Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 20

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Nr. 78 - 24. apríl 2004 39 Fulltrúi til Fíggjardeildina Eitt starv sum fulltrúi innan fíggjarøki á Almanna- stovuni verður við hesum lýst leyst til setan skjót- ast gjørligt. Starvið er skipað við ábyrgd mótvegis Fíggjarleiðaranum á Almannastovuni. Á deildini starvast í løtuni 8 starvsfólk, ið taka sær av EDV kervinum, rakstrinum og teimum lógar- bundnu útreiðslunum, sum Almannastovan um- situr. Uppgávurnar hjá fulltrúanum verða í høvuðsheitum: • Roknskapararbeiði fyri Almannastovuna og tað lógarbundna • Lønarumsiting • Rakstrar uppgávur • Grannskoðan av sjúkrakassunum • Frágreiðing í samband við roknskap • Viðvirka í øðrum arbeiðsuppgávum á deildini. Vit kunnu bjóða: • Starv í einum spennandi umhvørvi í støðugari menning við nógvum fjølbroyttum avbjóðing- um. • Starv við møguleika fyri ábyrgd og fakligari menning • Starv í einum góðum arbeiðsumhvørvi, har dentur verður lagdur á tað einstaka starvsfólki. Vit ímynda okkum ein persón, sum hevur: • roknskaparliga útbúgving t.d. merkonom • hevur royndir innan roknskapar- og greiningar- arbeiði • hevur royndir innan tað sosiala umráði og fíggjarlógararbeiði • hevur góðar málsligar eignleikar, bæði í skrift í talu • góð samstarvsevni,bæði til at arbeiða sjálvstøð- ugt og í bólki. Lønar- og setanartreytir: Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Søren Bruhn, fíggjarleiðara á tlf. 346441 ella tlf. 215478. Umsókn: Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og møguligum referensum skal sendast til: Almannastovuna J. Broncksgøta 27 Postrúm 3096 Umsóknarfreist: 28. apríl 2004. Um Almannastovuna Fyri at betra um tænastustøðið hevur Almannastovan framt bygnaðarbroytingar, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, so- leiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænast- urnar. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenn- inginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggáv- uni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjón- dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur fyri umleið 800 mill. kr. og her arbeiða umleið 100 fólk. Almannastovan hevur almannamiðstøðir í Tórshavn, Suðuroy, Eysturoy og í Norðoyggjum, og harumframt fevnir stovnurin um Hjálpartólamiðstøðina og aðrar landsdekkandi serdeildir Hølir í Tórshavn til leigu Skrivstovuhøli til leigu. Hølini er uml.100 m2 og er møguleiki fyri at víðka til 200 m2. Hølini hava egna inngongd og møguleika til allar hentleikar sum t.d. toilet, køk. vm. Eisini er høli 200 m2 til leigu, ið er væl egnað til goymslu, verkstað og annan ídna. Høli hevur 2 portur sum eru 4,0 x 4,5 metur til støddar hvørt. Toilet og aðrir hentleikar eru í hølinum. Sosialurin Box 76 · FO-110 Tórshavn Bill.mrk. 609 SSL pdf. Til sølu BMW 325i árg. 12/90, nýsýnaður. Sera lagalig fígging. Velbastaðvegur 78 Tel. 317300 ella 217300 Tórshavnar Kommuna - leiðari PDF (98%) Universitetsútbúgvingar á Náttúruvísindadeildini Í summar kanst tú byrja at lesa á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Útbúgvingarnar eru: • BSc í ravmagnsverkfrøði • BSc í kolvetnisverkfrøði • BSc í jarðalisfrøði • BSc í teldufrøði • BSc í lívfrøði Verkfrøðingaútbúgvingarnar taka 3 1/2 ár,meðan hinar taka 3 ár.Útbúgvingarnar eru skipaðar í modulum, og tí ber eisini til at melda seg til og taka prógv í einstøkum lærugreinum. Upptøkutreytir Fyri at lesa lívfrøði krevst antin stødd-, alis- og evnafrøði á B-stigi ella B-stig í stødd- og alisfrøði saman við C-stigi í evnafrøði og A-stigi í lívfrøði. Fyri at sleppa inn á hinar fýra útbúgvingarnar krevst stødd-,alis- og evnafrøði á ávikavist stigi A, B og C. Aðrar fortreytir kunnu koma upp á tal eftir nærri meting í hvørjum einstøkum føri. Kunning um upptøkukrøv til einstakar lærugreinir fæst frá Náttúruvísindadeildini ella á heimasíðuna hjá Fróðskaparsetrinum www.setur.fo Umsóknarbløð Umsóknarbløð fáast á heimasíðuni hjá Fróðskaparsetrinum ella við at venda sær til Náttúruvísindadeildina. Á heimasíðuni er kunning um útbúgvingarnar. Umsóknir Umsóknir skulu sendast til Náttúruvísindadeildina, Postboks 2109, FO 165 Argir. Umsóknarfreistin er 1.juli 2004.Boð um upptøku verða givin í seinasta lagi 16.juli 2004. (Næstu ferð, tikið verður upp, verður í 2006). Meir fæst at vita um lestrarmøguleikarnar við at vitja á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni 3 í Tórshavn ella við at ringja á telefon 352550. C M Y K 39 38 Kommunala Brennistøðin tekur ímóti dagrenovatión og ídnaðarruski og øðrum burturkasti til endurnýtslu, brenning og tyrving. Orkan frá brenningini verður nýtt í fjarhita- skipanini í kommununi. Bilar og annað jarn verður móttikið, umhvørvisvið- gjørt, samantrýst og síðani sent uttanlands til endur- vinningar. Vandamikið burturkast verður móttikið, pakkað og sent til Kommunukemi til viðgerðar. Spillolja verður móttikin og víðariviðgjørd av IRF. Rottangar verða tømdir. Renovatiónsøki er í støðugari menning, soleiðis at vaksandi krøv og ynskir innan umhvørvi, viðgerð og trygd verða rokkin. Leiðari til Brennistøðina Søkt verður eftir leiðara til Kommunalu Brennistøðina at byrja skjótast til ber. Høvuðsuppgávan verður m.a. at - skipa fyri dagliga virkseminum á Brennistøðini, endurnýtslu-, jarnmóttøku- og tyrvingarplássinum - tryggja, at øll krøv innan m.a. umhvørvi og arbeiðsvernd verða fylgd - fyrireika mál, sum skulu til politiska viðgerð - samskifta við eftirlitsmyndugleikar, stovnar og viðskiftafólk - luttaka í fíggjarætlanararbeiðinum og ansa eftir at galdandi játtanir verða hildnar - tryggja, at Brennistøðin er eitt gott arbeiðspláss, har dentur verður lagdur á trivnað og umhvørvi og har hugburðurin er á einum høgum støði Tórshavnar kommuna roknar við, at umsøkjarin - hevur viðkomandi útbúgving innan øki, t.d. umhvørvisverkfrøðingur - hevur teldukunnleika (Microsoft Windows,Word, Excel og Outlook) - hevur neyðugar royndir at røkja starvið Setanarviðurskifti Starvið verður lønt í 35. lønarflokki sambært sáttmála millum Fíggjamálaráðið og Tænastumannafelagið. Setanin verður við 1 ára royndartíð. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Marius Müller, tekniska stjóra, ella Jens Marius Poulsen, kommunustjóra, telefon 31 51 60 Umsókn saman við viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn í hendi í seinasta lagi mánadagin 17. mai 2004, kl. 13.00. Viðmerk brævbjálvan “Leiðari á Brennistøðini”. Setanarsamrøður verða í viku 21 og 22 www.torshavn.fo