Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-27, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mai 2013síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mai 2013 · Nr. 59 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Enn halda nógv, at tað, at fría verðina fyri brekaðum og sjúkum og erstatta tey við atletiskum og estetiskum fólki, ber boð um eina óterliga mannaætt. Tað skilji eg so ikki, tí minni tarni og vanføri, betri er tað. Eitt nú er tað eitt ótrú­ liga sigandi ósambæri millum førleikan at elska og verja um onkran við breki, eitt nú ein mongol, at hátíðarhalda hansara avrik og alt annað, og so tað, at familjur, ið longu hava ein mongol, fyri alt í verð­ini ikki ynskja ein aft­urat. Hetta er ikki at háða evna­veik, og í veruleikanum er tí onki samband millum for­eldra­kær­leika, hetta, at vinna á ella hevja seg upp um knús­tar dreymar, hvat tað, at finna útav, at tú og tín elsk­ aði hava fingið ein mongol, so avgjørt er, og altruistiska ynskið at minka um brek í sjálv­um sær. Nærum uttan undantak uppliva læknar fullstendiga undursom, umsorganarfull og upplýst foreldur, ið elska sítt brekaða barn, men so skjótt sum mamman aft­ur gerst upp á vegin, spena til sjúkra­hús­ið at fáa fostrið kann­að fyri Downs Syn­ drome – tí tey ikki ynskja eitt nýtt eitt av slagnum. Av hesum er handa upp­ graderingin eitt kuriosum: at betrivitandi snakkiklassin garrvillur insisterar uppá “fólk við breki” heldur enn “brekað”. Ein serheit, jú, tí hasi, ið víkja frá normalinum, av nógvum tíverri blíva brúkt sum eitt kærkomið áminnilsi um, hvat tey sjálvi ikki eru, og hvussu kristiliga takksom tey eru fyri hetta. Tey tosa væl og gjølla um, hvussu glað vitonnur eiga at vera fyri hesum, til tíðir, ófull­komnu mannaverum, hvussu fantastisk tey eru og ríka okkara samfelag, men látast at gloyma, hvussu tað man vera hjá teimum at vera júst tað. Altso, “fantastiskt” hjá hvørjum? Sjálvandi, tá fyrst komin á fold, skulu andliga og krops­ liga skerd individ vera hjarta­ liga væl­komin og viðurkend, men ikonoklastiski spurn­ ing­urin stendur tó við – nevniliga: “Høvdu tey ikki verið nógv glaðari uttan nak­ran merkisverdan mein­ boga?” Men ikki fyrrenn vit fáa bilbukt við hatta ótolandi korrektsemið, koma vit víð­ ari. Og tað er eitt sindur løgið, tí genmenning og annar pro­gressivitetur verður for tramin steðgaður av teimum, sum sjálvi altíð halda seg vera “áh so progressiv”, og at heimurin gerst betri við eini óendaligari røð av fyri­ lestrum. Viðurkennandi, eis­ini av halleluja-kristnum, men serliga Javna og lorta “eks­pertfelagsskapum”, ið egin­liga ikki hava annað á tallerkinum enn at rópa “javn­støða”, hvørjaferð vit onn­ur vilja víðarimenning av manna­ættini. Javnstøða, hvørt polit­ isk ella materiell, er um­ ráð­andi. Bestemt. Men ikki tað slagið av javnstøðu, reyð­grønir sosial­ist­ar hava gabb­að um síð­ani fram­ kom­una av frælsisstjalandi væl­ferðarstatinum. Ikki tað slagið av ótolerantari javn­ støðu, ið fer við meirilutanum sum eitt vanabundið og insti­ tutio­nelt brek, hvørs fremsta mið er at trumfa privat frælsi og fólksliga frígering. Vísindin er væl útliðin innan íleguskoyting, og tí fara valmøguleikarnir bara ein veg. Uppeftir. Eg hugsi tó, at tá ið javnstøðuelitan í Føroyum fyrst fær frænir av, hvussu nógv faktiskt ber til, fer eisini hon at ynskja part av genkøkuni og seta krav um fosturkanningar. Men tá, tíverri, fyri at velja fost­ur burturúr við ab­ normalitetum, tá ið meri full­ før, sunn ella óbrekað fostur eru til. Slík ófræls tulking av javn­støðu er eitt aftursig fyri manna­ættina. Fyri tað er onki Donnie Darko at hugsa, at deyv foreldur og Javni í hóslag við Sinnisbata ella MBF fara at halda seg vera diskriminerað ímóti, um ikki tey sleppa fáa eitt deyvføtt barn ístaðin fyri eitt, ið ikki hevur D&V við teknmálstulki fyri neyðini. Eg eri ófrávíkiliga sann­ førd­ur um, at tú skalt velja tað normala framum tað ónor­mala, har tað ónormala er sameint við verri vánum um eitt sera gott lív. Eg haldi, at tað væl ber til at hava eitt gott lív sum deyvur ella blindur, men eg haldi eisini, at eitt deyvt barn stendur fyri bágsteinum, ið hoyrandi børn ikki gera. Afturat hes­ um er tað okkara skylda at styrkna menniskjað, at til- vit­að fara eftir tí besta. Lívfrøði vísir okkum í alt størri mun, at stórir klunk­ar av lívinum eru gen­ bestemtir. So tað er ikki bara, um vit hava systiska fibrosu, deyvleika ella astma, ið ásetir, hvussu gott eitt lív vit fáa, men eisini um vit eru før fyri at lesa og analysera, hvusssu glað og vøkur vit eru, og í stórum brotum er alt hetta eitt úrslit av einum rættiliga stórum genetiskum determinanti. Hjá mær at síggja er hvat sum helst, ið minkar um okkara møguleikar at hava eitt gott lív, eitt brek. Gleðisklappandi natural­istar óttast eina, við tíðini, homo­ geniseraða manna­ætt, sum fer at “avlíva menniskjaligt fjølbroytni”—sum um tað hevur eitt eksistentiellt virði í sjálvum sær. Men besthugsandi barn­ ið hjá Jan og Janu er ikki neyðturviliga tað, Petur og Petra høvdu valt. Hetta eru okkara børn, og tí rakar tað bara okkum, um okkara av­kom kemur at lesa og renna skjótari og liva longri. Solongi sum valið ikki er av degenererandi slag, kryplar mannaættina, er tað tí okk­ ara val og avgerð. Hetta er væl minni frikut, enn tað kanska ljóðar. Eg elski míni børn treytaleyst, men kortini gevi eg teimum illa­smakkandi tablettir helst í tí følsku trúgv, at tær onkursvegna fara at betra um teirra fatanarliga før­ leika. Og eg havi grúuliga trup­ult við at síggja nakran ósamanhang, ella frákopling, millum treytaleysan kærleika og tað, at royna at ávirka teirra biologi til tess at geva teimum eitt betri lív. Forvirraðir sosialistar og minniluta-slikkandi felags­ skapir vísa á, at eitt er “við­ gerð”, sum fær fólk at blíva til tað, tey vóru áðrenn, eitt annað er “styrking”, sum fær fólk at blíva “betri enn frísk”. Men hetta er ein falsk­ur skilnaður. Beint tá ið eg bleiv vaksineraður ímóti meni­ ghitis, hevði eg ikki sjúkuna. Eg bleiv styrktur. Eg bleiv betraður. Peter Singer, etiskur nyttu­filosofur, segði so sera beinrakið: “Einki magiskt hendir við føðing”. Nakað, ið leyp øði í privatar feministar; tí við hesum konkluderaði hann, at tað er langt áðrenn sjálva føðingina, at fostrið er blivið barn, ella mannalívið vorðið menniskjað. So í so máta er ongin munur, hvørt tú betrar mannalívið—á veg at blíva menniskja—í búk­in­ um hjá mammuni ella eftir... hvat vit jú longu gera. Moralskt er tí eingin mun­ ur á genetiskum medisini, ella manipulatión, um tú vilt, og farmaseutiskari mani­pula­ tión, sum kann tileinkisgera sjúkur eins og barnalammilsi og meningitis. Men sjálvt um har er ein munur – hvat so? Um eg upp­dagaði, at míni foreldur høvdu kunnað gjørt meg klókari og vakrari, og longt um mín livialdur við at broytt íleguna í tí fyrstu kyknuni hjá mær sum mannalív, tað vil siga fostur, men valdu ikki at gera tað, tá hevði eg fingið gron. Tað kann aldri vera í lagi, at ábyrgdarfull foreldur við vilja invalidera sítt barn. Vissuliga (hendurnar upp!), at kýta okkum fyri at betra mannaættina, er at lúka burt­ur. Men hvat er nú galið við hesum? Hví eru vit so bangin fyri supermenniskjum? Menn­iskja­liga gróðrarlínan er í støðu­gari menning, og okk­ara forfedrar høvdu iva­ leyst skírt okk­um “super­ menn­iskju”, soleiðis sum vit spela runt við plastknøum og peysmeykarum, ið ger okkum til eitt livandi bland av kjøti og maskinu. Eg ivist onga løtu í, at onkur tykkara hevur eina fastur ella kollega, ið best kann sammetast við eitt Frank­enstein-skrímsl, bjórað saman av forskelligum krops­pørtum. Tað er ikki at siga, bara við at hyggja at teimum—tey arbeiða í Mikla­ garði og fylgja við X-factor— men tað passar. Medisinskur framburður, sum fyrr var hildin at vera sci- fi, ónatúrligur og ómoralskur, verður nú viðurkendur sum glæsiligur og lívsgevandi. Í vesturbýnum livir ein dama takkað veri eini hjarta­trans­ plantatión. Í eysturbýnum ein maður við peysmeykara. Støðga maskinuni, og tú støðg­ar honum. Og eg, ja, eg eri eitt super-forbetrað super­ menniskja immunur fyri sjúk­um, ið gera av við milli­ ónir av menniskjum aðra­ steðs í verðini. Ein teknisk leingj­an av “natúrliga” menn­ iskj­anum. Vit í vesturheiminum hava atgongd til eyðkvæmis­ viðgerð og vaksinatiónir, með­an miljónir hinumegin ekvator ikki hava tað. Men fyri tað fara vit ikki at banna við­gerð her, men heldur berj­ast fyri at breiða hana út har. Á júst sama hátt kunnu vit ikki fara við menn­iskja­ ligari styrking via eitt slag av genetiskari stalinismu, har vit tryggja sonevnda javn­ støðu umvegis statsdiktat, ið lækkar øll til tað lægsta støðið. Í 2113 fer eitt vakrari, sunn­ari og klókari ættarlið av fólki at líta aftur á okkum sum lívfrøðisligir ludditar; akkurát sum vit í dag øtast um handa pátrúgvsriðilin, sum fyri 500 árum síðani helt hánt um heliosentrisku heims­myndina hjá Koperni­ kus. Hin blindi, tann deyvi og mongolurin skal tí vera vælkomin, tá fyrst komin, men hartil og ikki longur, sum vit royna at menna mann­aættina. Einasti spurn­ ingurin er – og ver nú erligur: ynskir tú tilfallandi broyt­ ingar ella broytingar stýrdar av okkum at gera okkum til tað, vit hava hug at verða? MÓTTØKA á Hoyvíksvegi 51, fríggjadagin 31. mai, kl. 14 til 16. krea Í sambandi við, at Granskarasetrið verður tikið í brúk, verður almenn móttøka Null mongolar. Ongin deyv. Ongin blind. Mogga sum mýs... koyr ahead við genmenning! Agga Niclasen meining@meyl.fo – tí, seriøst, onki brek er vælskapt! kjak