mánadagur 27. mai 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kæri vinur.
Hetta at skriva brøv síná
millum er ein næstan farin
kulturur,
takkað
verið
tí
elektroniska frambrotinum,
sum tykist at hava buktina
og báðar endarnar. At eg nú
skrivi tær nøkur orð í staðin
fyri at nýta SKYPE ella aðrar
hentleikar í telduni, skal tú
skilja sum eitt mótmæli. Fyri
einum ári síðani skrivaði tann
virdi blaðmaðurin Ulrik Høj
m.a. soleiðis til mín. ”Jeg synes
du fortjener et ordentligt brev,
ikki den flyvske lapidariske
kommunikation gennem æte
ren, der dog har fået overtaget.
Jeg skriver færre og færre
breve, desværre. En kapitula
tion overfor tidsånden. (Um
mína bók, sum hann hevur
lisið, skrivaði hann m.a. í sama
brævi: ”Jeg vil placere dit værk
i kategorien ”livspræstationer,”
fordi o.s.v.”)
Av tí at eg havi verið plág
aður av hosta, krími, snori og
øðrum, og av tí at eg í 2002
fekk
blóðproppar
í
bæði
lunguni – hetta var árið, tá ið
landsstýrið við salamitaktikki
niðurbant lógtryggjaða fígg
ing til heilsuverkið og al
mannaverkið – fór eg til mín
kommunulækna fyrrapartin
mánadagin í seinastu viku.
Læknin kannaði meg væl og
virðiliga, men eg gjørdist eitt
sindur bilsin, tá ið hon segði,
at eg beinanvegin skuldi fara á
skaðastovuna á Landssjúkra
húsinum. Eg takkaði, setti meg
í bilin og gjørdi, sum mær var
álagt.
Frá tí at eg vendi mær til
Leiðbeining á Landssjúkra
húsinum, til ein sjúkrasystir
leiddi meg inn á Skaðastov
una, gekk bert ein lítil løta.
Ikki meira enn innkomin
byrjaði ein drúgv og nágreini
lig kanning og skráseting av
mær. Ein sálarlig og likamlig
klassing í fleiri stigum var
byrjað. Tvær sjúkrasystrar og
ein lækni handfóru meg.
Tá ið hetta dyggiliga ar
beiðið var liðugt, fekk eg at
vita, at eg skuldi upp á deild
8. Eg má viðganga, at eg gjørd
ist ikki sørt bilsin fyri ikki
at siga kløkkur av hesum
boðum. Ein portørur kom
við einari song og skuldi fáa
meg upp á nevndu deild. Har
hjálpti eingin góða mamma. Á
vegnum í elevatori gjørdu vit
ein heilt stuttan steðg í rønt
gendeildini, har myndir vórðu
tiknar av lungunum. So aftur
í elevatorin við portørinum og
songini. Komin á 8, beint í song
og undir dýnuna.
Nakað seinri fóru vit trý:
portørurin, seingin og eg við
elevatori oman í kjallara-
hæddina. Eg skuldi skannast.
Sjúkrasystirin (ella var tað ein
lækni, trupult at síggja munin)
har hevði trupulleikar við
skannaranum, okkurt var, sum
ikki riggaði. Tað tók eina lítla
løtu, so varð tað vandamálið
loyst, og tey bæði, sjúkra
systirin og portørurin mest
sum rullaðu meg úr seingini
á ein pall og potaðu meg so
liggjandi á rygginum varliga
inn í skannaran. Tað tók ikki
langa tíð, so varð skanningin
liðug, og portørurin, seingin og
eg fóru aftur á 8. hædd, haðan
vit vóru komin.
Løtu seinri komu sjúkra
systrar og ein sjúkrasystra
næmingur til mína song. Har
varð mangt og hvat spurt
og svarað og gjørt: hvussu
høgur eg var, hvat eg vigaði,
blóðkanning, kardiogrammir,
blóðtrýst og fepur meira enn
eina ferð, og hvat veit eg.
Sum kunnugt kann okkara
føðingardagur og -ár lesast í
p-talinum. Ein sjúkrasystur
spurdi, um árstalið 25 í mínum
p-tali var ein feilur.
Tað var stuttligt at hoyra.
Tú mást trúgva mær, eg
klemmaði hana innantanna.
Seinri á kvøldi um 9-tíðina
kom ein sjúkrasystir við ein
um høgum stillassi við slangu
og plastikposa við 1½ litri av
vatni. Slanguna hefti hon í ein
ventil, sum sjúkrasystirin á
Skaðastovuni hevði opererað
inn í mítt handabak. Tá ið eg
spurdi, hvat hatta var gott
fyri, svaraði hon, at eg drakk
ov lítið av vatni.
Týsmorgunin
var
einki
vatn í posanum, alt var farið í
mínar æðrar.
Um
10-tíðina
kom
ein
sjúkrasystir og segði, at eg
skuldi til ein hjartaspecialist.
Eg lat meg í, og sjúkrasystirin
vísti mær á leiðina, har hjarta
kanningin skuldi fara fram.
Specialisturin – hon var av
Eiði – rætti mær hondina og fór
so undir sjálva kanningina av
mínum hjarta. Tað er óvanligt,
at vit hoyra okkara hjarta sláa,
men nú veit eg, at tað ljóðar
sum ein væl smurdur fýra
taktsmotorur.
Tá ið kanningin var liðug,
gekk ein lítil løta, áðrenn dóm
urin fall: 1. Hjartanum bilti
einki, klapparnir arbeiddu,
sum teir áttu, og 2. Lunguni
vóru góð, einki óvanligt at
síggja. Tá kundi eg skríggjað
av gleði.
Spurdi hjartaspecialistin,
hvat nú fór at henda (ætlaði
mær aftur í seingina). Eg kundi
fara heim, var tað dámliga
svarið.
Klassingin var liðug.
Eg tók í hondina á sjúkra
systranæminginum, sum sat
í búrinum nær elevatorinum,
ynskti grannamanninum í
seingini á sjúkrastovuni góðan
betring og fór til hús.
Frá tí at eg varð móttikin á
Landssjúkrahúsinum – kom
í professionellar lækna- og
sjúkrasystrahendur við kom
pleksari vitan og framkomnum
tólum – og varð útskrivaður,
gingu 24 tímar.
Kæri vinur.
Eg vildi siga tær frá hesum,
tí, sum tú plagar at siga, vit
mugu duga at síggja og frøast
um sólina í okkara lívi, og at
besta verjan móti politiskum
biksimati og øðrum fjákalótum
er júst sólin – og humor.
Vóni annars, at tað stendur
væl til hjá tær og tínum.
Eitt bræv
kjak
Heri Mohr
SVF hevði eitt gott innslag
í Degi og Viku herfyri, har
víst var á, at eldri fólk, sum
flyta úr heimi sínum á ellis
heim,
ikki
automatiskt
kunnu taka hjálpartol síni
við sær, tí at tey skulu máls
viðgerast umaftur.
Vit
fingu
eisini
or
søkina at vita frá lands
stýriskvinnuni á økinum.
Tað er tí, at landsgrann
skoðarin hevur talað at.
Bureaukratiið sigur, at tað
ber ikki til, at ein pension-
istur
automatiskt
kann
hava eitt hjálpartól við sær
á ellisheim.
“Systemið” trumfar
borgarans tørv
Hvat gera so politikarar?
Ístaðin fyri, sum rætt er, at
broyta bureakratiið og gera
smidligari mannagongdir,
so letur man tað ganga út
yvir borgaran.
Tað merkir, at processin
trumfar tørvin hjá borgar
unum. Eldri fólk fáa eina
verri og óvirðiligari viðferð,
og pengar hjá skattgjald
arunum verða spiltir upp
á meiri process. Vit betala
meir fyri at minni kemur
út í hinum endanum.
Hví hava vit eina
umsiting?
Um
endamálið
við
al
menna bygnaðinum var
at gera toppstýrdar og
tvørligar
mannagongdir,
við so nógvum fólki í mið
fyrisitingini sum møguligt,
so var støðan í dag í lagi.
Men tað er nú einaferð so
leiðis, at almenni bygnað
urin – íroknað landsgrann
skoðarin - eina og aleina er
til fyri borgarans skuld. Tað
má ikki gloymast!
Vit brúka meiri tíð
enn nakrantíð upp á
fíggjarlógararbeiði
– og úrslitið er?
Vit hava eina játtanarskipan,
sum er sum skapt til at fáa
fulltrúar í starv at føða eina
pappírsmyllu, men almenni
sektorurin hvørki riggar
betur, ella verður betri rikin
av tí grund. Í hvussu so er
ikki, um tú spyrt nakran
uttan fyri umsitingina og
politisku skipanina. Ein
eykajáttan er tað sama
sum eitt yvirtrekk, og tað er
eingin uggi, at man hevur
gjørt fíggjarlóg og fíggjar
karmar í eina óendaligheit
áðrenn. Eg vil heldur siga
tvørturímóti.
Stýrisskipanarlógin
skal ikki nýtast sum
undanførsla fyri
óneyðuga toppstýring
At politikarar lata sær lynda,
at almennir bureaukratar,
við
stýrisskipanarlógini
sum undanførslu, fáa hægri
raðfesting
enn
okkara
gomlu, skilji eg slett ikki.
Nú var eg sjálvur í politikki,
tá stýrisskipanarlógin varð
samtykt fyrstu ferð, og eg
má siga, at henda yvirtulk
ingin til at styrkja um topp
stýring og vald í ávísum
stýrum liggur langt frá tí,
sum intentiónin við lógini
var.
Sjálvandi skal man hava
mannagongdir, men hes
ar skulu verða bíligar og
einfaldar og altíð verða
gjørdar soleiðis, at borgarin
merkir sum minst til, at eitt
bureaukrati liggur aftan
fyri.
Lat
eitt
verða
heilt
vist: Ein mannagond sum
gevur eitt vánaligt úrslit
til brúkaran av almennum
tænastum, er ein vánalig
mannagongd, hvussu flott
og professionell hon annars
sær út.
Er almenna
skipanin til
fyri borgaran,
ella øvugt?
Thomas Arabo
Viðmerking til Edmund J.
Robert Mc.Birnie
rombi@post.olivant.fo
Tað er ótrúligt hvat Edmund
Joensen kann finna uppá at
skriva og úttala seg um.
– So vítt eg veit í øll hesi
mongu ár eg havi fylgt við í
politikki, so hava tjóðveldisfólk
– og fyri tann skuld sjálvstýris
sinnað fólk sum heild – ført
fram hvussu stór ein inntøka
Føroyar eru fyri Danmark.
– Tað er ikki bert tað, at
Danmark veksur í vavi við
Bæði Føroyum og Grønlandi.
Nei , vit eru so nógv tað størsta
»supermarked« í Danska rík
inum. Vit keypa næstan alt
gjøgnum Danmark. Líka frá
knappanálum til bilar og
gravimaskinur. – Og so flyta
vit eisini ein stóran part av tí
vit selja gjøgnum Danmark.
Og nú eg eri við tað! – tað
verður ofta skotið sjálvstýr
isfólki í skógvarnar – ikki
minst júst í hesum døgum,
at ungdómurin sum ferð til
Danmarkar at lesa eru væl
signað við donskum studningi.
Men eg síggi ongastaðni nakað
um, hvat hesin studningurin
verður brúktur til.
– Eg havi børn, sum hava
lisið í Danmark. Næstan allur
studningurin fór fyri húsa
leigu (altso til tað danska sam
felagið) – harafturat komu
tey heim hvørt summar at
arbeiða fyri løn, sum tey sjálv
andi skuldi brúka til lívsins
uppihald og annað í danska
samfelagnum. Fyri ikki at tala
um allar teir pengar foreldrini
munnu senda til tey kæru
børn.
– Altso ein stór inntøka til
tann danska statin. Og tað havi
eg sum so onki ímóti , men gott
hevði verið at kunna valt sjálvi
hvar vit fara og hvar vit keypa
, tí Danmark er hóðast alt eitt
tað dýrasta land í verðini.