Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004 TINGHELLAN Bogi Eliasen cand.scient.pol Løgtingsval var í januar og tá hendi tað, sum henda kann í okkara skipan, at triðstørsti flokkurin fekk flest umboð á ting. Hetta elvdi til kjak og fleiri politikarar søgdu seg vilja broyta valskipanina, og í vikuni var ein fyrispurningur á Tingið hesum viðvíkjandi og tykist vilji at verða fyri broytingum. Ársins løgtingsval var eisini ein vanlukka í javnstøðuhøpi, einans tríggjar kvinnur komu á ting, eingin kvinna fekk landsstýrissess og eingin kvinna er formaður ella næstformaður í nakrari fastari tingnevnd. Sostatt er ikki neyðugt hjá Løgtinginum, hesa setuna, at hugsað um hvørt tað er rætt at brúka heitini formaður og næstformaður, tí har sleppa einans menn framat. Úrslitið av valinum 2004 var, at færri enn 10% av tingmanningini eru kvinnur og at størsta atkvøðutalið ikki neyðturviliga merkir flest umboð í Løgtingið. Yvirumboðan Okkara valskipan er so háttað, at útjaðaraøkini eru yvirumboðaði, hetta er ein leistur lagdur, tá valskipanin bleiv gjørd, fyri at tryggja teimun umboðan. Um føroyska valskipanin skal broytast soleiðis, at allar atkvøð- urnar viga eins nógv, ber illa til at hava omanfyrinevnda fyriliti. Tí er neyðugt at spyrja, skulu vit broyta føroysku valskipanina, skal broytingin so taka fyrilit fyri at øll økir í landinum eri vís í at fáa umboðan og møguliga yvirumboðan, ella er tað mest umráðandi at tryggja, at allar atkvøðurnar viga eins nógv, soleiðis at størsti flokkurin í atkvøðutalið eisini fyri vist hevur størstu tingmanningina? Ein møguleiki er eitt valdømi. Her koma allar atkvøðurnar at viga tað sama, men vandin er, sum sagt, at onkur øki onga umboðan fáa í Løgtingið. Her mugu vit velja annan leistin. Kvinnuumboðan Hin trupulleikin, sum hevur verið nógv frammi, er kvinnu- umboðan. Sjálvur havi eg hug at skammast yvir, at kvinnuum- boðanin á Tingi er undir 10%. Men tað hjálpir ikki so nógv. Heldur spyrji eg; hví er tað soleiðis og ber tað til at broyta hetta? Skulu vit hava skilmarkaði pláss í Løgtinginum til kvinnur, t.d. minst 25 ella 30 prosent. Skulu vit heldur, sum Sjálv- stýrisflokurin ætlar, bera so í bandi, at helvtin av valevnunum á listunum skula verða kvinnur? Skal tað verða upp til flokkarnar sjálvar, at syrgja fyri at fleiri kvinnur koma á Ting, ella skal skipanin broytast fyri at røkka hesum máli? Her kann spyrjast um tann skipanin vit hava ger, at vit fáa tey røttu fólkini inn í politik og um møguliga veiki leikluturin hjá Løgtinginum í okkara skipan ger, at kvinnur ikki hava tann stóra áhugan í at sita á Tingið? Tað, at kvinnur skulu fáa tryggjaðan part av løgtingsum- boðanini, hevði ikki verið koll- veltandi fyri føroysku skipanina, tí valøkini hava longu henda framíhjárætt. Soleiðis vildi broytingin bert verið, ein ávísur partur at løgtingssessunum verður skilmarkaður kvinnum, eins og hann verður skil- markaður teim ymsu valøkjunum ídag. Men um tað er rætti hátturin, eri eg ikki vísur í. Valskipan og kommunur Føroyar eru nógv broyttar síðani valskipanin bleiv gjørd. Serliga er undirstøðukervið nógv betri og við Vágatunnlinum og kom- andi tunlum til Norðoyggjar og møguliga Sandoynna, gerst meginøki sera stórt. Harafturat gera kommusamanleggingar, at onkur kommuna fer at verða í tveimum valdømum. Soleiðis passa valdømini ikki allastaðni longur soleiðis, at talan er um nátturligar eindir. Tí er tað av stórum týdningi at spyrja; eigur ein broyting av stýriskipan og/ella vallóg at verða framd saman við einum kommunalum endurbygnaði? Er Løgtingið ov veikt? Síðan stýriskipanarlógin kom, hevur mangan verið sagt, at Løgtingið er ov veikt. Í einum kjaki um valskipan er møguliga neyðugt eisini at nema við, hvat tað er vit vilja við Løgtinginum og hvønn leiklut Løgtingið skal hava. Kann Løgtingið styrkjast við eini øðrvísi valskipan, t.d. um farið var aftur til afturlatnar flokkslistar, ella fáa vit betri landspolitik við einum valdømi? Er nakar høpi í at fáa eitt val- dømi, um vit ikki samstundis fáa sterkari kommunur? Men tað er umráðandi at minnast til, at valskipanin er eitt amboð fyri at skapa tað politisku skipanina vit helst vilja hava. Valskipanin skal ikki verða eitt endamál í sjálvum sær. Vit á Tinghelluni ætla komandi vikurnar at viðgera føroysku valskipanina og leiklut Løgtingsins. Er tørvur á broytingum ella hava vit kanska brúk fyri eini heilt nýggjari skipan? Vit vóna at fáa fleiri fólk og áhugabólkar at skriva um hetta evni, fyri at fáa eina so breiða viðgerð sum møguligt. Føroysk valskipan – hvat vilja vit? Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004 11 KLUMMAN Finnbogi Ísakson Tað er tiltikið og heldur útslitið orðatiltak, at fara vit upp úr einari veit, so detta vit niður í eina aðra. At ganga eftir rygginum duga vit ikki. Líka so lítið tykjast vit menniskju at hava ásannað, at eftir eina aksjón kemur ein reaksjón. Tá vit hava trumlað eina fatan ígjøgnum nóg leingi, fara fólk at venda sær ímóti henni, og gongdin verður tann øvuta vegin. Okkurt dømi: Tá tað sokallaða 68- ættarliðið var í vælmaktini, var ein uppáfinningin, at tað var skeivt og komiskt at vaska sær væl, greiða sær og ganga í hampaklæðum. Hygg so í dag: nú er tað skomm at ganga skitin og tvitin og ófantaliga ílatin. Ein rættur maður gongur til dagligt í slipsi - uttan so, at arbeiði hansara forðar honum í tí - og konufólkini eru so uppsnákað sum neyvan nakað tíðarskeið fyrr. Ella: í mong ár var tað gott latín í mongum londum í Vesturheiminum - øllum teimum, har politikarar og onnur ikki hildu seg vera líka býtt sum amerikanarar - at tað almenna skuldi í heilt stóran mun leggja seg út í gerandis- dagin og lívsførsluna hjá fólki, vinnulívið og arbeiðsmarkn- aðin. Í dag er øvut, vinnulívi og arbeiðsmarknaði viðvíkjandi. Um allan heim, mestsum, er tað næstan ein trúarlig fatan, at tað almenna skal halda fingrarnar so langt burtur sum gjørligt frá vinnulívinum - og arbeiðs- marknaðinum. Eisini skula fleiri og fleiri tænastur, sum vórðu hildnar at vera natúrligar at røkja hjá tí almenna, latast upp í hendurnar á tí privata. Enntá sjúkrahúsverkið. Heilt so liberalt er tað ikki vorðið við almennari uppí- legging í gerandisdagin og lívsførsluna hjá fólki. Ikki tí, royndirnar á hesum øki hava ikki bara verið góðar. Tað kendasta dømið um eitt vánaligt úrslit er rúsdrekkaforboðið í USA. Móti endanum av 19. øld og fyrst í 20. øld gjørdist fráhalds- rørslan sterk í mongum londum. Hon stríddist fyri at fáa totalt forboð sett móti rúsdrekka, og hennara sjónarmið vunnu fram í summum londum. Ísland, Finnland, USA, allir landspart- arnir í Kanada uttan ein og í eitt styttri tíðarskeið Russland settu rúsdrekkaforboð í gildi. Aðra- staðni, eitt nú í Noregi og Svøríki, vórðu aðrar avmark- ingar gjørdar, men ikki forboð. Í 1922 var fólkaatkvøða í Svøríki um at seta rúsdrekka- forboð í verk. Ein tepur meiriluti var ímóti. Úrslitið hevði ávirkan á forboðslondini, har tað totala forboðið ikki hevði riggað. Fólk løgdu ikki av at drekka, hóast tað var for- boðið. So við og við vórðu forboðslógirnar settar úr gildi. Men tá var skaðin hendur, í hvussu so er í USA. Mafiosar av Sisilia vóru komnir til USA og framdu brotsmannavirksemi har á sama hátt sum heima, men ikki fyrr enn í forboðs- tíðini fingu teir rættiliga høvdið fyri seg. Ólóglig framleiðslan av brennivíni, ólógligur flutn- ingur, ólóglig søla og ólógligar barrir vórðu samskipað um alt Amerika. Mafian var komin fyri at vera. Hon hevur síðani verið ein pestilensur í ameri- kanska samfelagnum. Einki hava vit lært av tí. Nú er tað tubbakið, sum stendur fyri tørni. Sum so mangt annað hevur tann dillan sín uppruna í Amerika, har stríðið ímóti royking rættiliga varð samskip- að fyri einum 10-15 árum síðani. Nú skuldi ongin festa sær í aftur. Tað varð ikki forboðið at selja tubbak, heldur ikki at roykja, men á fleiri og fleiri støðum varð forboðið at roykja. Hesin politikkur tókti mær løgin og stundum eitt sindur láturligur, tá eg var á ST- aðalfundi í New York í ein mánað fyri 10 árum síðani. Í bygninginum, har danska ST- sendistovan helt til - einum háhúsum - var forboðið at roykja, men ST-sendiharrin loyvdi kortini, at ein stova var roykistova. Í Central Park var hvørki loyvt at roykja ella fáa sær eina øl, og tí gingu menn har við barnavogni, sum tó einki barn var í, men øl til sølu. Í tubbaksplantasjuni, sum fyrsti forsetin George Washington hevði átt, var ikki loyvt at festa sær í. Uttan fyri tann stóra bygningin hjá IBM gingu menn og royktu - 30 metrar frá húsunum ella meir. Síðani er roykiforðið í New York og USA annars munandi víðkað. Í Írlandi kom forboð í gildi fyri nøkrum døgum síðani at festa sær í á hvørjari barr. Og soleiðis er gongdin í flestu londum: tað skal vera loyvt at roykja, bara ikki her. Og heldur ikki har. Tað man vera tað, sum kallast tekniskar forðingar. Vit eru heldur ikki sør í Føroyum. Tað almenna hevur sett rættiliga strangar reglur í gildi. Og Strandferðslan er vist tann mest fanatiska. Har er als ikki loyvt at festa sær í innan- dura yvirhøvur. Um ikki so langa tíð kemur ein nýggjur Smyril, stórt skip, einar 10 metrar longri enn gamla Norrøna. Men tað er so eiða- sørt, at tað ber til at finna ein krók, har roykjarar kunna festa sær í. Vilja teir hava ein guv, skula teir út í vátasletting og sjórok. Einki hava vit lært. Rokna fanatikarnir veruliga við, at fólk leggja av, bara tí at nøkur roykiforboð verða sett í gildi? Vita teir ikki, at um allan heim og til allar tíðir hava menniskj- uni notið rúsandi evni? Í Fjar- eystri hava fólk úr elstu tíðum notið opium, kokain og hash. Í Evropa var tað mjøður og vín. Í Amerika tubbak. Aksjónin til frama fyri for- boði nú verður fyrr ella seinni møtt við einari reaksjón. Tá fer kanska alt at verða loyvt, eisini tey rúsevni sum eru forboðin í dag. Men tá ger tað kanska tað sama, tí meðan forboðið at roykja tubbak hevur verið í gildi, eru fólk kanska farin at njóta onnur rúsevni, sum eru lættari at hava við sær allastaðni - á arbeiðsplássum sum alt annað - uttan at nakar gevur sær far um tað, verður tað notið í smáum nøgdum. Ikki stúri eg fyri, at tubbaks- forboð fer at elva til eina Mafiu í Føroyum. Men skaðin kann gerast nóg stórur kortini. * PS. Hetta verður ikki skrivað av tí, at eg havi brúk fyri einum liberalum tubbakspolitikki. Eg legði av at roykja fyri trimum árum síðani og havi ongar ætlanir um at byrja aftur. Einki læra vit Landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jógvan við Keldu, sigur í sambandi við kjakið og ynskið um broytingar í valskipanini, at Innlendismálaráðið hevur skrivað eitt rit við nøkrum staðfestingum um val- skipanina. Men ongin ítøkilig politisk ætlan liggur á borðinum enn, sigur hann VALSKIPANIN Hans Kárason Mikkelsen hans@sosialurin.fo Kjakið um vallóggávuna hevur ofta verið uppi og vent, og nú er aftur tos um størri broytingar í vallóggávuni. Kári P. Højgaard, tingmaður fyri Sjálvstýrisflokk- in, sigur í fyrispurningi til Jógvan við Keldu, at " verandi skipan er grundleggjandi órættvís, tí hon ikki byggir á líkaregluna, og allir veljarar verða ikki settir líka." Við hesum sipar tingmaðurin úr Eysturoynni til, at summir tingmenn kosta minni enn aðrir. Til dømis á Sandi, tað bíligasta valdømið, kostaði ein valdømis- valdur tingmaður við síðsta val 513 atkvøður. Meðan í Suður- streymoyar valdømi, tað størsta valdømið, skuldu 1.475 atkvøður til hvønn valdømisvaldan ting- mannin við síðsta val. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein val- dømisvaldur tingmaður í Tórs- havn er verdur umleið tíggjar valdømisvaldar tingmenn á Sandi. Tískil metir Kári P. Højgaard, at valskipanin er grundleggjandi órættvís, tí atkvøður hjá ymsum veljarum kring landið eru ikki altíð líka nógv verdar. Og frá hesum er ikki langt frá at fram- seta ta grundgevingina, at núver- andi skipan er ódemokratisk. Og tað eru tað fleiri, bæði eygleið- arar og politikarar, sum hava gjørt. Jógvan við Keldu, landsstýris- maður í innlendismálum, sigur, at mann er komin so mikið stutt við arbeiðinum, at mann bert hevur gjørt nakrar staðfestingar um, at vallógin er ikki fullkomin. - Tú fært ongantíð eina rætt- vísa lóg. Um tú hyggir eftir dønum, har teir hava tríggjar ymiskar roknihættir, so er tað heldur ikki fullkomið. Tá ið ein vallóg verður gjørd, so er tað ikki bara matematikk. Men spurningurin er, hvussu tú tænir økjunum, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður. Jógvan við Keldu veit væl, at stórur munur er á økjunum, tí tingmennirnir kosta ymiskt. Men heldur hann eisini, sum Kári P. Højgaard, at tað er órættvíst, at tað er munur á atkvøðutalinum kring landið, sum skal til fyri at sleppa á ting? - Reint matematiskt er tað órættvíst. Men spurningurin er, hvat tú vilt við einara vallóg. Nú varð handa lógin samtykt 1979 og broytt í 2002. Men samfelagið broytist alla tíðina, nevniliga fleiri fólk koma at búgva í mið- staðarøkjunum, meðan minking verður í útjaðarøkjunum, sigur Jógvan við Keldu. Røddir hava verið frammi um at gera Føroyar til eitt valdømi, men Jógvan við Keldu heldur, at hetta er øgiliga langt at ganga. - Grønland hevur til dømis eitt valdømi, og tað er óguliga misjavnt, hvussu mann er nøgdur. Men mann má siga, at gongdin er ímóti størri eindum, sigur Jógvan við Keldu. Tað hevur eisini verið ført fram, at fyri at minka um munin millum valdømini, so kann mann tildømis taka tingmenn frá valdømum, har teir kosta lítið. Uppskot hava til dømis verið Sandoyar valdømi og Suðuroyar valdømi. - Hvat er eitt valdømi og hvussu stórt skal tað vera? Er tað rætt, at ein tingmaður úr Sand- oynni kann kosta nógv minni enn ein í Suðurstreymi. Hetta er tann spurningurin, sum vit skulu taka støðu. Men eg haldi, at tað er ov tíðliga hjá mær at úttala meg um hetta. Eg havi faktisk onga útdeilda meining, og Føroya Landsstðri hevur heldur ikki kjakast um hetta evnið enn, sigur landsstýrismaðurin Jógvan við Keldu. Jogvan við Keldu sigur, at tað sum fer at henda nú, tað er, at embætisfólkið kemur við einum uppriti um, hvussu mann til dømis kundi lagt broytingina til rættis. - Og tá tað er hent, kunnu vit kjakast um broytingina á politiskum stigi og við serkøn fólk, til dømis samfelagsfrøð- ingar, sigur Jógvan við Keldu. - Eg ætlaði at fyrileggja hetta fyri Tinginum í komandi ting- setu, men tað er ið so skjótt. So eg rokni við, at tað kemur ikki at halda. Men í heyst vænti eg, at vit hava eina skabelón, sigur Jógvan við Keldu, landsstýris- maður í innlendismálum. Altso sigur Jógvan við Keldu, at lítið vatn er runnið í ánni í sambandi við broyting av val- skipanini. Tískil kunnu føroy- ingar ikki vænta sær eina broyting í føroysku valskipanini fyrstu mánaðirnar, men í øllum førum røkist okkurt fyri, at broyting kemur í áðrenn næsta løgtingsval. Jógvan við Keldu um broyting í valskipanini: Ongar ítøkiligar ætlanir enn - Eg ætlaði at fyrileggja hetta fyri Tinginum í komandi tingsetu, men tað er í so skjótt. So eg rokni við, at tað kemur ikki at halda. Men í heyst vænti eg, at vit hava eina skabelón, sigur Jógvan við Keldu, landsstýrismaður í innlendismálum. C M Y K 33 32