið mann­ inum, sum fleiri meta verða heimsins besta málmann. Hevði onkra stórbjarging í fyrra hálv­ leiki. Stóð annars tryggur og tók sær av øllum, sum hann skuldi. Dagsins maður saman við Roman Weinderfeller. Philipp Lahm: 3 Tað var lítið um liðskiparan hjá »Super-Bayern« í finaluni. Hann hevði okkurt innlegg, men var fyri tað mesta í verjustøðu. Plagar at geva einum dysti meiri. Jerome Boateng: 3 Hevði trupulleikar í fyrra hálvleiki av Marco Reus og Robert Lewandowski. Spældi seg upp í seinna hálvleiki, men tað kom meiri av tí at Bayern setti seg tungt á dystin. Dante: 2 Kundi og skuldi helst havt fingið sítt seinna gula kort. tá hann stemplaði Marco Reus í støuni, ið gav brotsspark til Dortmund. Fekk gult kort í fyrra hálvleiki fyri at steðga álopið og hevði trupulleikar – serliga í fyrra hálvleiki. David Alaba: 4 Tann mest eyðsýndi í verjuketini. Kom væl fram við og hevði eitt dundurskot, sum eins væl kundi farið í málið. Sjáldan Dortmund kom gjøgnum í hansara síðu. B. Schweinsteiger: 3 Var ikki so sjónligur á mið­vøll­ inum, sum hann hevur verið fyrr. Royndi at fordeila spælið, men tað gav sjáldan úrslit. Var púra fekk ein stóran part av fyrra hálvleiki, men vaks við uppgávuni eins og restin av liðnum. Javi Martínez: 5 Maðurin skal á spanska lands­ liðið. Hann drønaði runt allan miðvøllinum við síni kropsligu styrki og flestu av sínum tví­ dystum. Bleiv keyptur fyri nógvar pengar úr Bilbao, men sær út sum eitt gott keyp og ein framtíðar miðvallargeneralur hjá bæði Bayern og Spania. Franck Ribery: 4 Skapaði sær allan dystin og tað var strævið at hyggja at. Hevur framúr bóltførleika og tað vísti hann eisini í løtum, men gjørdist ikki eins avgerandi og hin vongurin. Thomas Muller: 4 Datt inn og út úr dystinum, men tá hann var við, so gjørdi hann eisini mun. Bleiv feldur í avgernadi løtu, tá Bayern var í álop og skuldi helst fingið brots­ spark og reytt kort til Dortmund verjuspælaran. Kom fleiri ferðir í góðar støður tó uttan at nøkur góð roynd kom burturúr. Arjen Robben: 5 Gjørdist hetjan við avgerandi málinum stutt fyri tíð og átti uppleggið til 1-0 málið. Hevði aðrar møguleikar at skora, men brendi. Lat ongan iva verða um, at hann er ein »einari«, tá hann eftir dystin fyri tað mesta feiraði heitið fyri seg sjálvan. Mario Mandzukic: 4 Skoraði fyrra málið og hevði ein stútara á tvørstongina. Hevði annars trupulleikar av luft­dystinum og tapti fleiri ferðir nær­dystirnar. Brúki eisini ov nógva tíð at liggja á vøllinum og grenja. Avrik: tøl 1 til 6 Tað eru nógv pluss at taka við frá finaluni. Tiltakið var væl fyrireikað og at kalla alt sá út til at rigga. Dysturin var góður, veðrið var gott, dómarin var góður. Tað munnu helst verða løturnar tá Franck Ribery og Mario Mandzukic grenja og gramdu seg í eitt korter út í eitt. Manuel Neuer Dante Jerome Boateng Philipp Lahm David Alaba Javi Martínez Bastian Schweinsteiger Arjen Robben Thomas Muller Franck Ribery (Luiz Gustavo, 90+1.min) Mario Mandzukic (Mario Gomez, 90+4.min) Roman Weidenfeller Neven Subotic Mats Hummels Lukasz Piszczek Marcel Schmeizer Sven Bender Ilkay Gundogan (Nuri Sahin, 90+2.min) Kevin Grosskreutz Marco Reus Jakub Blaszczykovski (Julian Schieber, 90.min) Robert Lewandowski Champions League finalan 2013 í tølum: Dortmund - Bayern Mál: 1 - 2 Spælbýti: 42% - 58% Saml. royndir á mál: 12-14 Skot á mál: 8-9 Skot við síðuna av: 4-5 Skot blokerað: 1-0 Skot á stengurnar: 0-1 Hornaspørk: 6-8 Rangstøður: 1-4 Gul kort: 1-2 Reyð kort: 0-0