Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Tíni gøgn kunnu bjarga øðrum Um tú ynskir at gerast gevari av tínum gøgnum við deyða, kanst tú lesa á www. sundhed.dk, hvussu tú kanst fáa hetta í lag, meðan tú enn eigur lívið. Tíni gøgn kunnu bjarga øðrum illa sjúkum menniskjum úr lívsvanda. Um tú sjálv/-ur ikki hevur tikið støðu, eru tað tíni nærmastu, sum kunnu gera av, um tíni gøgn kunnu brúkast við heiladeyða. Hetta kann gerast ein trupul avgerð fyri tey avvarðandi. Tí er tað týdningarmikið, at tú sjálv/-ur tekur avgerðina. Vilmund Jacobsen Ytru umstøðurnar snúgva seg eitt nú um kost, rørslu, royk­ing og strálingar, sum kunnu fáa fólk at síggja eldri út. Aftrat ytru umstøðunum, eru sjálvandi eisini lívfrøði­ ligar frágreiðingar um, hví fólk eldast. Vit kunnu siga, at likamið hevur eitt ur, sum bara gong­ ur í eina ávísa tíð. Menniskju eru ”pro­ gramm­erað” til at doyggja, tí okkara kyknur kunnu ikki deila seg í allar ævir. Kyknur kunnu nevniliga bert deila seg eitt ávíst tal av ferðum. Alt kemur ikki við Likamið er bygt upp av kykn­ um, sum alla tíðina deila seg. Hvørja ferð, ein kykna deilir seg, kopierar hon sítt egna dna, sum hevur ein ávísan bygn­að. Bygnaðurin er kendur und­ir navninum, kromosom. Í hvørjum kromosomi er tað, sum rópt verður ”telo­ merur”, ið vit kunnu siga er eitt petti av dna, sum er til avlops. Tá dna’ið verður kopierað, kemur ikki alt kromosomið við. Kyknur doyggja Fyri hvørt ”kopi”, sum verður gjørt av dna’num, verður minni av telomerum, og at enda eru tær heilt burtur. Tá hesar eru burtur, heldur kyknan uppat við at deila seg, og tá doyr hon. Tað er, tá kyknurnar doyggja, at vit síggja tekin um aldurdóm á likaminum. Tað er soleiðis okkara egna likam, sum forðar okkum í at liva í allar ævir. Kelda: videnskab.dk Tí eldast menniskju At fólk eldast, kemst bæði av innaru og ytru umstøðum Vilmund Jacobsen Amerikanskir granskarar ávarða nú um, at nýtsla av elektriskum ljósi órógvar svøvnin fyri fleiri og fleiri menniskju. Ein røð av kanningum vísa, at vantandi svøvnur kann elva til kroniskar heilsutrupulleikar, eitt nú hjartatrupulleikar, viknandi immunverju og sukursjúku. Ábendingar eru eisini um, at vantandi svøvnur kann hava ávirkan á heila­sjúkur sum eitt nú alzheimers. Elektriskt ljós - Ljós ávirkar okkara samdøgurrútmu meiri enn nakar heilivágur. Tað skrivar ein av heim­ sins leiðandi gransk­arum innan samdøgurrútmu, Dr. Charles Czeisler, Harvard Medical School í Boston, USA. Greinin kann lesast í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum, Nature. Granskarin vísir á, at nógvar ymiskar orsøkir eru til, at fólk ikki fáa nóg mikið av svøvni, men aftan fyri nógvar av hesum trupulleikum goymir seg ein avgerandi teknologisk orsøk - elektriska ljósið. Sambært granskaranum órógvar elektriska ljósið, bæði frá perum, sjón­vørp­ um og øðrum elektriskum tólum lívfrøðina í okkara samdøgurrútmu. vilmund@sosialurin.fo Elektriskt ljós órógvar svøvn Nógvar ymiskar orsøkir eru til, at fólk ikki fáa nóg mikið av svøvni, men aftanfyri nógvar av hesum trupulleikum goymir seg ein avgerandi teknologisk orsøk - elektriska ljósið Ford Puma Árg. 01, koyrt 60.000 km. Við fylgja vetrardekk á felgum. Til sølu fyri 10.000 kr. Tlf. 341872 kl. 12–15 – Elektriska ljósið frá perum, sjónvørpum og øðrum el-tólum órógvar lívfrøðina í okkara samdøgurrútmu, sigur leiðandi amerikanskur granskari www.sunda.fo