hósdagur 30. mai 2013síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Nei, eg orki ikki meira. So
nú eri eg í holt við at avvikla
alt. Eg rokni við at brúka
juni mánað til at taka av
neytini og sleppa mær av við
mjólkakvotuna, og gleði meg
til at vera leysur av øllum, tá
vit koma inn í juli.
Mortan Joensen tosar við
sorgblídni í røddini, tá hann
greiðir frá um garðin, ið hev
ur verið hansara arbeiðspláss
síðstu 11 árini. Pápin, Fritleiv
Joensen, lat fjósið byggja í
1974, og tá bróðurin Jógvan
fall frá, tók Mortan yvir.
– Avbjóðingin hevur alla
tíðina verið at halda fjósið
við líka og at endurnýggja
seg. Men hesi árini havi eg
ferð eftir ferð rent meg fast
an í Búnaðargrunninum, sum
eftir mínum tykki setir heilt
órímiligar treytir fyri at veita
lán, sigur Mortan Joensen.
Hann tekur fram dømi
um eina mjólkimaskinu, ið
hann skuldi keypa brúkta úr
Danmark, afturi í 2005.
– Eg hevði brúk fyri 40.000
krónum í láni úr Búnaðar
grunninum. Lánið fekk eg,
men afturfyri kravdi grunn
urin trygd í mjólkakvotum
og øðrum fyri meira enn
tvær milliónir krónur. Tá sá
eg, at her var heilt galið, sigur
Mortan Joensen.
Eins og flestu aðrir garðar
kring landið verður fjósið á
Kambsdali rikið í einum smá
partafelag. Men standandi
krav frá Búnaðargrunninum
er, at bóndin skal hefta per
sónliga.
– Eg havi søkt um lán úr
Búnaðargrunninum
fleiri
ferðir. Men altíð hevur kravið
um trygd verið sera stórt, og
altíð havi eg skula heft per
sónliga fyri skuldini. Tað
kann ikki vera rætt, tá talan
er um vinnuligt virksemi,
og tað kann eg heldur ikki
bjóða familjuni, sigur Mortan
Joensen og heldur fram:
– Avleiðingin hevur so
verið, at vit klára ikki at gera
neyðugu íløgurnar. Tað blívur
bara til pjøss. Men vit mugu
bara staðfesta, at vit bløða
út, sigur Mortan Joensen, ið
rekur fjósið saman við kon
uni Lis.
Endurnýggjan
Mortan
Joensen
hevur
mjólkakvotu á 320.000 litrar,
hann hevur tilsamans 80 neyt
í fjósinum, harav út við 40 eru
mjólkineyt. Fjósið á Kambs
dali var modernað í 1974, men
menningin á økinum er farin
frá básafjósum til fjós, har
neytini ganga frítt og verða
mjólkað av mjólkirobottum.
– Tað eru eftirhondini sjey
ár síðani, at vit høvdu eina
verkætlan klára um at byggja
nýtt eftir prinsippinum um
eitt fjós við fríttgangandi
neytum. Vit hugsaðu okkum
eitt fjós, ið kundi framleiða
eini 500.000 litrar av mjólk
um
árið
sigur
Mortan
Joensen.
Tilsamans hevði íløgan
verið um 20 milliónir krónur.
Men lógin heimilar tó stuðul
til at byggja brunn og køst,
og tí hevði íløgan netto verið
væl lægri.
– Vit søktu um stuðul til at
byggja brunn og køst, tá lógin
kom í gildi fyri tveimum ella
trimum árum síðani, men tað
gav einki ítøkiligt.
Tað var tó kravið um at
hefta persónliga fyri øllum,
ið bremsaði ætlanini.
– Eg verði 50 ár í summar,
og tað er vónleyst hjá mær
at binda meg persónliga fyri
milliónir. Tað gongur snøgt
sagt ikki at risikera hús og
heim fyri sítt vinnuliga virk
semi, sigur Mortan Joensen.
Dreymurin um at gera
íløgu í ta endurnýggjan, ið
sambært honum er fortreyt
fyri at reka fjós og mjólka
framleiðslu víðari, førdi hann
út á eitt vegamót:
– Tað er somikið bundið
og strævið at reka gomlu
fjósini, at vit orka snøgt sagt
ikki meira. Eins og í øðrum
vinnulívi er tað tí ein for
treyt, at vit sleppa at endur
nýggja okkum, sigur Mortan
Joensen.
Í fjørsummar fóru Mortan
og konan Lis í summarferiu
uttanlands í tvær vikur. Tað
var fyrstu ferð, síðani hann
bleiv bóndi fyri 11 árum síð
ani, at tey hildu feriu.
– Tá sóu vit, at her má
okkurt
alvorligt
henda.
Antin gera vit tað ordiligt,
ella gevast vit, greiðir Mortan
Joensen frá.
Avgerðin fall herfyri. Í
besta føri fær hann onkran
at taka yvir. Í ringasta føri
verða neytini slaktað og
mjólkakvotan avviklað.
– Ja, bóndin á Viðareiði
hevur víst áhuga fyri at at
taka yvir kvotu og neyt.
Higartil hevur hann ikki
fingið fíggingina upp á pláss,
Mortan
riggar
av
Eftir 11 ár sum bóndi er Mortan Joensen komin til eitt vegamót. Út
við 40 ára gamla fjósið er niðurslitið og ótíðarhóskandi til dagsins
landbúnað. Men Búnaðargrunnurin, ið annars varð settur í verðina
fyri at veita lán til føroyska landbúnaðin, setir somikið harðar
treytir, at bóndin í Fuglafirði nú tveitir handklæðið í ringin
Mortan Joensen traðkaði barnaskógvarnar
í fjósinum hjá pápanum, Fritleiv Joensen.
Síðstu 11 árini hevur hann sjálvur rikið fjósið
saman við konuni Lis, men nú rigga tey av