Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Rannvá G. Fossaberg Talið av norðurlendingum, sum verða raktir av krabba­ meini, fer at økjast týðiliga tey næstu árini. Talan er ser­liga um bróstkrabba, prostata­krabba, lungna- og húð­krabba. Tað vísa nýggj­ astu tølini frá Nordcan, ið er ein norðurlendskur hag­tals­ grunnur við krabba­meins­ tølum. – Nordcan hevur krabba­ meinstøl frá øllum norður­ lond­unum, sum granskarar síð­ani arbeiða við. Teir hava gjørt framrokningar, sum vísa, at komandi árini fara vit at síggja fleiri norður­ lend­ingar, ið verða raktir av krabba­meini, sigur Jákup N. Olsen. Umframt at vera for­maður í føroyska krabba­ meinsfelagnum er hann eisini formaður í Nordic Cancer Union, sum mána­ dag­in hevði ársfund í Før­ oy­um. Á fundinum um­ røddu tey millum annað ræð­andi fram­rokn­ing­arnar um krabba­meins­tilburðir í norður­londum. – Sambært fram­rokn­ ing­unum fer talið á krabba­ meins­sjúklingum í Danmark at økjast heili 50 prosent kom­andi 12 árini. Og støðan er tann sama í hinum norður­ londunum, sigur Jákup N. Olsen. Tí kunnu vit eisini næstu árini vænta at fleiri føroy­ ingar verða raktir av eini krabba­meinssjúku. – Samanbera vit við tøl­ ini í Danmark, so síggja vit týðiliga, at gongdin í Føroy­ um er tann sama. Bara í fjør upplivdu vit nógv fleiri tilfeldi í mun til í 2011, stað­ festir Jákup N. Olsen. Orsøkirnar til negativu gongdina eru fleiri, men fyrst og fremst liva norður­lend­ ingar longur og har­afturat er lívsstílurin eisini broyttur. – Í gomlum døgum vóru tað bara menn, sum royktu, men eftir at kvinnur eisini eru farnar at roykja, síggja vit fleiri konufólk, ið fáa stað­ fest lungnakrabba. Eis­ini eru nógv, ið hava brúkt solarium sum ung, og typiskt fáa fleiri teirra stað­fest húðkrabba eini 15-20 ár seinni, sigur Jákup N. Olsen Avbjóðing fyri sjúkrahúsverkið At alsamt fleiri føroyingar kunnu væntast at fáa eina krabbameinssjúku næstu ár­ ini merkir, at sjúkra­hús­verk­ ið hevur eina stóra avbjóðing fyri framman. Tað metir Jákup N. Olsen. – Tað verður ein avbjóðing fyri heilsumyndugleikarnar, tí tølini vísa, at vit fáa fleiri sjúklingar. Vit verða noydd til at hyggja nærri eftir, hvussu vit viðgera krabba­meins­ sjúk­lingar, og har­umframt er neyðugt, at vit verða meira effektiv, sigur Jákup N. Olsen og vísir á, at økta tal­ið av krabbameinsraktum før­oy­ ingum ivaleyst krevur ymsar broytingar innan sjúkra­hús­ verkið. – Vit mugu hugsa, hvussu mannagongdirnar kunnu gerast annarleiðis, tí tað er neyð­ugt, tá sjúklingarnir ger­ast fleiri, sigur Jákup N. Olsen og heldur fram: – Eitt nú kunnu vit gera meira av at viðgera sjúk­ling­ ar­nar ambulant, vit skulu verða skjótari at finna og stað­festa diagnosuna, og so skal viðgerðin sum heild blíva meira effektiv. Tað skal verða skjótari at koma ígjøgn­um sjúkraleguna, so­ leiðis at vit megna at fáa fleiri fólk í viðgerð, greiðir Jákup N. Olsen frá. Sambært honum eru hes­ ar broytingarnar og til­lag­ ingarnar ikki einans galdandi í Føroyum, men eru felags fyri øll norðurlond. Samstarvið millum norðurlond Tískil er eisini týdningar­mik­ ið, at norðurlond samstarva í sambandi við viðgerð av krabbameini. – Vit kunnu samstarva við at hyggja eftir, hvussu tann einstaki sjúklingurin upp­livir viðgerðartíðina frá byrjan til enda. Á tann hátt kunnu vit so at siga sniðgeva ta skila­ bestu viðgerðartíðina við at gera tillagingar í núverandi viðgerðarhátti, sigur Jákup N. Olsen. Longu nú er ein kanning gjørd í Danmark, har krabba­ meinssjúklingar hava fingið spurnarblað við yms­um spurningum um við­gerðar­ tíð­ina; heilt frá tí degnum, tey fingu boðini til viðgerðatíðin var av. – Hini norðurlondini skulu so gera líknandi spurnar­kanninga, um tey ikki longu hava gjørt tað. Tað næsta er so, um vit skulu gera eina felagskanning, ella um vit longu nú kunnu gera saman­beringar við teimum kann­ing­unum, ið longu eru gjørdar, sigur Jákup N. Olsen, sum held­ur, at kanningarnar við spurnar­bløðum eru ein góður máti, at gera viðgerðar­ tíðina so góða og effektiva sum gjørligt. – Endamálið er, at vit á henda hátt kunnu síggja, hvørjar tillagingar skulu ger­ast í hvørjum einstøkum landi. Til dømis kann úrslitið av eini slíkari kanning við spurnar­bløðum vísa, at í Før­oy­um eru tey sera nøgd við við­gerð­ina, meðan í Norra, har viðgerðin er tann sama, eru tey ónøgd. Har fer mann so inn og ger til­lag­ ingar,greiðir Jákup N. Olsen frá og leggur afturat: – Vit vita longu nú, at tað eru ávís viðurskifti í við­gerð­ ar­tíðini, sum vísa seg at rigga væl. Vit meta, at við hesum spurnarkanningunum kunnu vit finna tað besta frá teimum ymsu sjúkrahúsunum, og á tann hátt skapa bestu við­ gerðartíðina. Møguliga gera ræðukampanjur Ikki einans sjúkrahúsverkini í norðurlondum hava eina stóra avbjóðing fyri framm­ an næstu árini, tá talið av krabba­meinssjúklingum fer at vaksa. Eisini krabba­meins­ feløgini hava eina stóra upp­ gávu næstu árini. – Vit mugu halda fram við at fáa boðskapin um fyri­ byrging av krabbameini út til fólk. Eg meti, at fyribyrging er nakað, sum avgjørt fer at hjálpa. Tað verður tosað um at spara, men í hesum føri haldi eg, at mann er noyddur at hyggja longur fram og brúka fleiri pengar upp á fyri­byrging, sigur Jákup N. Olsen. Hann vísir á, at dentur eig­ur at verða lagdur á fyri­ byrg­ing av øllum sløgum av krabba­meini. – Fleiri faktorar kunnu vera við til at fyribyrgja, og øll mugu gera nakað. Klára vit at ávirka hvønn annan, til døm­is við ikki at roykja og ikki fara í solarium, ivist eg ikki í, at tað fer at hjálpa, sig­ur Jákup N. Olsen. Størsta avbjóðingin hjá Krabba­meinsfelagnum kom­ andi tíðina er at fáa boð­skap­ in fram, og tað er ikki heilt lætt. – Fólk eru í ein ávísan mun blivin immun fyri øllum teim­um ávaringunum og fyri­byrgjandi boðskapunum, sum tey dagliga fáa, sigur Jákup N. Olsen og vísir á, at tað ikki er óhugsandi, at Krabba­meins­felagið fer at til­laga mátan, tey upplýsa fólk um krabbamein. – Í Australia hava tey brúkt ræðukampanjur, og tær hava víst seg at riggað. Møgu­liga er tað tann vegin, vit eisini skulu fara í Før­oy­um í sambandi við upp­lýs­andi átøkini, sum vit í Krabba­ meinsfelagnum gera. Ikki tí, bara tí tað riggar í Australia, er als ikki víst, at tað hevur somu ávirkan í Føroyum, og tískil er talan kanska meira um at gera tillagingar heldur enn at kopiera, sigur Jákup N. Olsen, sum dugir at síggja eina positiva gongd hvat hug­burði til krabbamein við­ víkur. – Eg haldi, at yngra ættar­ liðið er meira tilvitað um teir faktorarnar, ið kunnu elva til eina krabbameinssjúku. Og tað er ein positiv gongd, sum vit sjálvandi fegnast um. rannva@sosialurin.fo Vit skulu verða skjótari at finna og staðfesta diagnosuna, og so skal viðgerðin sum heild blíva meira effektiv Nógv fleiri fólk fáa krabbamein – Sjúkrahús hava stórar avbjóðingar fyri framman. Eisini vit í krabbameinsfeløgum mugu nú til at gera broytingar í okkara boðskapi. Tað sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum og Norðurlendska Krabbameinsfelagnum, Nordic Cancer Union, nú nýggjastu tølini vísa, alt fleiri norðurlendingar fara næstu árini at verða raktir av krabbameini