Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-29, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mai 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tøkni Her er eitt lekkurt og elegant cover til tín iPad, sum verjir teldilin móti flestu vandum. Tú setur iPad’in fastan við fýra lítlum gummi- haldarum, sum passa til hornið á teldlinum. Og hevur tú fyrst trýst hann rætt upp á pláss, fer iPadu’urin ongan veg. Tað er sjálvandi ikki uttan orsøk, at Belkin hevur doypt hetta Cinema Stripe Folio, tí tá umslagið verður opnað, kanst tú stilla iPad’in í fimm ymsar støður, har hallið er ymiskt. Og tað er perfekt, um tú skalt hyggja at myndum ella filmi á skíggjanum. Samanlagt er talan um eina sterka og praktiska vøru, sum samstundis tykist eitt sindur ekslusiv. Vilt tú pakka tín iPad inn, er Belkin Cinema Stripe Folio avgjørt ikki vánaligasta valið. Soleiðis gert tú til iPad til ein laptop – næstan í øllum førum. YourType Folio + Keyboard frá Belkin gevur tær bæði eitt cover til verju og eitt Bluetooth-knappaborð til tín iPad í eini pakkaloysn. Og tað riggar so at siga uttan trupulleikar. Tú skalt bert trýsta á ein knøtt, so eru iPad og knappaborð sambundin, og hevur tú sett iPad’in í »lumman«, kann hesin setast á skák við síðurnar av knappa­borð­ inum, sum verður heft móti umslagnum við velcro. Sjálvt knappaborðið riggar sera væl. Knappar­ nir hava hóskandi trýst-støðu, og tað er rætta plássið millum teir. Hinvegin eru knøttarnir nakað lítlir, og hóast Bluetooth-knappaborðið ger tað lættari at skriva longri tekstir, enn um tú nýtir virtuella knappaborðið hjá iPad, so er hetta ikki heilt tað sama sum ein fartelda. Sjálvvirkandi funkan, sum skal læsa skíggjan, tá cover’ið verður koyrt aftur, riggar ikki, og tá tú rennur avstað við øllum pakknum, so hugsar tú kanska eisini, at tað nú hevði verið eins lætt við eini 11 tumma MacBook Air. Tekstur: Peter Gotschalk Pimpa Paddin Skal iPaddurin brúkast til langar tekstir? Vilt tú bara ansa betur eftir tí besta,sum tú eigur, ella nýtir tú hann sera nógv til spøl og filmar? Her er tilhoyrið, sum ger tína iPad-uppliving enn feitari GADGET: iPad tilhoyr Belkin Cinema Stripe Folio . . . 399,- Belkin YourType Folio + Kb. . . 799,- Logitech Joystick for iPad . . . . 129,- Logitech Solar Keyb. Folio . . . 899,- Logitech Tablet Kb. for iPad . 499,- Logitech Ultrathin Kb. Cover . 599,- Targus Versavu . . . . . . . . . . . . . 449,- Vit testa: Belkin Cinema Stripe Folio Belkin YourType Folio + Keyboard Kann nýtast til: iPad2, New iPad, fjórða ættarliðs iPad við Retina-skíggja Kann nýtast til: iPad2, New iPad, fjórða ættarliðs iPad við Retina-skíggja 399 krónur www.elgiganten.dk Meting ★★★★★★ 799 krónur www.elgiganten.dk Meting ★★★★★★ Logitech Joystick for iPad Kann nýtast til: iPad, iPad2, New iPad, fjórða ættarliðs iPad við Retina-skíggja »Ikki bara til arbeiðis« kundi kanska staðið á kassanum, tá tú keypir ein iPad. Fakta er í øllum førum, at tey flestu av okkum brúka hampuliga nógva tíð við iPad til spøl. Og heldur tú, at stýringin við einum sonevndum virutellum joystick er heldur trupul – ella gevur ov nógv fingramerki á skíggjan – so kanst tú hóskandi brúka nakrar pengar til Logitech Joystick for iPad, sum gevur tínum virtuella joystick eitt meira kropsligt skap. Eitt annað mál er so tað, at tað eru alt fleiri spæl, sum einvíst kunnu stýrast við gyroskpi og accelerometur, og tá riggar altso ikki at nýta eitt Logitech Joystick. 399 krónur www.elgiganten.dk Meting ★★★★★★