hósdagur 30. mai 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 24. mai 2013 · Nr. 58
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
– Grundleggjandi trupul
leikin er, at Búnaðargrunn
urin virkar ikki til frama fyri
bøndurnar. Grunnurin setir
alt ov hørð krøv fyri at læna
út pengar, og hartil er ikki
óvanligt at tað tekur millum
hálvt og eitt ár at fáa svar
uppá eina umsókn um lán.
Sigert
Patursson,
for
maður
í
Bóndafelagnum,
er bersøgin, tá hann skal
lýsa Búnaðargrunnin, hvørs
fremsta uppgáva er at slóða
fyri menning og endur
nýggjan
innan
føroyska
landbúnaðin.
– Stórsti trupulleikin er,
at bøndurnir verða kravd
ir at hefta persónliga fyri
øllum lánum úr Búnaðar
grunninum. Tað kanst tú ikki
bjóða fólki í dag, sigur Sigert
Patursson.
Formaðurin í Bóndafelag
num hevur hug at draga
samanberingar
til
aðrar
partar av vinnulívinum.
– Her er enntá talan um
íløgur í eitt festi, sum bónd
in í princippinum ikki eigur,
men má avhenda til onkran
annan við pensjónsaldur.
Hetta
eru
ikki
vanligar
vinnulívstreytir, og tað er
snøgt sagt ikki rímiligt, at
landbúnaðurin skal arbeiða
undir slíkum treytum, sigur
Sigert Patursson og heldur
fram:
– Ímynda tær, at okkurt
gongur
galið
og
bóndin
kemur afturút við láninum.
Tá kanst tú í princippinum
fyrst missa festið, og hartil
standa eftir við allari skuld
ini, ið tú jú hevur verið
noyddur at hefta fyri per
sónliga.
Vinnan doyr
Persónliga
hevur
Sigert
Patursson valt at ganga
ímóti streyminum og hev
ur bundið seg á hendur og
føtur fyri íløgu í nýtt fjós
til
fríttgangandi
mjólki
neyt. Hann brúkar Búnaðar
grunnin. Men formaðurin í
Bóndafelagnum er eitt ein
dømi í vinnuni.
–
Lánipolitikkurin
hjá
Búnaðargrunninum ger, at
ongar íløgur verða gjørdar
í føroyskan landbúnað. Og
uttan íløgur verður eingin
vinna í framtíðini. So einfalt
er tað, sigur Sigert Paturs
son.
Í dag eru 29 mjólkafram
leiðarar kring landið. Men
flestu fjósini eru gomul, og
endurnýggjanin letur bíða
eftir sær.
– Livitíðin hjá einum fjósi
er kanska eini 30 ár. Tað
merkir, at í princippinum
skulu íløgur gerast í eitt
nýtt fjós um árið. Og sjálvt
um
mjólkaframleiðslan
verður miðsavnað í 15 fjós,
skal eitt nýtt fjós byggjast
annaðhvørt
ár.
Men
vit
síggja at kalla ongar íløgur
í vinnuni, og orsøkin er eftir
mínum tykki at finna hjá
Búnaðargrunninum,
sigur
Sigert Patursson.
Formaðurin í Bóndafel
agnum er fortørnaður:
– Í sjeytiárunum settu
vit okkum sum mál, at í
Føroyum skulu vit drekka
føroyska mjólk. Við verandi
gongd doyr vinnan burtur,
og so drekka vit ikki longur
føroyska mjólk. Tí mugu
vit gera okkum greitt, hvat
vit sum samfelag vilja við
hesi vinnuni, sigur Sigert
Patursson.
Bremsan
Búnaðargrunnurin
bygg
ir upprunaliga á eina soli
dariska skipan millum før
oysku bøndurnar. Hvørja
ferð
eitt
jarðarstykki
verður selt burtur av fest
inum
hjá
einum
bónda,
fara pengarnir í Búnaðar
grunnin. Allir bøndur hava
møguleika at søkja um lán
úr Búnaðargrunninum, tá
íløgur skulu gerast á garð
inum. Harvið skuldi grunn
urin
gerast
ein
aktivur
viðspælari fyri at menna
nýskapan, endurnýggjan og
framburð í hesi vinnu. Men
sambært
formanninum
í
Bóndafelagnum er støðan
júst tann øvugta:
– Skulu vit hava vinnu
ligan landbúnað í Føroyum,
so mugu vit hava ein grunn,
sum
fungerar.
Búnaðar
grunnurin
átti
at
verið
krumtappurin í vinnuni. Men
grunnurin er so tvørligur, at
so at siga eingin bóndi kann
brúka hann. Ein skipan, ið
brúkarin ikki ger gagn av,
er meiningsleys, og tí seti eg
spurnartekin við sjálvt enda
málið við grunninum, sigur
Sigert Patursson.
Formaðurin í Bóndafel
agnum sigur seg sum so einki
fáa gjørt við støðuna.
– Nei, tað tykist vera sera
trupult at gera nakað sum
helst við grunnin. Tí eftir
lýsi eg, at politikararnir seta
greið mál fyri føroyskan
landbúnað, og at Búnaðar
grunnurin so fær boð um
at stýra eftir hesum málum,
sigur Sigert Patursson.
jonbrian@sosialurin.fo
Endamálið er burtur
Jón Brian Hvidtfeldt
– Eg visti helst ikki, hvat eg
fór inn til.
Tað sigur ein annars
fáorðaður Poul Hansen, nú
fyrrverandi næstformaður
í Stýrinum fyri Búnaðar
grunnin.
Royndi advokaturin og
vinnulívsmaðurin varð av
landsstýrismanninum
í
landbúnaðarmálum biðin
um at gerast stýrislimur, tá
nýtt stýri skuldi veljast um
ársskiftið 2011-2012. Poul
Hansen tók av og gjørdist
næstformaður.
– Tað var ein nýggj av
bjóðing, og landbúnaður
hevur mín áhuga, sigur Poul
Hansen um avgerðina.
Men 13. mai í ár sendi
hann sína uppsøgn avstað
til Fiskimálaráðið, ið var
ar av landbúnaðinum í
Føroyum.
Grundgevingin
fyri uppsøgnina er, at Poul
Hansen sigur seg ikki kunna
taka undir við førda láni
politikkinum og krøvunum
um trygdirnar, ið Búnaðar
grunnurin
setir
bønd
unum.
Sosialurin hevur fingið
innlit í uppsøgnina, sum
Poul Hansen tó ikki hevur
hug at útdýpa.
– Nei, eg eri fevndur av
tagnarskyldu, so eg fái ikki
sagt meira um hatta málið,
sigur Poul Hansen.
Fiskimálaráðið
hevur
tikið uppsøgnina til eftir
tektar.
Poul Hansen er farin
Nýggi formaðurin í Bóndafelaginum setir spurnartekin við sjálvt endamálið við Búnaðargrunninum, ið varð
settur í verðina til at fíggja føroyska landbúnaðin. – Tá bøndurnir meta grunnin vera so vánaligan, at teir
ikki kunnu brúka hann, má eg eftirhondini spyrja, hvat endamál er við grunninum, sigur Sigert Patursson
Ósemja um lánipolitikkin og krøv um trygdir
fekk um dagarnar Poul Hansen at siga seg frá
sum næstformann í Búnaðargrunninum
Lánipolitikkurin hjá Búnaðargrunninum er við at forkoma landbúnaðinum,
heldur Sigert Patursson, formaður í Búnaðargrunninum
Uppsøgnin frá Poul Hansen kom minni enn hálvt annað ár eftir at hann
varð valdur til næstformann í Stýrinum fyri Búnaðargrunnin