leygardagur 24. apríl 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004
BÓKAPRÁT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Í síðstu viku kom fyrsta bókin
hjá Marjuni S. Kjelnæs Ein farri
av kolvetni í bókabúðirnar. Vit
hava fingið okkum eitt prát við
Marjuna um bókina, um ummæli
og um, hví hon segði starvið sum
sjúkrarøktarfrøðingur frá sær fyri
at skriva.
Kiksað mannfólk
Eitt tað fyrsta, eg varnaðist, tá
eg las bókina, var, at øll mann-
fólkini í henni eru meir ella
minni kiksaði. Teir eru grenjutir,
óreinir, líkaglaðir ella bara
vanliga klossutir. Tann einasti
mannligi høvuðspersónurin er
sinnisjúkur. Hví fert tú so illa við
mannfólkunum?
– Løgið, at tú spyrt soleiðis.
Eg havi annars mest verið spurd
um, hví kvinnurnar í bókini eru
so veikar. Men tað er also ikki
tilvitað, at eg havi lýst mennirnar
sum óreinar ella ørvitisknokkar.
Sum tú nevnir, so eru teir flestu
av teimum eykapersónar fyri at
lýsa kvinnuligu høvuðspersón-
arnar betri. At teir ikki eru
høvuðspersónar kemst heilt ein-
falt av, at tað fellur mær lættari
at skriva um konufólk enn
mannfólk. Eg dugi betri at seta
meg inn í, hvussu kvinnur hugsa
og ivist stórliga í, um eg hevði
dugað at skapa ein sannførandi
mannligan høvuðspersón. Eg
havi ikki hugsað so nógv um, at
einasti mannligi høvuðspersón-
urin er sinnisjúkur. Tað er eitt
sindur av tilvild, haldi eg, tí har
hugsaði eg mest um at lýsa tað
sjúka og fløkta sinnið, heldur
enn eitt mannfólk sum so.
Eitt skump í afturpartin
Sjálvt um hesi mannfólkini ikki
spæla so stórar leiklutir, so
megna teir oftast at avmarka
kvinnurnar, sum ikki koma fyri
seg, fyrr enn tað er ov seint.
– Ja, tað er eitt felags eyðkenni
fyri tær flestu, tí soleiðis haldi
eg, tað alt ov ofta er í
veruleikanum. Kvinnur lata seg í
alt ov stóran mun meta út frá
leiklutinum sum mamma og
kona, also einum leikluti, sum
bara er til í kraft av nøkrum
øðrum. Og ikki fyrr enn tað er
ov seint, varnast tær, at tær
gloymdu seg sjálvar.
Størsti trupulleikin í lívinum
hjá kvinnuni í søguni "Lykilin" er
jú, at hon ongantíð fekk børn.
– Ja, og ikki bara tað. Hon
roynir eisini at frígera seg sjálva
við at geva manninum skyldina,
so hon gerst eitt dupult offur.
Harvið letur hon hann bara stýra
sær enn meir.
So tú tekur ikki so synd í
hesum kvinnunum?
– Avgjørt ikki. Tær hava stóran
part av skyldini sjálvar. Jú meir
eftirlætnar tær eru, jú meir pláss
geva tær monnunum fyri at stýra
teirra lívi. Hesar søgurnar skulu
skiljast sum eitt skump í aftur-
partin á øllum kvinnum, sum
ikki taka ábyrgd fyri sínum egna
lívi.
Í skrell
Í søguni "Ein farri av kolvetni"
missir kvinnan fullkomiliga sín
samleika, tá maðurin doyr, og
synirnir flyta heimanífrá. Tað
einasta, hon nú hevur eftir at
liva fyri, er at passa mammu
sína, sum er á ellisheimi.
– Ja, og so at ganga á kon-
sertir, har tað eru mannligir tón-
leikarar, sum, eina løtu í hvussu
er, geva hennara lívi eitt sindur
av innihaldi. Hon er eitt dømi
um spiltar møguleikar.
Men hon skrivar jú yrkingina
"Ein farri av kolvetni".
– Ja, á eitt kaffifiltur, sum
sonurin brúkar til at gera kaffi og
síðani koyrir í skrellispannina.
Nú ætli eg ikki at tulka mínar
egnu søgur, men har er tað jú
rættiliga týðiligt, at tað er seg
Mamma er rithøvundur
- Kvinnur skulu læra seg at flyta strúkibrettið, rudda borðið, biðja
mannin ansa børnunum og so bara seta seg niður og eiga løtuna
sjálvar. Tað ber væl til, og tað er soleiðis, eg sjálv havi skrivað Ein farra
av kolvetni, sigur Marjun S. Kjelnæs, rithøvundur.
Marjun S. Kjelnæs við dóttrini Jórun
sjálva og sín dreym, hon letur
fara í skrell. Tá hann spyr, um
tað ger nakað, at hann brúkti eitt
filtur, sum okkurt var krutlað á,
sigur hon bara, "Nei, hatta mundi
ikki hava so nógv uppá seg".
Hon ofrar seg sjálva enn einaferð
- har var jú nakað, men tað bleiv
also brúkt til okkurt annað, enn
tað var ætlað til. Á sama hátt,
sum hennara egna lív.
Títt egna rúm
À upplestrakvøldinum á Klaks-
víkar Bókasavni endurgav tú
Virginia Woolf, sum hevur sagt,
at "Øvut monnum, eiga kvinnur
ikki longur sítt egna rúm at
skapa í, eftir at tær hava fingið
børn." Ert tú samd við henni?.
– Nei, als ikki. Kvinnur skulu
læra seg at flyta strúkibrettið,
rudda borðið, biðja mannin ansa
børnunum og so bara seta seg
niður og eiga løtuna sjálvar. Tað
ber væl til, og tað er soleiðis, eg
sjálv havi skrivað hesa bókina.
Gamaní, tað er ivaleyst ein av
orsøkunum til, at eg skrivi í
bitum og also fyribils bara stutt-
søgur, men víst ber tað til. Vit
kvinnur og mammur eiga ikki
bara okkara egna rúm at skapa í.
Vit hava sanniliga eisini skyldu
til at brúka tað.
Allir høvuðspersónarnir í
bókini skapa list av onkrum
slagi, og fleiri av teimum skriva.
Er hetta at skriva um at skriva
eitt slag av listarligari sjálv-
rannsakan?
– Tað er tað ivaleyst. Tað er jú
altíð lættari at flyta sínar tankar
yvir á skaldsligar persónar, og
lata teir dragast við trupulleik-
arnar. Men hesir trupulleikar ella
spurningar skuldu helst verið eitt
sindur meir almennir enn tað. At
skapa list er ein máti at fylgja
einum dreymi, og øll hava vit jú
dreymar um okkurt annað enn
tað, vit standa í beint nú. Eitt
stað, innan í okkum sjálvum, vit
kundu hugsað okkum at farið til
ella komið aftur til.
Stunandi eftir orsøk
Undirheitið á bókini er "Søgur
um lindir og leitan", og eitt
gjøgnumgangandi tema er eisini
menniskju, ið leita. Aðrastaðni
sigur tú, at tey stuna eftir orsøk.
Hví er tað so avgerandi, at finna
eina orsøk?
– Eg trúgvi, at tað er drív-
megin hjá teimum flestu? Hvat
mínir persónar finna, ella um tey
yvirhøvur finna nakað, má verða
upp til lesaran at gera av. Mín
uppgáva er bara at fylgja hesum
menniskjum í teirra leitan og
kanska seta spurningar á leiðini
um, hví tey leita. Hetta er í
hvusssu er nakað, vit øll kenna
okkum aftur í - kanska meir enn
nakrantíð fyrr. Alt skal hava eina
orsøk, og jú fleiri orsøkir vit fáa
ella finna, jú fleiri krevja vit. Tað
er ikki pláss fyri gandi ella
tilvild í okkara lívi longur, men
kanska er tað júst tað, vit leingj-
ast og leita eftir. Hetta er eisini
ein máti at siga, at vit ongantíð
síggja meir enn eina lítla flís av
sannleikanum um menniskjuni,
vit eru saman við. At tað altíð
liggur okkurt nógv meir og
djúpri og goymir seg undir yvir-
flátuni.
Ummæli
Tað er kanska ikki serliga týði-
ligt, tí ein ummælari sær tínar
persónar nettupp sum tómar
pappírsdukkur?
– Júst hatta sjónarmiðið
kløkkaði meg eitt sindur, tí ein
av reyðu tráðunum í søgunum er
nettupp longsilin eftir øllum tí,
sum ongantíð kom fram. Eg veit
ikki. Haldi tað bara vera synd í
einum ummælara, sum ikki dugir
at síggja, at skaldsligir persónar
gott kunnu vera heilir, uttan at tú
penslar teir út í smálutir. Men
eitt ummæli er bara ein meining
millum so nógvar aðrar.
So vánalig ummæli nerva teg
ikki stórvegis?
– Ummæli, eisini tey vánaligu,
mást tú vera fyrireikað uppá, tá
tú stingur nøsina fram við at
geva eina bók út. Tað mest irri-
terandi er nokk ummælarar, sum
tveita um seg við pástandum,
uttan at grundgeva fyri teimum.
Tú kanst bara siga, "Ná?" og so
blíva kedd, óð ella líkaglað, men
tú fært ikki brúkt tað til nakað.
Tiga til alt er lýtaleyst?
– Eitt ummæli fanst at mínum
málbrúki og kom við fleiri
grundgevingum ella dømum.
Slíkt er í fínasta lagi, tí tað kann
eg sita og gruna yvir. Og eg veit,
at júst hatta við tí føroyska
málinum er ikki mín sterka síða.
Eg skal ikki geva nøkrum
skyldina, men tað, vit lósu í
fólkaskúlanum, vóru stirvnar og
turrar lýsingar av eini farnari tíð,
sum ikki júst stimbraði mín hug
at lesa bøkur á føroyskum. Tí las
eg eisini mest danskar og seinni
enskar bøkur, og tað hevur tíverri
ávirkað mítt føroyska nakað
nógv.
– Men tá eg las hatta um-
mælið, mátti eg spyrja meg
sjálva: Jú, men skal eg so sita og
tiga, inntil alt er lýtaleyst? Og
hvat er í grundini rætt føroyskt?
Tað er tað, eftir málkjakinum at
døma, ikki bara eg, sum ivist í.
Men føroyskt kann vera eitt
ótrúliga vakurt mál, og eg vildi
ynskt, at eg dugdi betri at brúka
tað. So tað er bara nakað, eg má
arbeiða meir við.
Rithøvundur? Ná, so tú
arbeiðir ikki?
Nú valdi tú at geva eitt
stuttsøgusavn út hesuferð. Hevur
tú ambitiónir um at skriva eina
skaldsøgu einaferð í framtíðini?
– Ja, og eg eri eisini í holt við
onkra verkætlan, so tað er av-
gjørt ein dreymur. Men tað
krevur meir planlegging. Og so
havi eg eisini ein dreym um at
fara á rithøvundaskúla fyri at
læra handverkið betri.
So tú hevur kanska ætlanir um
at liva sum rithøvundur
burturav?
– Ja, eg segði mítt starv sum
sjúkrarøktarfrøðingur frá mær í
2000 fyri at kunna savnað meg
um at skriva. Tað var eisini tað
sálarliga í tí, at eg nú kundi siga
við meg sjálva, at nu geri eg bara
hetta, tí hetta er tað, eg vil. Tað
gjørdi skrivingina eisini meir
ítøkiliga onkusvegna.
Hava fólk hildið hetta verið
eina løgna avgerð at taka?
– Summi, serliga hetta at vera
rithøvundur. Tá eg sigi tað,
spyrja tey: "Ná, so tú arbeiðir
ikki?" Eg veit ikki, um fólk
halda, at eg bara siti heima og
slappi av og hugni mær. Onkun-
tíð skoyti eg uppí, at eg fram-
vegis taki onkrar vaktir á sjúkra-
húsinum av og á - mest fyri at
fáa mítt lív at ljóða meir
"normalt". Men eg arbeiði also
sum ritøvundur, og tað kann vera
rættiliga strævið - og so verður
tú ongantíð liðug, sigur Marjun
S. Kjelnæs, rithøvundur, at enda.
Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004
9
Nýggja bókin hjá Marjuni S.
Kjelnæs hevur heitið Ein farri av
kolvetni - Søgur um lindir og
leitan. Á bakpermuni lýsir
Marjun søgurnar soleiðis:
"At bora inn í menniskjasinnið
krevur djarvar kanningar og
eina tilbúgvingarætlan fyri lívið,
men roynst má tað! Og hygg,
hvussu tey øll leita rundan um
teg, trilva seg fram í myrkri,
dansa oman eftir smølum
trappum við vindi í hárinum,
ríða gjøgnum tóma rúmd.
Alt livandi stunar eftir orsøk.
Finna tey?
Finnast tey?
Nýggju royndarboringar eru í
væntu."
UM BÓKINA
Marjun Syderbø Kjelnæs er fødd í Tórshavn í 1974, har hon eisini er
uppvaksin. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, men arbeiðir nú
sum rithøvundur burturav.
Marjun hevur áður havt stuttsøgur á prenti í tíðarritinum Birting og
Atlantic Review. Ein fari av kolvetni er tó hennara fyrsta einstaka
útgáva,
Í 2000 vann stuttsøgan "Russiskur dansur" eina kapping, sum
Dimmalætting skipaði fyri. Árið eftir vann stuttsøgan "Kópakona"
aðru virðisløn á Listastevnu Føroya, og í 2002 vann útvarpsleikurin
"Trongd" fyrstu virðisløn, eisini á Listastevnuni.
Í februar í ár fekk Marjun gávugóðs úr Grunni Thorvalds av Steinum,
ið er grunnur, sum hevur til endamáls at stuðla ungum listafólki.
UM RITHØVUNDAN
- Vit kvinnur og mammur eiga ikki bara okkara egna rúm at skapa í. Vit
hava sanniliga eisini skyldu til at brúka tað, sigur Marjun S. Kjelnæs,
rithøvundur
Marjun S. Kjelnæs og Steintór Rasmussen, tveir av okkara yngru
samtíðarhøvundum lósu upp úr sínum fyrstu útgávum á Klaksvíkar
Bókasavni mikukvøldið
C
M
Y
K
31
30