Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 18

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 78 - 24. apríl 2004 35 12 Sosialurin Nr. 78 - 24. apríl 2004 "Einki er so vandamikið og destabiliserandi í einum landi við sterkum etniskum spenningum sum demokrati" Nakað soleiðis orðaði ein serfrøðingur í altjóða viður- skiftum við Københavns Universitet seg. Undirritaði var eitt kvøldi til pallborðsfund, har evnið var støðan í Irak, og fleiri serfrøðingar á økinum gjørdu sínar viðmerkingar. Hvørja ferð George Bush, Tony Blair og teirra samsintu eru í fjølmiðlunum og gera viðmerkingar til støðuna í Irak, leggja teir dent á, at Irak skal gerast ein framkomin og demokratiskur statur í Miðeystri. Landið skal vera ein viti í økinum, sum skal vísa øllum hinum londunum á rætta leið. Demokrati er svarið uppá allar heimsins trupulleikar. Um vit bara innføra demokrati allastaðni, verður alt so sára gott. Tað, sum omanfyrinevndi serfrøðingur roynir at vísa á, er, at tað ikki altíð ber til at demokratisera eitt land uttan stórvegis hóvasták. Shia- muslimarnir krevja sjálvandi fult sjálvstýri, og at demokrat- isk val skulu fyriskipast beinanvegin. Á henda hátt kunnu teir tryggja sær meiri- lutan og harvið valdið í land- inum. Hetta hóvar sjálvsagt ikki sunni-minnilutanum og kurdunum norðanfyri, sum ikki vilja finna seg í at verða stýrd av shia-muslimunum, og tað kann elva til stríð millum fólkabólkarnar. Rwanda og Jugoslavia eru tvey ræðandi dømir um slíkt í nýggjari tíð. Vandin er, at landið flytur seg frá einaræði undir Saddam Hussein til eitt fleirtalsdiktatur, har shia- muslimarnir, sum telja 62 % av fólkinum, fara at kúga minnilutarnar. Demokrati er sjálvandi tað mest ynskiliga, men tað er ikki í øllum londum, at hetta letur seg so væl gera. Tað sæst eisini longu nú, at tað vera prestarnir, sum fara at hava ein týðandi leiklut framyvir. Demokrati viðførir sostatt ein stat knýttan at religiónini, har sekularisering er ein býur í Sibiria. Ein beinleiðis avleiðing av hesi "desekularisering" er eitt nú, at kvinnur í Irak hava fingið verri rættindir í samband við hjúnaskilnað enn áður. Soleiðis virkar demokratiið í Irak. Endamálið við hesum teldubrævinum er bert at vísa á nakrar trupulleikar, sum fólk sjáldan geva sær far um, og ikki at fortelja tykkum, hvussu íkomni knúturin kann loysast beint her og nú. Vandamikið demokrati TELDUBRÆVIÐ Frá: Stefan í Skorini, skorini@gjk.dk Til: post@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Føroyski tónleikarin Teitur Lassen hevur nú lagt leiðina aftur til Norðuramerika, har hann skal spæla nógv næstu tíðina. Teitur hevur seinastu vikurnar verið í Europa og spælt, og umframt framførslur í Norðurlondum, hevur hann eisini spælt í Hollandi og í Onglandi. Teitur hevði fleiri konsertir í Danmark, og har vóru nógvir føroyingar og lýddu á. Men tað vóru ikki bara landsmenn hjá Teiti, sum vildu sleppa at hoyra hann, tí áhugin fyri tónleikin hjá honum er vaksandi allastaðni. Teitur hevur onkrar framførslur í Kanada í hesi vikuni, og síðani skal hann spæla mest sum hvønn dag komandi mánaðin ymsastaðni í USA. Teitur kemur aftur til Føroya seinni í ár, og tá skal hann spæla á Listastevnuni. Teitur aftur til USA Føroysku gospelbólkurin I AM var nógv frammi fyri jól, tá ið teir spældu til nógvar konsertir og góvu fløgu út. Bólkurin hevði rættiligan undanvind við fløgusøluni, og eisini á palli tóktist bólkurin verða betri upplagdur enn nakrantíð áður. Seinastu mánaðirnar hevur ikki verið nógv at hoyrt til I AM, men tað er bara stille før stormen. Sangarin í bólkinum, Birgir Sigurðsson, er á skúla í Danmark, og tað avmarkar eitt sindur, hvussu nógv bólkurin kann spæla. Men í summar fer I AM aftur í gongd við konsertframførslur. Bólkurin ætlar sær at spæla í Føroyum, men møguliga verður eisini onkur uppgáva uttanlands. Bólkurin hevur áður sagt alment, at teir royna at sleppa fram at til tiltøk uttan fyri landoddarnar, og okkurt bendir á, at teir fara at fáa onkra uppgávu. I AM savnar orku Teitur hevur næstu vikurnar eina ørgrynnu av konsertum í USA I AM liggur eitt sindur í dvala í løtuni, men rockbólkurin kemur sterkt aftur í summar Skrivstovufólk Royndarstøðin á Búnaðardeplinum í Kollafirði søkir eftir skrivstovufólki til fjølbroytt arbeiði. 20 fólk arbeiða á deplinum í fríum umhvørvi. Arbeiðið kemur m.a. at fevna um: • Arbeiði við roknskaparskjølum • Skriving av frágreiðingum • Brævaskriving • Arkivering Førleikakrøv: • Góðan kunnleika innan føroyska rættskriving • Royndir innan tekstviðgerð og rokniark á teldu • Góð samstarvsevni • Royndir frá líknandi starvi Løn sambært sáttmála við starvsmannafelagið Arbeiðstíð: Uml. 20 tímar um vikuna býttir á 3-4 dagar millum kl. 08.00 og 16.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Peder Haahr tlf. 479002 ella 479003 Umsókn Skrivlig umsókn skal vera Royndarstøðini í hendi í seinasta lagi 16. mai 2004. Royndarstøðin Búnaðardepilin · 410 Kollafjørður Bóndur – fyritøkur! Góðkenning av vistfrøðiligum úrdráttum í Føroyum Ert tú áhugaður í at vera millum tey fremstu innan umhvørvisvinarliga framleiðslu? Um so er kann vistfrøðilig góðlkenning koma til gagns fyri teg. MBM fyrireikar fyrstu metingarnar í samstarvi við góðkenningarstovnin TÚN. Í døgunum 26/4 til 3/5 er møguligt at fáa óbindnandi vitjan og meting av viðurskiftunum. Upplýsingar og bílegging á tlf. 216026 Bjørn Patursson Trukkskeið byrjar mánadagin 26. apríl kl. 19.15. Tilmelding á tlf. 318821 ella 218777. Sp/f Koyrikortið v/ Hans J. Hermansen Slættanesgøta 5 C M Y K 35 34