Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mennarar til Java og SharePoint Vilt tú vera við til at mynda okkara framtíðar menningarumhvørvi innan Java ella SharePoint tøkni? Vit leita júst nú eftir starvsfeløgum, sum ynskja at gerast partur av einum spennandi menningartoymi, sum veitir framkomnar KT – loysnir til føroyskar og útlendskar kundar. Útbúgving og royndir Tú hevur eina hægri útbúgving innan KT – menning, eitt nú datamatikari, datalog, cand.it, cand.merc.dat e.l. Drúgvar royndir við Java ella SharePoint er sjálvsagt ein fyrimunur. Vit bjóða tær: • at verða væl ílatin til komandi menningaruppgávur, so tú frá byrjan hevur tær bestu fyritreytirnar at geva kundum okkara munagóðar loysnir og jalig upplivilsir. • møguleikan at styrkja teg bæði fakliga og persónliga við at royna tínar førleikar í einum virki við sera góðum menningarmøguleikum. • at verða partur av einum úrslitasøknum og ágrýtnum toymi, har hugburðurin er, at gott arbeiðslag og ábyrgd, sameint við einum jaligum hugburi um samstarv, skapa tey bestu úrslitini. Sum KT-mennari á Elektron kanst tú rokna við at arbeiða tætt saman við okkara kundum í Føroyum og Danmark. Tað viðførir millum annað nakað av ferðing og arbeiði uttanlands. Undir útbúgving? Ert tú í løtuni undir útbúgving í Føroyum ella aðrastaðni, kunna vit heilt víst eisini skapa røttu umstøðurnar, so tú kanst gagnnýta tínar førleikar saman við okkara menningartoymi. Um Elektron Elektron er Føroya størsti veitari av KT-tænastum til fíggjarfyritøkur, privatar fyritøkur og almennar stovnar. Umframt at menna KT-loysnir, bjóða vit tænastur sum eitt nú hýsing, umsiting av undirstøðukervi, KT-ráðgeving, samskiftisloysnir, lønarskipan, rokningadepilin og aðrar tænastur. Elektron hevur eisini munandi virksemi í Danmark og hava vit skrivstovu í Keypmannahavn. Vit eru 70 starvsfólk og umsetningurin var á leið 100 mió. krónur í 2012. Meira kunning Hevur starvið tín áhuga, kanst tú alt fyri eitt seta teg í samband við Ullu Joensen, á tlf. 345100, ella hr@elektron.fo. Umsóknarfreist Vit ynskja at seta bæði størvini skjótast til ber, men bíða fegin eftir júst tínari umsókn fram til hósdagin 20. juni 2013. Vinarliga send umsóknina til hr@elektron.fo. Les meira um Elektron á www.elektron.fo.