Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen - Tað er ein sannroynd, at tað er “trend” í dag at verða við upp á endurnýtslu. So­leið­ is er eisini hjá okk­um, tó at Dugni er eitt arbeiðs­skap­ andi stað fyri fólk við skerd­ um førleika. Tað sigur Torgerð Hansen, dag­lig­ur leiðari á Dugna á Kambs­dali. - Tað skerst ikki burtur, at Dugni eisini er ímyndin av endur­nýtslu við øllum sínum mongu tilboðum. Vit hava endur­nýtslu­handil, har eitt nú møblar vera settir í stand og seldur. Vit hava samstarv við IRF, har vit taka sundur teld­ur og skilja og mangt ann­að. Torgerð Hansen vísir á, at hetta er bara nakað av tí, sum Dugni stendur fyri í sínum dagliga virksemi á endur­nýtsluøkinum. - Nú lata vit dyrnar upp hjá Dugna við einum fjøl­ broytt­um degi, bæði fyri ung og gomul. Torgerð sigur, at í fram­ leiðslu­høllini hjá Dugna stilla seljarar út ymiskt inn­ an endurnýtslu. - Talan er bæði um klæð­ ir, brúkslutir, smúkkir og mangt annað. Eisini eru seljar­ar, sum hava heima­ virk­að hondarbeiðið, og her er ein bóndakona, sum selur væl­um­tóktan heimagjørdan ost. Torgerð sigur, at í sam­ bandi við mark­nað­ar­dagin hava tey á hvørjum ári gjørt eina nýggja framleiðslu. - Í ár hava vit framleitt væ­l­umtóktu og nútímans tallerk­a­rekkirnar, ið eins væl kunnu brúkast til bókahyll. Dagligi leiðarin vísir á, at matstovnan hjá Dugna selir heimabakstur, eitt nú pylsu­breyð, bollar og góðu gomlu før­oysku lagkøkuna við svisk­um og budingi og aðrar góð­ar køkur. Tá tiltakið verður á Dug­na, verður eisini fiski­brunn­ur til børnini. - Dagurin verður al­menn­ ur, og vit vóna, at undirtøkan verður góð, sigur Torgerð Han­sen, dagligur leiðari hjá Dugna. Dugni á Kambsdali setir fokus á endurnýtslu Heitir pottar Havnardreingir í heita pottinum á bátastevnu í Vestmanna. – Báta­stevn­an hevur nú fingið eina heilt aðra meining fyri okkum, søgdu teir Norðsetur hevur bygt 900 sethús - Hetta er bátahugni, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri Vilmund Jacobsen Tað, sum bátafólk nú skipa fyri á fjórða sinni leygardagin, er ikki ein bátastevna í kapping við aðrar. - Vit seta tjald upp á bryggjuni, sum sam­an við samveruni í bát­ unum er karmur um hugna, ið endar við felagssangi, sigur Heð­ in Zachariassen. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Tað munnu vera fáar byggi­ fyri­tøkur í Føroyum, sum hava smíðað fleiri sethús, enn Norðsetur í Hvalvík hev­ur smíðað. 22 fólk, harav fýra lær­ ling­ar, eru knýtt at fyri­ tøku­ni, sum húsast Úti við Neyst í Hvalvík. Stjórin og høvuðs­eig­ ar­in, Helgi Olsen, er væl nøgdur við gongd­ina og heldur fyri, at byggi­fyr­i­ tøk­an hevur arbeiði at gera væl inn í næsta ár. Fleiri hús í gerð Í løtuni hevur Norðsetur fleiri sethús í gerð ymsa­ stað­ni kring landið, og byggi­fyri­tøkan arbeiðir eisini í Leirvík, har frí­tíð­ar­ skúl­in verður útbygdur. Øll hús og bygningar ann­ars - stórt sum smátt – sum Norðsetur byggir, verð­ur smíðað í sektiónum Úti við Neyst. Byggifyritøkan í Hval­ vík, sum hevur tríati ár á baki, hevur hesi árini smíð­ að eini 900 sethús. vilmund@sosialurin.fo Vestmenningar skipaðu fyri bátastevnu leygardagin – við nógvum bátum, húsvognum og fólki HÚSABYGGING Byggifyritøkan Norðsetur í Hvalvík hevur tríati ár á baki, og hesi árini hava Helgi Olsen og hansara menn smíðað eini 900 sethús kring um landið Øðrvísi bátahugni í Hvalvík MARKNAÐURDAGUR Hin 1. juni skipar Dugni á Kambsdali fyri almennum marknaðardegi