týsdagur 28. mai 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
Vit duga ikki at
síggja nakra meining í
at lærarar skulu standa
úti í fríkorterum og
roykja upp í andlitið
á børnunum
Strangari reglur
um royking á
skúlunum
Áki Bertholdsen
Fólkaheilsuráðið vil hava
strangari reglur fyri royk
ing á skúlum og á stovn
um yvirhyøvur, har sum
børn eru.
Tað er eitt tilmæli,
Ráðið hevur givið Karsten
Hansen, landsstýrismanni
í Heilsumálum og sum
hann nú fer at taka upp
til viðgerðar.
Sum lógin er nú, er ikki
loyvt at roykja innandura
á
almennum
støðum,
heldur ikki í skúlum og í
barnagørðum.
Men nú mælir Fólka
heilsuráðið beinleiðis til,
at royking skal bannast á
øllum økinum, har skúlin,
barnagarður, og á stovn
um yvirhøvur, har børn
og ung eru.
Tað merkir, at royking
skal ikki vera loyvd á øllum
matrikulnummarinum
hjá skúlanum, barnagarð
inum, ella hvørjum stovn
um til børn og ung, talan
annars kann verða um.
Hetta sama skal vera
galdandi í húsum, har
børn eru í dagrøkt.
– Vit duga ikki at síggja
nakra meining í at lær
arar skulu standa úti í frí
korterum og roykja upp
í andlitið á børnunum,
samstundis sum børnini
verða eggjað til at halda
seg burtur frá tubbakki,
segði Pál Weihe, formaður
í
Fólkaheilsuráðnum
í
Sosialinum herfyri.
Her
kann
leggjast
afturat, at onkrir skúl
ar hava longu sett bann
fyri at roykja á matrikul
nummarinum.
Tað hava eisini onkrar
kommunur gjørt, í hvussu
so er Tórshavnar Komm
una, sum hevur tann
roykipolitikk, at allastaðni,
har børn og ung verða
ansað, á á skúlunum, skal
vera roykfrítt, á øllum
matrikulnummarinum.
– Vaksin skulu vera ein
fyrimynd fyri børnini og
ikki roykja framman fyri
børnini, sigur Tórshavnar
Kommuna.
Annars fer Fólkaheilsu
ráðið aftur í heyst at velja
ársins roykfría skúla og
skúlin, sum vinnur, kann
vænta sær okkurt for
vitnisligt í virðisløn.
Í fjør tað Skúlin við
Løgmannabreyt, sum varð
ársins, roykfríi skúli og tá
var virðislønin, at 6. klassi
fekk ein túr í bowling
høllina við mati og slapp
í biograf og á konsert við
Sveini.
aki@sosialurin.fo
ROYKING ER ROTIÐ Tað er
eingin meining í, at lærarar
ganga úti í fríkorterum og roykja
upp í andlitið á skúlabørnum,
heldur Fólkaheilsuráðið
Bára Ellefsen, 11 ár, av Signabø, fekk
eisini virðisløn í tí elsta bólkinum
Her er tað 12 ár gamli Valdemar Bláhamar úr
Miðvági, sum fekk virðisløn í tí elsta bólkinum
Á nýggjárinum fór Fólka
heilsuráðið undir eitt átak,
har fólk kunu melda seg til
eina sms skipan í eini roynd
at leggja av at roykja.
Endamálið
var,
at
roykjarar, sum vóru í skip
anini, skulu dagliga fáa
eggjandi sms boð, sum
skuldi halda teimum til og
forða fyri, at teir fóru aftur
at roykja.
Ólavur Jøkladal í Fólka
heilsuráðnum, sigur at yvir
1200 roykjarar meldaðu
seg til. Kortini datt nakað
burtur av aftur, men 600
roykjarar fullførdu átakið.
Søgan sigur tó einki um,
hvussu nógv vórðu royk
frí av hesum, men í Fólka
heilsuráðnum halda tey,
at átakið eydnaðist væl, tí
tey siga, at fyrispurningar
í stórum handlum vísa, at
sølan av tubbakki er mink
aði nógv fyrst í árinum.
Og á roykfría degnum
fríggjadagin, fara tey at seta
nýtt lív í átakið og tá kunnu
roykjarar aftur melda seg
til eina sms skipan í eini
royd at leggja tubbakkið á
hillina.
aki@sosialurin.fo
600 fullførdu
Í bólkinum 7-10 ár, fekk 10
ára gamla Shana Debes,
úr Sørvági, virðisløn
Í tí yngsta bólkinum var tað
6 ára gamla Sóley Maria
Petersen úr Fuglafirði,
sum fekk virðislønina