Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 so eg veit ikki, hvussu fer at spæla av. Tað vil juni mánaði vísa, sigur Mortan Joensen. Avgerðin Mortan Joensen steðgar á við spurninginum hvussu hann hevur tað við avgerðini. – Hevði tú spurt meg fyri einum ella tveimum mán­ aðum síðani, so hevði eg fram­vegis havt vónir um at kempa fyri einum nýggjum og nýmótans fjósi. Men nú vil eg bara sleppa burtur úr øllum. Tað verður ein harrans lætti, og eg gleði meg hvønn dag, sigur Mortan Joensen og smílist. Men kenslan er løgin, við­ gongur hann, tí landbúnaður hevur verið so stórur partur av hansara lívi. Pápin, Fritleiv Joensen, lat sum nevnt fjósið á Kambsdali byggja í 1974. Eisini var hann í meira enn eitt áratíggju formaður í Jarðar­ráðnum. Sjálvur sleit Mortan barnaskógvarnar í fjós­inum. – Eg haldi at pápi tók tað væl. Hann bakkar meg upp, serliga tá Búnaðargrunnurin er blivin so tvørligur at fáast við, at einki ber til, sigur Mortan Joensen. Enn er ógreitt, hvat fram­ tíðin bjóðar fyri Mortan eftir 1. juli. – Ja, fyrst ætli eg at halda frí nakrar dagar, kanska vik­ ur. Eg eri maskinmeistari av út­búgving, so kanska man fer út at sigla, sigur Mortan Joensen. Jón Brian Hvidtfeldt – Jú, tað er rætt, at ávísur kritikkur hevur verið móti Búnaðargrunninum. Vit hava viðgjørt kritikkin, men vit halda ikki, at vit gera nak­að skeivt, sigur Sjúrður Knudsen. Stjórin fyri Búnaðar­ grunn­in heldur ikki, at láni­politikkurin hjá grunninum er orsøk til, at vinnan hevur tað trupult. – Tað er onkur, sum klár­ ar seg, og onnur klára seg ikki, sigur Sjúrður Knudsen av­vísandi. Hann viðgongur, at Bún­ aðar­grunnurin fram­vegis praktiserar, at bøndur skulu hefta persónliga fyri skuld, sum festið tekur, eisini tá talan er um smápartafeløg. Í somáta hevur niður­ støðan hjá Løgtingsins Um­ boðs­manni í 2007 (sí aðra grein, blðm.) ikki broytt tað stóra. – Jú, eg minnist væl hatta málið. Tað var tikið upp í Stýrinum og málið endaði síðani í rætt­inum. Fyrst Føroya Rætti og síð­ani Eystara Lands­ rætti. Millum annað út frá lands­rætt­ar­dóminum halda vit okkum ikki gera nakað skeivt við at krevja persónliga trygd fyri lán, ið vit veita, sigur Sjúrður Knudsen. Spurdur, hví tað er rímu­ligt at ein bóndi skal hefta persónliga fyri lán, ið verða tikin til vinnuliga virksemið á garðinum, svarar stjórin: – Tað halda vit ikki vera meira enn rímuligt. Viðhvørt krevja vit eyka trygd. Tað er altíð ein meting, ið Stýrið fyri grunnin til seinast skal góð­kenna, sigur Sjúrður Knudsen. Sambært stjóranum er Búnaðar­grunnurin til at »forhandla við«, sum hann málber seg. Eingin bremsa Í aðrari grein á síðuni skýr­ ir formaðurin í Bónda­felag­ num, Sigert Patursson, Bún­aðar­grunnin at vera ein forð­ing fyri framburði í land­búnaðar­vinnuni. Hesum er stjórin fyri grunnin, ikki óvæntað, ósamdur í: – Eg skilji ikki kritikkin. Eg haldi at vit røkja okkara endamál. Vit móttaka nógv­ar góðar umsóknir og veita eisini nógv lán, sigur Sjúrður Knudsen. Hann ynskir tó ikki at seta tøl á, hvussu nógv lán grunn­urin til dømis veitti í fjør. Og hann vil heldur ikki seta nøvn á ella útgreina, hvar Búnaðargrunnurin hev­ur verið við til at fremja ný­skipan í landbúnaðinum. Hann ynskir ikki at nevna dømi. Heldur ikki kritikkin um drúgvu viðgerðartíðina, upp í hálvt til heilt ár fyri at av­greiða eina lánsumsókn, vil stjórin kennast við. – Nei, tað kenni eg einki til. Tað er rætt, at við­gerðar­ tíðin hevur verið ov drúgv. Men slíkar viðgerðartíðir kenni eg einki til, sigur Sjúrður Knudsen. Samanumtikið heldur stjórin, at kritikkurin móti Búnaðargrunninum er ógrundaður. – Einki er so gott, at tað ikki kann gerast betur. Men eg haldi ikki, at vit eiga ella kunnu gera nakað øðrvísi, sigur Sjúrður Knudsen. Ársroknskapurin 2012 fyri Búnaðargrunnin er ikki liðugur enn, og tí ber ikki til at útvega tøl haðani. jonbrian@sosialurin.fo Fyri seks árum síðani hartaði Løgtingsins Umboðsmaður Búnaðar­grunnin fyri at seta alt ov harðar treytir fyri at veita bóndunum lán. Men treytirnar eru enn tær somu, og stóri taparin er land­bún­ aðurin, ið ikki endurnýggjar seg. Áralanga stríðið hjá bónd­ unum móti Búnaðar­grunn­ inum hevur eisini verið á borð­inum hjá Løgtingsins Um­boðs­manni. Í apríl 2006 sendi Bóndafelagið kæru til Umboðsmannin, tí sam­bært felagnum hevði Búnaðar­ grunn­urin broytt manna­ gongd­ir í samband við at veita lán til festi. Bóndafelagið vísti á, at fyrr skuldi festarin vátta, at festið, sum hann og eftir­ kom­arar hansara til eina og hvørja tíð hava, skyldar festi­lánið. Og felagið segði seg ikki kunna góðtaka, at henda siðvenja varð broytt til eitt krav um, at festarin per­són­liga skal kautionera fyri festilán. Niður­støðan hjá Umboðs­ manninum varð greið. Sam­ an­hangur er ikki millum mátan, Búnaðargrunnurin vel­ur at tryggja sínar ognir, og tær avleiðingar, sum hesin arbeiðs­háttur hevur fyri fest­aran. Arbeiðshátturin er uttan proportiónir, segði Umboðs­maðurin, sum tí bað Búnaðargrunnin um at taka spurningin um persónliga kautión upp til nýggja støðu­ takan. Men í dag, meira enn seks ár eftir niðurstøðuna hjá Um­ boðs­manninum, er støðan tann sama. Bøndurnir skulu hefta persónliga, tá teir taka lán úr Búnaðargrunninum. jonbrian@sosialurin.fo Treytir uttan proportiónir Ógrundaður kritikkur Stjórin fyri Búnaðargrunnin kennir seg ikki aftur í at­finn­ingunum móti grunninum. – Okkara lánikrøv eru ikki harðari enn vit halda vera neyð­ugt, sigur Sjúrður Knudsen FAKTA Niðurstøða hjá Umboðs­ manninum, januar 2007: »Eftir mínari meting, er kravið um per­ sónliga kautión ein órímilig treyt at seta festaranum. Tann hátturin, sum grunnurin velur at tryggja sínar ognir uppá, stendur ikki í mát við tær avleiðingar, sum kunnu verða fyri festaran. Hetta er ikki í tráð við sokallaðu markregluna (proportionalitets­ prinsippið), ið snýr seg um, at fyrisitingin hvørki kann ella eigur at gera størri inntriv í rættindini hjá borgaranum, enn enda­málið við atgerðini tilskilar.« Umboðsmaðurin: Myndir: Álvur Haraldsen MEIRA Á NÆSTU SÍÐU