hósdagur 30. mai 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
24. oktober í fjør var ein ráð
stevna hildin í Norðurlanda
húsinum um fráboðanar
skyldu. Landsstýrismaðurin
í mentamálum, Bjørn Kalsø,
setti stevnuna og tað fekk
ótespiligar avleiðingar fyri
hann.
Á facebook síðuni, »Steðgið
pedofili í Føroyum« var stutt
eftir at síggja eitt innlegg frá
einari 21 ára gamlari gentu, ið
ákærdi Bjørn Kalsø sjálvan at
vera pedofilan.
»Hann, sum setur ráðstevn
una í Norðurlandahúsinum,
hevur sjálvur gjørt seg kyns
liga inn á eina unga gentu«,
skrivaði tann 21 ára gamla.
Fleiri høvdu sum vera
man viðmerkingar til hendan
pástandin, millum annað ein,
ið skrivaði: »Hetta er nakað,
mann einki hevur hoyrt
um«.
Til tað svaraði ákærda
kvinnan:
»Tað er nakað, ein vinkona
segði mær, tá vit vóru smáar,
og hann er ein av teimum
høgu, so hann skal ikki
sleppa so snikkaleysur«.
Í rættinum í gjár segði
ákærda kvinnan seg vera illa
fyri um hetta mundið, og at
hon var rættiliga »irriterað«.
Spurd, um hon hevði sett
seg í samband við gentuna,
sum hon skuldi hava hoyrt
hetta frá, svaraði hon, at tað
hevði hon ikki.
Hon segði tó, at tað eftir
ein dag ella so var gingið upp
fyri henni, at tað kanska ikki
var so smart at skriva slíkt, tá
hon ikki var hundrað prosent
vís í, at tað, hon skrivaði, var
rætt.
– Bæði foreldrini og sjeik
urin høvdu ávarað meg um
hetta, eg hevði skrivað, segði
unga kvinnan í rættinum.
Báðar útsettar
Í rættinum segði hon, at hon
hendan dagin hevði tosað
við eina vinkonu, og greitt
henni frá tí, hon mintist, og
vinkonan hevði biðið hana
skriva tað á facebook.
Hon greiddi víðari frá, at
hon sum 5,6 ella 7 ára gom
ul hevði verið í einum føð
ingardegi, har hendan gentan
eisini hevði verið við. Tær
vóru farnar útum at spæla,
og tá kom ein bilur ella ein
maður framvið, og tá skuldi
hendan gentan havt sagt
henni, at maðurin, sum hon
altso mintist var Bjørn Kalsø,
hevði gjørt seg kynsliga inn
á seg.
Ákærda kvinnan segði,
at hon læt seg ríva við í
tí stemningi, ið tá var um
barnaporno og pedofili. Hon
greiddi frá, at hon sjálv sum
ung hevði verið útsett fyri
kynsligum ágangi í fimm ár,
men at tann sakin var fallin
til jørðina, tí maðurin, ið
skuldi havt framt ógerðirnar,
var deyður.
Sum vitni var eisini førd
21 ára gamla kvinnan, ið
sum genta skuldi havt sagt
ákærdu kvinnuni, at Bjørn
Kalsø hevði framt kynsligan
ágang móti henni.
Men í rættinum avsannaði
vitnið, at hon nakrantíð skal
hava ført fram slíkar ákær
ur.
Hon mintist snøgt sagt
einki til tað, ið ákærda kvinn
an førdi fram.
– Eg eri útsett fyri kyns
ligum ágangi, men tað var
eftir, at eg var so lítil. Og tað
var ein annar maður, ið hevur
framt kynsliga ágangin. Eg
visti ikki so frægt sum hvør
Bjørn Kalsø var tá, greiddi
vitnið frá í rættinum.
Sjálv helt hon, at tað var
um hennara egnu sak, at hon
varð kallað inn til politiið at
geva frágreiðing, og tí gjørd
ist hon ikki sørt skøkk, tá hon
varð spurd um hetta málið.
– Hevur hon nú blandað
Bjørk Kalsø inn í mítt mál,
var hennara spontana svar.
Hon greiddi undirritaða
frá, at hon var útsett í umleið
eitt hálvt ár, men ikki av
saman manni, ið hevði gjørt
seg inn á ákærdu kvinnuna.
Bjørn skelkaður
Dómurin fall stutt fyri mid
dag hósdagin, og ákærda
kvinnan fekk 30 dagar fong
sulsrvsing, tó við teirri treyt,
at um hon einki revsivert ger
í tvey ár, skal hon ikki sita
dómin.
Eisini skal hon verða undir
eftirliti av kriminalforsorgini
í eitt ár og undirleggjast sálar
frøðiliga viðgerð. Endaliga
skal hon gjalda fyri at fáa
ákærurnar mortifiseraðar og
gjalda sakarmálskostnaðin.
Bjørn Kalsø sjálvur er væl
nøgdur við, at málið nú er at
enda komið, og at hann er
púra reinsaður fyri ákærur
nar.
Hann ráðførdi seg við
familju, løgfrøðingar og poli
tiið og kom til ta niðurstøðu,
at hetta kundi ikki fara aft
ur við borðinum óátalað, og
hann valdi tí at boða poli
tinum frá.
– Líka týdningarmikið tað
er at boða frá, tá kynsligur
ágangur
verður
framdur,
eins týdningarmikið er tað
eisini at boða frá, tá ósek fólk
verða løgd undir nakað, tey
ikki hava gjørt, sigur Bjørn
Kalsø.
Hann sigur, at sjálvandi
ávirkar tað, tá so grovar
ákærur verða settar fram
ímóti sær.
– Eg eri ein almennur
persónur, og sum slíkur má
eg tola nógv, men í hesum
førinum vóru ákærurnar so
grovar, at eg kundi ikki lata
tær hanga oman yvir høvd
inum á mær, sigur Bjørn
Kalsø.
Hann váttar, at ein av døg
unum verður ein avsannan av
ákærunum hjá 22 ára gomlu
kvinnuni í einum av føroysku
bløðunum, men hann dugir
ikki at siga, hvussu ein slík
fer at ljóða.
– Enn havi eg ikki sæð dóm
in, so eg fái ikki so væl sagt,
hvussu hendan avsannanin
fer at ljóða, men eg kann
vátta, at hon kemur ein av
fyrstu døgunum, sigur Bjørn
Kalsø, landsstýrismaður í
mentamálum.
Bjørn Kalsø reinsaður
fyri pedofiliákærur
Tað kom lansstýrismanninum í mentamálum, Bjørn Kalsø, dátt við, at hann á facebook
síðuni, »Steðgið pedofili í Føroyum«, varð ákærdur fyri sjálvur at vera barnalokkari. Hetta
var so ótespiligt at hava hangandi yvir sær, at hann valdi at boða løgregluni frá
Bjørn Kalsø var skelkaður um ákærurnar, ið settar vórðu fram ímóti honum, og er í dag glaður yvir, púra at verða reinsaður