Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-28, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Áki Bertholdsen – Tað er rotið at roykja! Tað var evnið í eini tekni­ kapping fyri børn, Fólka­ heilsu­ráðið hevur skipað fyri. Kappingin er eitt lið í herferðini ímóti royking og hon fekk stóra undirtøku. – Tá ið freistin var farin, vóru heilar 900 tekningar lætn­ar inn, sigur Ólavur Jøkla­dal, samskiftisfólk hjá Fólka­heilsuráðnum, sum skip­aði fyri teknikappingini, saman við Lynn Reveal. Teknikappingin er fyri­ skipað í samband við, at altjóða tubbakksfríur dagur er 31. mai, tað er fríggja­ dagin. Fýra virðislønir Og nú hava fýra børn fingið virðisløn fyri sínar tekn­ ingar og tað var sjálvur lands­stýris­maðurin í heilsu­ málum, Karsten Hansen, sum hitti børnini í eygnahædd og handaði teimum virðis­ lønirnar. Herferðin ímóti royking er eitt av hansara hjartamálum, so tá ið hann handaði børn­ unum virðislønirnar staðfesti hann, at hetta var eitt tiltak, hann fegin var við í. Hendan teknikappingin ímóti royking, er eitt tiltak, Fólkaheilsuráðið hevur skipað fyri nakrar ferðir. Eitt árið komu 1200 tekn­ ingar inn. Í fjør komu 600 tekn­ingar inn, men í ár var lut­tøkan nógv størri aftur, tí, sum sagt, komu tað ikki færri enn 900 tekningar inn frá børn­um úr øllum land- inum. Talan var um tekningar frá einstøkum børnum, frá barna­gørðum og heilum skúla­klassum. Kappingin varð skipað í tríggjar aldursbólkar, tann yngsti bólkurin var fyri børn upp til 7 ár, miðlingabólkurin var fyri børn frá 7 -10 ár og tann elsti bólkurin var fyri børn úr 11 upp í 14 ár. Hesin elsti bólkurin hevur ein heilt serligan áhuga, tí aðal­málini hjá Fólka­heilsu­ ráð­num eru, at ongi børn, sum eru fødd eftir 2000, skulu fara at roykja og tann elsti bólkurin er júst hesi børn­ini, sum eru fødd í 2000 og ár­unum beint aftan á. Av tí sama vóru tvær virðis­lønir lætnar í tí bólk­ inum, so tilsamans hevur Karsten Hansen handað fýra virðis­lønir. Hvør virðisløn var ein kekkur á 500 krónur. Ger stóran mun Ólavur Jøkladal ivast ikki í, at átøkini ímóti royking, sum Fólkaheilsuráðið er ein part­ ur í, gera stóran mun. Í Sosialinum herfyri kundu vit vísa á, at seinastu 10 árini er innflutningurin at tubbakki minkaðir 35 pro­ sent, ella meiri enn ein trið­ ing. Samstundis vísa fyri­ spurningar hjá Fólka­ heilsu­ráðnum í onkrum stór­um handlum, at sølan av tubbakki er eisini nógv mink­að í ár. Somu fatanina fær hann, tá ið hann tosar við lærarar. – Onkrir lærarar hava sagt mær, at í teirra flokkum, eru tað eingi børn, sum roykja, heldur ikki í stórum flokk­ um. – Endamálið er nettupp at varpa ljós á royking og at fáa lærarar og næmingar at tosa um tað. Endamálið er eisini, at teir eldru næmingarnir skulu vera fyrimyndir hjá teim­um yngru og at venda hug­burð­inum til at tað faktiskt ikki er so klókt at roykja. – Afturmeldingar eru rætt­iliga positivar, leggur Ólavur Jøkladal afturat. aki@sosialurin.fo ROTIÐ AT ROYKJA Nú Fólkaheilsuráðið skipaði fyri teknikapping ímóti royking fingu tey heilar 900 tekningar frá børnum Tá ið freistin var farin, vóru heilar 900 tekningar lætnar inn Landsstýris­ maður møtir børnum í eygnahædd Landsstýris­ maður møtir Her er Karsten Hansen, landsstýrismaður, saman við øllum fýra vinnarunum í teknikappingini. Frá vinstru eru teir, Valdemar Bláhamar, Sóleyð Maria Petersen, Bára Ellefsen og Shana Debes