Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Leygardagin var Tórshavnar Mans­kór úti í Nólsoy og vitj­ aði Nólsoyar Manskór, og í tí sambandi høvdu gestirnir eina framúr konsert. Nólsoyar Manskór hitaði fyrst upp við tveimum sang­ um, og síðani legði Tórs­ havn­ar Manskór til brots, og sungu teir tilsamans 14 sang­ ir. Fleiri teirra vóru svenskir, og tað hevur eisini sína søgu, tí kórið hevur nú tveir diri­ gent­ar, Bjarna Restorff og so ný­til­komna Kára Bæk. Kári Bæk hevur í eitt ára­mál búð í Svøríki, og tí er skráin hjá Tórshavnar Mans­kóri í ein mun merkt av hesum. Konsertin varð hildin í Roynd­arh­úsinum, og hóast klang­ur­in er rættiiga góður, er húsið ikki júst Royal Al­ bert Hall. - Teir syngja hart, ljóðaði ein týðilig barnarødd eftir fyrs­ta sangin - til stóra frægd fyri fullsetta Royndarhúsið. Konsertin endaði við, at kór­ini saman sungu tveir sang­ir, tann seinni nýggi nóls­oy­ar­sangurin, sum Char­ les Gade hevur skrivað, með­ an Janus Nolsø eigur orðini. Úr Nólsoy verður sagt, at eini 60-70 fólk vóru við til konsertina í Roynd­ar­húsi­ num leygar­dag­in, og tað má sig­ast at vera nógv fólk til eina konsert í Nólsoy. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Frystitrolararnir, Gullberg og Vesturleiki, sum seinastu tíðina hava roynt á Flemish Kap, eru givnir at fiska og eru á veg heim. Skipini landa í vikuni. Tað veit Fiska­mark­ naður Føroya at siga. Fiskiskapurin hjá djúp­ vatns­trolarum á Flemish Kap hevur ikki vignast nak­ að serligt. Hinvegin er líkt til, at línu­veiðan roynist betri har yviri í løtuni, og tí er ávísur áhugi millum línu­skipa­ eigarar at fara yvir hagar. Undantikið teir seks partrol­ar­arnar, sum eru á gulllaksaveiði, royna partrolar­ar­nir eftir upsa undir Føroyum, men upsa­ veiðan hjá teimum er fram­ vegis smálig. Tveir djúpvatnstrolarar, sum royna undir Føroyum, fiska eisini upsa, og ein fer helst á svartkalvaveiði. Bátar loysa Sunnumorgunin segði hann frá keðiligum veðri. Tí loystu flestu bátar í Vestmanna, sum sunnudagurin leið Nógv fólk til frálíka konsert í Nólsoy leygar­dagin Frystitrolarar koma aftur av Flemish Kap Fleiri línu­ skip inn at landa hesa vikuna Í dag landa tvey línuskip, sum bæði hava fiskað á djúpum vatni undir Føroyum. Annað skipið hevur mest av brosmu og longu, og hitt hevur verið á kalvaveiði. Hósdagin og fríggja­ dag­in koma væntandi fleiri línuskip aftrat inn at landa. Eitt skip kemur av Flemish Kap, eitt undan Eystur­grønlandi, og síðan koma antin eitt ella tvey línu­skip undan Íslandi. - Veiðan hjá skipunum er mest toskur, brosma, longa og hýsa. Tað veit Fiska­mark­ nað­ur Føroya at siga. Nú túrurin hjá línu­ skipinum Kambi á Flemish Kap eydnaðist so væl, er væntandi, at okkurt annað línuskip aftr­at fer longu leiðina yvir á Flemish Kap at roy­ na eydnuna. Leggjast kann aftrat, at túrurin á Flemish Kap hjá djúpvatnstrolarunum, Stein­tóri og Niels Paula, var ein bummtúrur. Reiðarin, Jákup Pauli Hammer, læt illa at. Skipini fiskaðu í seks dagar, og tá tey fóru at sigla heim, høvdu skipini smá 100 tons í lastini. Tað er tó ikki ókent á Flemish Kap, at línuskip kunnu fáa fisk, tó at tað ikki eydnast hjá trolarum. Tveir føroyskir frysti- trol­arar eru framvegir har yviri, og teir hava bunkr­ing til nakrar vikur. Lítið er frætt um, hvussu fiski­skapurin hjá teimum hevur vignast. Fiskamarknaður Før­ oya heldur, at ivasamt er, hvussu verður við útróðri hesa vikuna. Streymurin er harður, men batnar, sum vikan gongur. - Útlit er til, at veðrið verð­ur gott, og tí vóna vit, at nakað verður av útróðri seinnapartin í vikuni, siga tey á Toftum. Manningin á bjargingarbátinum Ziska á bátastevnu í Vestmanna. Teir eru altíð fúsir til uppgávur KONSERT Konsertin endaði við, at kórini saman sungu tveir sangir, tann seinni nýggi nólsoyarsangurin, sum Charles Gade hevur skrivað, og Janus Nolsø eigur orðini til Tórshavnar Manskór syrgdi fyri frálíkari konsert í Royndarhúsinum í Nólsoy