mikudagur 29. mai 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 29. mai 2013 · Nr. 60
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tøkni
Dýrasta vøran í hesi greinarøðini er kanska
tann, sum kann spara tær pening hóast alt.
Tí við Solar Keyboard Folio hjá Logitech
skalt tú ikki keypa nýggj battaríir, og løðarin
verður fyri tað mesta als ikki brúktur. Hetta
knappaborðið verður nevnliga løtt við
sólpanelum, og ein dagur í sólini skuldi verið
nóg mikið til at nýta knappaborðið í fleiri
dagar.
Sjálvt knappaborðið er ikki serliga stórt,
men knøttarnir sita sera væl, trýstið er
júst tað rætta, og yvirhøvur tykist tað væl
gjørt og haldgott. Sjálvt cover’ið samvirkar
við sjálvvirkandi tendra/sløkk funkuna
hjá iPad, soleiðis at skíggin slóknar, tá alt
verður lagt saman. Og hóast tú skalt bera
bæði iPad, sólpanelir og knappaborð, so
tykist Solar Keyboard Folio hvørki tungt ella
klossut. Sniðið er eisini lekkurt og einfalt í
eftirgjørdum leðri og gráari innsíðu.
Eitt cover, sum er
fylt við funkum,
og at síggja til
tykist hetta sum
eitt sera gott keyp. Tín iPad
fær her sín egna »bakka«, sum er festur í
eitt hongsul, sum kann snara 360 stig um
egnan aksa. Tað er eitt stórt hol í hongslinum,
soleiðis at súreplið hjá Apple sæst, og tað
er eitt snið, sum Targus roynir at fáa patent
uppá.
Í opnari støðu er talan um ein stand, og
tríggjar foyrur á innsíðuni gevur tær tríggjar
vinkulstøður til skíggjan. Hongslið ger, at
iPad’urin kann snara um seg sjálvan, og tú
velur sjálv/ur, um skíggin skal standa lodrætt
ella vatnrætt.
Kortini eru vit alt annað enn fegin um hetta
Targus-cover. Fyri tað fyrsta er bakkin
framleiddur úr hørðum plasti, sum kann skøva
bakið á tínum iPad. Og fyri tað næsta duga vit
illa at síggja, hvør nytta er í, at iPad’urin kann
snara 360 stig um sín egna aksa, tí tað er jú
nakað, sum skíggjamyndin á einum iPad dugir
sjálv...
Skalt tú bara hava eitt knappaborð til
tín iPad, so er Tablet Keyboard for iPad
kanska rætta vlið. Afturat knappaborð
inum fært tú ein verjandi kassa, sum eisini
stuðlar skíggjanum, tá knappaborðið
verður nýtt. Tá verður kassin settur í ein
hvassan vinkul, so iPad’urin hevur nakað at
stuðla sær ímóti, og ein lítil blá plastik-
sleða heldur fast í skíggjanum. Sleðan
kann stillast, so tú fært sett skíggjanum í
júst tann vinkulin, sum tær dámar best.
Einasta atfinningin frá okkum er, at alt
– serliga kassin – tykist ov plastik-kent.
Sterkt og góð góðska, men altso ikki
serliga pent og ekslusivt.
Við hesum cover hevur Logitech veruliga
gjørt eitt bragd. Tað líkist akkurát bak
inum av einum iPad (er eisini gjørt úr
aluminium), og tað verður hongt á iPad’in
við magnetum, just sum Smart Cover
hjá Apple. Tað merkir sjálvandi eisini, at
tá hetta bert dekkar skíggjan, tá tað er
afturlatið, men afturfyri líkist tí iPad nú
eini lítlari lummabók, sum er gjørd úr alu
minium. Framúr væl gjøgnumhugsað og
lekkur sniðgeving.
Sjálvt knappaborðið er – hóast lítlu
støddina – sera brúkaravinarligt við rund
aðum knøttum, góðari frástøðu millum
knøttarnar og einum hóskandi tryst-støðu.
Hartil er ein røð av serligum funku-
knøttum til iPad. Eitt nú til at skifta mál,
fara til heimaskíggjan, læsa skíggjan o.s.fr.
Skalt tú hava bæði cover og knappaborð til
tí iPad, ber neyvan til at keypa nakað betri
enn Logitech Ultrathin Keyboard Cover!
Logitech Solar Keyboard Folio
Targus Versavu
Logitech Tablet Keyboard for iPad
Logitech Ultrathin
Keyboard Cover
Kann nýtast til: iPad2, New iPad,
fjórða ættarliðs iPad við Retina-skíggja
Kann nýtast til: iPad2,
New iPad, fjórða ættarliðs
iPad við Retina-skíggja
Kann nýtast til: iPad, iPad2, New iPad,
fjórða ættarliðs iPad við Retina-skíggja
Kann nýtast til: iPad2,
New iPad, fjórða ættarliðs
iPad við Retina-skíggja
899 krónur
www.elgiganten.dk
Meting
★★★★★★
449 krónur
www.elgiganten.dk
Meting
★★★★★★
599 krónur
www.elgiganten.dk
Meting
★★★★★★
599 krónur
www.elgiganten.dk
Meting
★★★★★★