mánadagur 27. mai 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Evnið hevur hugtikið mangan
rithøvund, og hetta sæst
aftur í søguni um Jósef og
brøður hansara í 1. Mósebók,
í Oliver Twist eftir Charles
Dickens frá 18 hundrað talin
um, í The Hundred Dresses
frá 1944 eftir Eleanor Estes,
í Gummi Tarzan eftir Ole
Lund Kirkegaard frá 1975
og í About a Boy eftir Nick
Hornby frá 2002 – bara fyri
at nevna nakrar søgur úr
ymiskum
tíðarskeiðum.
Hetta vísir okkum, at happ
ing, sum í veruleikanum er
ein drepandi trupulleiki fyri
nøkur, altíð hevur verið ein
veruleiki.
Happing í bólki
Í dag eru vit farin at seta
orð á trupulleikan eisini
vísindaliga, har ein tann
fyrsta nágreiniliga kanning
in um happing varð gjørd í
70unum av norska gransk
aranum Dan Olweus. Í dag
er happing viðurkend sum
heimsumfatandi
trupul
leiki fyri nøkur børn, ung og
vaksin.
Tað er kanska sjálvsagt, at
tosið um happing ofta fer inn
um skúlagátt. Har eru stórir
bólkar av børnum, øll hava
einaferð verið næmingar og
upplivingarnar eru sera ym
iskar – góðar og minni góð
ar.
Kanningar vísa, at næm
ingar í happingini hava
fleiri ymiskar leiklutir. Teir
kunnu vera happarar, teir,
sum verða happaðir ella vera
eygnavitni.
Hugvekjandi
upptøkur av næmingum vísa,
at eygnavitni vóru til umleið
85% av tilburðunum av happ
ing, men næmingarnir bland
aðu seg sjáldan fyri at hjálpa
tí
happaða.
Leiklutirnir
broytast, og tíverri gerast
nakrir næmingar, sum eyg
leiða, hjálparar ella styrkjarar
hjá happaranum, aðrir verða
verandi uttan fyri, nakrir
ríma,
og
uppaftur
aðrir
hyggja passivt at. Bara ein
lítil partur ger nakað fyri at
verja tann happaða.
Hóast tað eru dømi um
skúlar, sum hava víst góð
úrslit við minkandi happing,
so er tað ikki eydnast alla
staðni. Tí stóra avbjóðingin
er at taka tað, vit longu vita
um happing, og umseta tað
til effektiva venjing og vilja
frá heimi, skúla og í sam
felagnum annars.
Tosa opið, men tó...
Vit eiga at leggja okkum í
geyma, at allir trupulleikar
í sosialum samskifti ella
samveru ikki er happing.
Tí kann tað eisini vera ein
trupulleiki, at aðrir trupul
leikar, sum næmingar hava,
verða flokkaðir sum happing.
Tí til dømis, at onkur kennir
seg uttanfyri, at onkur hevur
trupult við at finna vinir í
flokkinum, at næmingar øsa
seg í skúlatíð, at næmingar
eru bangnir fyri at koma í
skúla ella ikki vilja í skúla, er
ikki altíð orsakað av happ
ing.
Kann tað hugsast, at tos
að verður ov nógv um happ
ing, heldur enn trivnað?
Avgerandi spurningurin er í
veruleikanum, hvussu næm
ingar, sum ikki hava tað gott,
skjótt kunnu fáa røttu hjálp
ina.
Neyðugt er at taka við,
at næmingarnir, sum einki
kenna til happing, gerast
ótryggir av at verða lagdir
undir at happa – og hetta
skapir enn ein trupulleika.
Trivnaður fyri næmingar
verður m.a. tryggjaður, um
foreldur, lærarar og vaksin
annars miðvíst arbeiða við
at brynja teir til eitt livandi
og fjølbroytt lív saman við
øðrum
næmingum,
har
teir bæði fáa og geva. Vit
kunnu tosa um likamligan
og fakligan trivnað, har mat
ur, svøvnur, fyrireiking til
skúladagin og samvera er av
gerandi.
Trupulleikin
óivað stórur
Í Barnaútvarpinum 19. januar
varð t.d. upplýst, at umleið
1000-1200 skúlabørn javnan
verða happað. Hetta er eitt
stórt tal. So kunnu vit sjálvi
rokna út, hvussu nógv kunnu
skriva og siga sína søgu um
teirra upplivingar.
Vit eru øll vitandi um,
og hava verið tað leingi, at
happing er ein veruleiki, og tí
eru fakfólk av ymiskum slagi
sett av myndugleikanum at
arbeiða við trupulleikanum.
Júst tí tørvar okkum eitt
fjølbroyttari kjak við støði í
royndum og opinleika.
Tá fólk siga frá uppliv
ingum sínum um happing,
eiga vit at fara væl um søg
urnar. Júst hesar kunnu
gera samfelagið meir opið
fyri evninum. Tó eigur alt
ikki at verða flokkað í ein
bólk, tí tá kunnu søgurnar
oyðileggja meir, enn tær gera
væl. Dirvið hjá summum
kann geva øðrum "ósekum"
skuldarkenslu fyri nakað, tey
als ikki kenna seg aftur í.
Ikki komið á mál
Komið er ikki á mál, men
um vit hyggja at londunum
kring okkum, so er happing
enn ein veruleiki fyri summi
- sjálvt í Svøríki, har tað við
lóg er bannað at happa. Hetta
sigur okkum, at vit fara altíð
at arbeiða við hesum, og vit
eiga ikki at billa foreldrum
ella næmingum inn, at happ
ing er ein trupulleiki, sum
fólkaskúlin
einsamallur
kann loysa. Hetta er ein sera
samansett avbjóðing, sum
allir partar mugu standa
saman um. Politiski myndug
leikin er eitt, men í skipanini
er nógv gott fólk, og tað kann
undra, at trupulleikin er so
stórur, sum fólk siga?
Hvør spyr inn
til søguna?
Vinkulin, har spurnartekin
verður sett við søgurnar
manglar veruliga. Hetta torir
eingin at gera, tí hvør veit, um
tað ikki er happing? Trupul
leikin er nevniliga ótrúliga
torførur, har eitt upplivilsi er
eitt hjá einum og eitt annað
hjá einum øðrum. Menniskju
eru so ótrúliga ymisk, har
summi eisini hava ymiskar
avbjóðingar ella manglandi
sosialar førleikar.
Fakfólk - hugsi her kanska
serliga um lærarar - leggja
stóra orku í arbeiðið sítt,
sum alt meir gerst ein sosial
uppgáva. Hetta kann við
nøkrum fáum orðum ella
reglum verða traðka undir
fótum og geva eina keðiliga
kenslu av meiningsloysi, tí
tagnarskyldan avlagar eisini
kjakið.
Trivnaður og virðing
í fakligari skipan
Saman um tikið er tað trivn
aður í fakligum umhvørvi,
sum fremur tryggar og nøgd
ar næmingar, har tað hevur
stóran týdning, at næmingar
við ymiskum avbjóðingunum
fáa rættu hjálpina skjótast
gjørligt.
Hugsi eisini, at neyðugt
er við eini hugburðsbroyting
hjá teimum vaksnu, sum
ávirkar hugburðin hjá børn
unum.
Um
vaksin
hava
virðing hvør fyri øðrum og
fakligu skipanini, so ávirkar
og broytir tað børnini.
Støðið á almenna kjakin
um má gerast hægri, so tað
verður eitt veruligt kjak við
dýpd, har fólk oftari seta seg
inn í støðuna, so evnið verður
lýst frá ymiskum síðum. Um
søgan stendur einsamøll, og
alt verður flokkað sum sami
trupulleiki, er torførari at
menna verandi umstøður
ella ítøkiliga at greina trupul
leikan, sum sjálvsagt er neyð
ugt.
Alt er ikki happing
kjak
Tóra við Keldu
Seinastu tíðina hevur nógv
prát verið um forskúlar.
Nakrar røddir eru fyri for
skúlum, meðan aðrar eru
ímóti. At tørvur er á einum
øðrvísi tilboði til tey seks
ára gomlu, enn tað, tey hava
í dag, tykist semja tó vera
um.
Kommunur
kunnu
seta forskúlar á stovn við
heimild í fólkaskúlalógini.
Lærarafelagið
hevur
ta
greiða støðu, at forskúlar
eiga at verða settir á stovn,
og at forskúlakunngerðin,
sum Mentamálaráðið hevur
gjørt uppskot til, eigur at
verða lýst.
Í londunum kring okkum
fara børn í skúla sum 6 ára
gomul undantikið í Svøríki
og Finnlandi, har tey fara
í skúla sum 7 ára gomul. Í
Svøríki og Finnlandi er for
skúli sjálvboðin. Hóast tað
ganga meira enn 90% av
hvørjum árgangi í forskúla.
Í Finnlandi, sum er tað
landið sum ofta verður
tikið fram sum fyrimynd,
ganga 96% av 6 ára gomlu
børnunum í forskúla.
Í Føroyum hava vit
royndir við forskúla. Sankta
Frans skúli hevur í mong ár
skipað fyri forskúla, men
seinastu árini hava Leir
víkar skúli, og frískúlin
Keldan og í fjør Skála skúli
eisini skipað fyri forskúla.
Tað eru greiðar ábendingar
um, at tey børn, sum hava
gingið í forskúla, eru nógv
betur fyri, bæði sosialt og
fakliga, við skúlabyrjan,
enn tey, sum ikki hava
gingið í forskúla. Altjóða
kanningar stuðla eisini upp
undir hesar ábendingar.
Í samband við at for
skúlar verða settir á stovn,
metir Lærarafelagið, at tað
er av alstórum týdningi, at
tað eru útbúnir lærarar og
námsfrøðingar, sum starv
ast í forskúlanum. Og at
lærarar og námsfrøðingar
fáa somu møguleikar til
eftirútbúgving. Somuleiðis
eigur normering av starvs
fólki í mun til barnatalið at
verða hóskandi.
Lærarafelagið er av teirri
áskoðan, at samstarvið mil
lum fakbólkarnar báðar
hepnast best, um lærarar
og námsfrøðingar í for
skúlanum verða javnt still
aðir, hvat viðvíkur arbeiðs
umstøðum.
Forskúlar
eiga at verða
settir á stovn
Føroya Lærarafelag
um forskúlar
Herálvur Jacobsen
formaður
v/ Føroya Lærarafelag
Yvirlýsing
Tað er ein landaskomm, at almennu pensjónirnar eru
vorðnar so lágar, at ikki ber til at liva av teimum.
Øll skulu liva og ikki bert ana.
Vit krevja av okkara politikarum, at skipað verður
so fyri, at allir pensjónistar fáa sømulig livikor.
Vit krevja, at tey ið hava minst at liva fyri, fáa í
minsta lagi 1.000 kr. eyka um mánaðan.
Eldradagurin 2013