Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vælkomin til Nólsoyar! Jákup av Skarði Nógv verður prátað um trupuleikan/avbjóðingina, at fólk flyta. Summi seta sær fyri at fara undir vakstrarætlan og onnur tiltøk, at gera sítt til at fólk støðast, heldur enn bert at seta seg upp afturá í máttloysi. Nú hugsi eg, at vit eiga tørn! "Tí tað er í Nólsoy eg vil búgva, her er so friðaligt og...". Orðini í sanginum eru idyll­isk og lýsa ein part av bygdar­lívinum, Nólsoy hevur at bjóða. Eg ynski mær, at nólsoyingar í felag seta sær mál at lýsa og selja oynna, so vit øll kunnu gera okkara til at fólkatalið veksur. Fólkatalið í Nólsoy minkar - eins og aðrastaðni - men mun­urin er, at tá ið vit eru so fá, telja einstøku borgararnir lutfalsliga nógv meira enn í størri bygdunum. Tí verður neyðugt hjá okk­ um "at selja oynna", vísa á idyll­in og saman at styrkja og stimbra allar lutir, ið kunnu fáa verðandi borgarar at støðast, sam­stundis sum vit kunnu lokka nýggjar borgarar til. Í Nólsoy hava vit: Vøggu­ stovu, barnagarð, skúla, frítíðar­ skúla, barna- og ungdómshús, kirkju, missiónshús, bygdarhús, avhaldshús, tilhaldið, handil, kunningarstovu, Heimavirki, kaffi­stovu, postavgreiðslu, gott ferðasamband, tóm hús, útstykkingarætlan, fót­bólts­ vøll, úti-fimi, søvn, ferða­fólka­ tilboð og eina frálíka náttúru. Okkum manglar: Borgarar, ið ynskja at nýta, njóta og menna oynna, saman við okk­ um. Kom til Nólsoyar og njót bygdarlívið saman við okkum! Kom til Nólsoyar og njót útsýnið til Havnar! Ver vælkomin til Nólsoyar! kjak Sambandsflokkurin slóðar fyri høgra­ radikala áganginum Dagfinnur Danbjørg Vanvirðisliga viðgerðin m.a. av teimum gomlu á røkt­ar­ heimunum, teimum sálar­ sjúku (Fountain House, sum varð víst vetrarvegin) og Barna­umboðs­mað­ur­in, sum – hóast undir­skriv­að­an ST-sátt­ mála – ikki varð settur í starv, saman við økta fíggjarliga stættarmuninum og órætt­ vísa tilfeingisbýtinum – bert fyri at taka nakað burtur úr - alt hetta hevur einans latið seg gjørt, tí ein samlaður sambandsflokkur hevur lagt rygg til. Álíkavæl síggja vit – av og á – at okkurt løgtingssamband­ shøvd stingur seg upp í fjøl­ miðlum og gremur seg um eitthvørt skaðiligt, ið sam­ gong­an hevur framt. At eitt sam­bandskt atkvøðuneyt – sum í løtuni Jóna – ið annars er sjálvútnevnd verja teirra veiku – eftir atsóknina á røktar­ heimini, roynir at fráleggja sær ábyrgd, tað skríggjar til himm­als. Jóna og hini í sambands­ flokk­inum, ið nýta sama ódám­ liga framferðarhátt, stuðla saml­aða høgraáganginum 100 pct., men venda sær síðani sum børn til fólkið við ramsuni: Góðu tit, tað var ikki eg, sam­ gongan hon noyddi meg, fingu meg í díkið og flentu so í kíki. Tílikt fær tað at venda sær innan í einum, og tað følist eins og spýggjan stendur í hálsinum. Tí hvat ið Guðs garði billa tílik fólk sær inn at halda vanliga borgaran fyri tað turra spott og síðani nærum spýta hann í andlitið. At svíkja hugsjónina skuldi mann trú var meira enn nokk, men tað letur til at markleysur frekleiki drívir verkið. Vónandi gevur fólkið eitt passandi svar á næsta valdegi. T.d. fótin og so út. Í grundlógini stendur ann­ ars, at tey fólkavaldu ein­ans eru bundin av egnari sann­ føring, so høgraradikala sam­ gongan kann ikki tvinga nakran – heldur ikki Jónu – til nakað sum helst, sum hon ikki vil sjálv. Skiparin hevur – sum er - ført sambandsskútuna so langt av kós, at hann uttan iva verður avmynstraður, so skjótt møguleiki verður til tess, so hann er noyddur at damla víðari við hóttan um fylgir fyri manningina, um tey ikki makka rætt. Hetta er so ein av forkláringunum til tað kloyvdu støðuna, sum manningin er í, meðan førda kósin verður fasthildin við harðari hond. Fleiri og fleiri duga at síggja, at í veruleikanum er førdi høgra­radikali politikkurin fult og heilt sambandsfloksins verk, tí uttan Kaj Leo, so hevði fólkaflokkurin verið settur skák og mát, um hann í heila tikið nakrantíð hevði fingið fótin fyri seg í verandi samgongu. Skal fólkaflokkurin steðg­ ast, so ræður um at steðga sam­bandsflokkinum í verandi líki. Og tað skuldi verið rími­ liga lætt, tí mong vanlig sam­ bandsfólk góðtaka als ikki verandi kós. Og tað er ikki lukkuligt hjá hansara flokksfelagum í løg­tingi og landsstyrinum, at taka ein aðra avgerð, óan­sæð hvussu væl hon er undirbygd. Ja sjálvt um ein samd tingmanning í fleiri førum, hevur roynt at steðga á, og roynt at fyri­byrgt tann ultrahøgra poli­tikk ið fólka­flokkurin hev­ur ført, væl stuðl­aður av løg­manni, so verður øll sam­bands­mann­ingin uttan undan­tak, buka uppá pláss aftur. Hetta, tað verið seg, um tað snyr seg um førda fiski­vinnu­poli­tikkin, at fáa nakað av makrel­inum á upp­boðs­sølu, fiski­skapin við New Found­land osfr. Tað sær út sum um løg­ maður hevur gjørt eina polit­iska deyðs­pakt við for­mann fólka­flokk­sins. Óan­sæð um øll tey libe­ralu sjónarmið sam­bands­flok­ sins verða tveitt fyri borð, so skulu hesir báðir jass­ arnir halda saman uppá sam­gonguna, kosta hvat tað kosta vil, politiskt fyri sambandsflokkin. Tað tyk­ ist sum um, at løgmaður pro­ filerar seg meira og meira sum ein klæðssekkjadrong hjá fólkaflokkinum. Og hann leggur vertin í, um hansara parta­menn ikki stuðla hans­ ara ultra høgra politikki. Og tað er óskiljandi um sam­ bandsveljarar framvegis koma at stuðla politikkinum hjá løgmanni framyvur. Tí tað er neyvan hent fyrr í føroyskun politikki, at ein samd tingmanning, hjá ein­ um politiskun flokki, eins og landsstyrisumboð tess, verða bukaði sum flongdir hundar, av teirra for­manni, tí hesi vilja fremja poli­tikkin hjá tí flokki sum tey eru vald inn á løgting fyri. Ikki tí, tað eru ikki øll ársungar politiskt ið síggja seg noydd, at akta boð løg­ manns. Veljarin hevur ferð aftaná ferð verið vitni til, at formaður sambands­flok­sins í løgtinginum, hev­ur sæð seg noyddan at fara í fjøl­ miðl­arnar, har hann greitt hevur víst á, at sam­bands­ flokkurin við tí politikki ið løgmaður ger seg til tals­ mann fyri, einki hevur við liberalan sam­bands­politik at gera. Men sjálvt um Alfred Olsen sum fyrr sagt, hevur øll sambandsumboðini aft­ an fyri seg, so sær tað út til, at løg­maður í staðin fyri royn­ur at niðurgerða sín parta­mann. Sostatt velur løgmaður makt­ina fram um politikkin hjá sambands­ flokk­inum. Sjálvdan ella ongantið fyrr, hava vit verið vitni til, at ein samgonguleiðari fyri at tryggja sær politiskt vald, leggur vertin á, at hann hev­ur allan tingbólkin í móti sær. Spurningur er so, hvussu leingi tingbólkur sam­bands­flokksins let­ ur sær hetta lynda. At teirra løgmaður í staðin fyri liberalan politik, so er løgmaður trygdin hjá sam­ starvsflokki sínum, soleiðis at hann framyvur kann føra ein tann mest extrema høgra­politik nakrantíð í før­ oyskum politikki. Nógv hevur verið tosa um, at tað ofta eru minni­ lutar í hava politiska vald­ið í teimun ymsu sam­gong­ unum. Men størrii minni­ luta­diktatur enn løgtingi hevur í dag, har løgmaður tekur allan sambandsflokkin til gíðsla, tað er neyvan hent áður. Løgmanns­koyrilin gongur kykur Frank Davidsen