hósdagur 30. mai 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Fríggjadagur 19. oktober 2012
stendur enn púra klárur í
minnium á Áslu Akselsdóttir
Haraldsen.
– Vit vóru nakrar vinkonur
ið vóru farnar í summarhús.
So var tað, at eg skuldi fara
vestur á flogvøllin eftir sjeik
inum, ið er leirvíkingur. Ein
av vinkonunum segði, at eg
bara skuldi lána hennara bil
og fara avstað, sigur Ásla
Haraldsen.
Sum sagt so gjørt, og alt
gekst væl. Hon var eftir sjeik
inum,
Tórstein
Jóhannes
Fríðinsson, og tey løgdu so
leiðina móti Leirvík.
– Eg minnist, at eg segði
við Torstein, at eg mátti far
inn á Effostøðina, tí eg skuldi
á WC, eg skuldi eta og eg
skuldi gjalda tunnilsgjaldið,
sigur Ásla Haraldsen.
Men tá tey vóru komin gott
og væl út úr Leynatunlinum,
leypur ein seyður yvir um
vegin framman fyri bilin.
– Hann kemur frá vinstru,
so eg snari instinktivt til
høgru, og renni harvið á ein
prest. Hetta gjørdi meg so
kløkka, at eg aftur snaraði
til vinstru inn á miðuna á
vegnum, har eg rakti ávar
ingarstrípuna mitt á vegnum,
sum harvið gav eitt ýlandi
ljóð frá sær, greiðir Ásla
Haraldsen frá.
Hetta ljóðið gjørdi hana so
kløkka, at hon aftur snaraði
til høgru.
– Úrslitið var, at bilurin
fór út av vegnum og rendi
tvørtur um eina breiða á, har
hann kom niður standandi
líkasum tvørtfyri, sigur Ásla
Haraldsen.
Góð hjálp
Hon minnist nágreiniliga
tíðspunktið,
tá
óhappið
hendi.
– Eg hevði júst hugt at
klokkuni í bilinum, sum vísti
21.14. Tí veit eg akkurát, hvat
klokkan var, tá hetta hendi,
sigur Ásla Harldsen.
Tað sortnaði fyri henni,
eftir at bilurin var steðgað
ur.
– Eg haldi, at eg var burt
ur eina løtu, men tað var ikki
leingi. Eg hugdi yvir á Tor
stein, sum hekk í trygdarbelt
inum. Eg rysti í hann fleiri
ferðir, áðrenn hann einaferð
raknaði við og spurdi, hvat
eg gjørdi. So sansaði hann, at
talan var ikki um ein dreym,
men um nakað, ið hendi í
veruleikanum, sigur Ásla
Haraldsen.
Tíbetur fyri hana og Tor
stein koyrdi ein bilur stutt
eftir teimum, og fólkini komu
beinanvegin til hjálpar.
– Tað var so heppið, at
kvinnan í tí bilinum var
sjúkrarøktarfrøðingur,
og
hon sá beinanvegin, at eg var
ikki komin sjónliga til skaða.
Eg var farin úr bilinum, og
stóð á vøllinum, púra skelkað,
sigur Ásla Haraldsen.
Sjúkrarøktarfrøðingurin
var saman við manninum og
einum soni í bilinum, og hon
gav boð um, at halda Tor
stein føstum í setrinum, tí
hon kundi ikki siga, um hann
hevði brotið ryggin.
– Maðurin hjá sjúkra
røktarfrøðinginum helt so
Torstein aftur móti rygg
leninum, meðan hon kannaði,
um nakað annað var brotið,
sigur Ásla Haraldsen
Sjálv ringdi hon til pápa
sín, at boða frá, hvat var hent,
og pápin bar so boðini víðari.
Ongan skaða
Sjálv ringdi Álsa ikki 1-1-2.
– Nei, tað var onkur annar,
ið gjørdi tað. Men av tí at tey
ikki høvdu fult tamarhald á
støðuni, og ikki vistu, um eg
hevði fingið nakran skaða,
bóðu tey um tveir sjúkrabilar,
sigur Ásla Haraldsen.
Tað hendir ofta, at tá fólk
fara í sjokk, merkja tey ikki
til pínu, og tí bundu tey um
heilan fingur og boðsendu
tveimum sjúkrabilum.
Tað gekk rættiliga skjótt,
til ein lækni var á staðnum.
– Hann kom fyrst við
einum jeepi áðrenn sjúkra
bilarnir komu. Hann fekk
so kannað Torstein og fekk
staðfest, at ryggurin ikki var
brotin. Hann kannaði eisini
lunguni, tí Torstein gramdi
seg um pínu fyri bróstinu.
Hann var so borin úr bilinum
og inn í sjúkrabilin, sum fór
til Havnar við honum, sigur
Ásla Haraldsen.
Sjálv fór hon við tí seinna
sjúkrabilinum.
– Tað eru mannagongdir,
sum tey altíð fylgja í slíkum
førum. Til dømis verður tú
altíð lagdur í hálskraga fyri at
halda høvdinum upp á pláss,
og tað varð eisini gjørt við
meg, sigur Ásla Haraldsen.
Komin
á
sjúkrahúsið
kundu læknarnir staðfesta,
at Áslu ikki bilti nakað so
leiðis.
– Eg hevði fingið eitt so
nevnt Back-lash, og havi tí
gingið til viðgerðar hjá einum
fysioterapeuti í fleiri mánaðir,
men nú er tað burtur, sigur
Ásla Haraldsen.
Torstein Fríðinsson slapp
eisini betri, enn roknast
kundi við.
– Hann breyt lítlutá, og
tað var fyri so vítt tað, sigur
Ásla Haraldsen.
Men reaktións- og kon
sentratiónsevnini
hjá
Torsteini vóru niðursett í eina
tíð eftir ferðsluóhappið.
Moralurin
Alt í alt sluppu tey bæði
ungu rættiliga snikkaleys frá
hesum óhappinum, men tað
kundi saktans gingið verri.
– Politiið segði okkum, at
høvdu vit koyrt nakað spaku
ligari, høvdu vit endað í ánni
við gronini fyrst, og høvdu
vit koyrt 5-10 kilometrar
skjótari, høvdu vit rent mitt
í áarbakkan, og tá hevði
skilið verið verri, sigur Ásla
Haraldsen.
Ferðsluóhappið setti sjálv
andi ein hvøkk í lívið hjá
ungu kvinnuni.
– Eg skýggjaði bilar eftir
hetta, men pápi mín bað
meg fara út at koyra aftur
beinanvegin, tí annars fór
tað at verða verri seinni. Eg
so gjørdi, men tað stingur
seg viðhvørt upp í meg ein
ræðsla fyri at koyra, sigur
Ásla Haraldsen.
Hon vil tó heldur koyra
sjálv enn at sita í bili, har
onnur koyra.
– Tað kann vera ógvuliga
torført, at sita aftan í einum
bili, sum onnur koyra, tá vil
eg heldur koyra sjálv, sigur
Ásla Haraldsen.
Men hendan hendingin
hevur ikki bert sett ein hvøkk
í lívið hjá ungu kvinnuni, hon
hevur eisini lært av henni.
– Eg havi lært, altíð at halda
meg til ferðavmarkingarnar,
men tað, sum meira er, havi
eg lært, altíð at nýta trygdar
belti. Torstein kann viðhvørt
vera eitt sindur fráverandi,
men hendan dagin hevði
hann spent seg í trygdarbelti,
og frá politinum fingu vit
seinni at vita, at høvdu vit
ikki sitið í trygdarbelti, hevði
Torstein hest ikki verið á lívi
í dag, og eg hevði helst ikki
gingið, sigur Ásla Akselsdótt
ir Haraldsen.
Trygdarbeltið bjargaði lívinum
Tað sigur Ásla Akselsdóttir Haraldsen, sum ein oktoberdag í fjør endaði við síðuna
av vegnum, eftir at ein seyður leyp út fyri bilin. – Høvdu vit ikki verið íbundin
trygdarbeltini, vórðu vit neyvan komin livandi frá óhappinum, sigur hon
Tey bæði avmyndað í gjár, ferm
og ferug. Men hevði tað ikki
verið fyri trygdarbeltinum...
Mynd: Álvur Haraldsen
Tey bæði, Torstein og Ásla, avmyndað á sjúkrahúsinum
stutt eftir hendingina. Hann hevur týðiliga
skrammu i andlitinum av airbag'inum, meðan
týðilig spor eru eftir trygdarbeltinum á Áslu