Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 “Góða, kanst tú hjálpa mær. Eg dugi ikki at finna nakað í donsku bókini um hetta føroyska orðið.” Spurningin átti ein ung genta, sum var uppi í sølubúskapi fyri einari viku síðani. Uppgávan tók støði í heimligum jørðildi og snúði seg um søluátak hjá trimum føroyskum fyritøkum í Kili. Næmingarnir tyktust væl fyrireikaðir og sótu við tjúkkum lærubókum við síðuna av teldunum. Men lærubøkurnar vóru á donskum, og fleiri næmingar viltust millum føroyskt orðaðu upp­gáv­ una og danskt mæltu bøkurnar. Hetta hóast upp­ gávan greiddi frá fleiri føroyskum orðum. Millum annað fingu næmingarnir at vita, at føroyska orðið “mentan” (sum teir nokk ikki kendu) merkti “kultur” (sum teir kendu úr donsku bókini). Eg sat vakt hesa próvtøkuna og undraðist yvir støðuna. Sama kvøld hoyri eg í útvarpinum miðnámslærara í donskum ávara ímóti, at danskt nú skal vera val­lærugrein í miðnámi. Hetta var vandamikið, tí danskt er lykilin til hini norðurlondini og til veru­liga vitan. Tað var, sum tveir veruleikar rendu saman við nátturðaborðið hetta kvøldið. Veru­leikin at danskt er skriftmálið í føroyska mið­náms­skúl­ anum, og veruleikin at dansktlærarar verja sítt starvsøki. Sosialurin loftaði útvarpsinnslagnum, og odda­ grein staðfesti, at “tey klóku ræðast danskt,” og mentamálaráðið “hevnir” seg inn á danskt við at gera lærugreinina til vallærugrein. Fyri ikki at taka lut í hevndarferðini, haldi eg áfram á donskum. Det er faktisk heller ikke så længe siden, at færøske avislæsere fik alle deres nyheder serveret på dansk. Men det var selvfølgelig før avisredaktørerne besluttede at hævne sig på det danske sprog og isolere den færøske avisverden fra det nordiske sprogfælleskab. Resultatet er, at mens vores gymnasieelever læser danske tekster, der løfter dem op på et globalt vidensniveau, må de færøske avislæsere nøjes med provinsielle aviser, der isolerer os fra resten af rigsfællesskabet. Det kan måske undre, at eleverne har svært ved at oversætte den danske viden til deres eget sprog. Men vi kan forestille os, hvordan det ville være, hvis dansk - også i resten af samfundet - var det dominerende skriftsprog. Hvordan ville det påvirke vores forståelse af færøsk politik, færøske samfundsforhold og verden generelt, hvis de færøske aviser var skrevet udelukkende på dansk? Tíbetur situr tú við einum føroyskum blaði, men hví heldur tú, at tað er í lagi, at føroyskir miðnámsnæmingar í hesum døgum stríðast millum danskar tekstir og føroyskar próvtøkur? Hví hoyra vit ikki fleiri ávaringar um, at okkara pisur verða floygdar uttan at vera rótfestar í føroyskari jørð? Og hvussu kann nakar í fullum álvara halda, at vit fáa eitt snævurskygt og avbyrgt samfelag við at gera mun á móðurmáli og fremmandamáli? Dorit Hansen Lærari og ritstjóri EYGA MÁLIÐ Føroyskt er hótt – ikki danskt! kjak kjak Sambandsflokkurin rópar nú varskó og krevur, at ar­ beiði við at nýskipa fiski­ vinn­una skal halda fram, og at landsstýrismaðurin í fiski­ vinnumálum skal gevast at arbeiða einsamallur og við egnum áhugamálum. Vit fegnast um, at Sambands­ flokk­urin loksins reagerar. Hinvegin undrar tað okkum, at tað í samgonguni bara er hesin eini flokkurin, sum letur við seg koma, tá ný­skip­ anin av okkara fiski­vinnu er allarstørsta polit­iska av­ bjóðing okkara. Best sum vit hildu, at ný­ skipingararbeiðið gekk væl í politiska fylgibólkinum, og at breiðar semjur vóru í eygsjón, valdi Jákup Vestergaard at taka málið í egnar hendur. Við sínum stórlatna arbeiðslagi valdi landsstýrismaðurin at síggja burtur frá politiska bólkaarbeiðinum og frá breið­um semjum og ístaðin leggja fyri landsstýrið sítt egna uppskot grundað á egin áhuga­mál. Nógv tann størsti part­ urin av Føroya fólki vil burt­ur úr planbúskaparliga fiski­vinnupolitikkinum hjá Fólkaflokkinum. Stór­ ur meiriluti er eisini á løg­ tingi fyri at gera fiski­vinnu­ politikkin burðardyggan og meira handilsligan. Kortini er tað bara Fólkaflokkurin við Vestergaard á odda, sum ræður fyri borgum. Eingin annar. Politisk lagnustund Politiskt eru vit í eini lagnu­ stund. Órógv er í politisku skip­anini, og órógv er í fiskiv­innuni. Taktiska spælið hjá Fólkaflokkinum við eina løtu at provokera politisku skip­anina og næstu løtuna at lata fiskivinnunýskipanina koma í drag, hevur bara eitt endamál: Einki nýtt skal henda eftir 2018. Ver­ andi planbúskaparligi fiski­ vinnupolitikkurin skal halda fram. Høvuðsvinna okkara skal ikki rekast burðardygt – hvørki lívfrøðiliga ella búskaparliga. Hetta er ikki bara eitt álop á alla lívfrøði og alla búskaparfrøði. Hetta er eitt álop á vanligt vit og skil. Vit heita enn einaferð inni­liga á politisku flokk­ ar­nar í løgtinginum um at seta nýskipanina av høv­ uðs­vinnuni aftur á dags­ skránna. Grundaður á eina breiða semju – ikki bara í løg­t­inginum, men eisini mill­ um Føroya fólk - má nýggi fiski­vinnu­politikkurin verða samtyktur í heyst. Hetta er sein­asta útkall, um broyt­ ing­arnar skulu virka í 2018. Øgi­lig virði standa upp á spæl, og lógin fær avgerandi týdn­ing fyri alla framtíð hjá landi og fólki. Ein sunn og handilslig høvuðsvinna Í Framsókn vilja vit gera alt tað, sum stendur í okk­ ara makt, til tess at fáa eina seriøsa viðgerð og eina holla semju um fiski­vinnu­ politikkin. Okkara útgangs­ støði er enn sum áður tann ‘handilsliga fiskivinnan’, sum vit royndu at skitsera undan valinum. Nógvir smálutir eru sjálvandi at tosa um, men samanumtikið halda vit, at: • Fiskivinnan má gerast hand­ilslig og verða rikin við sunnum keyp­mans­ skapi • Vit mugu lóggeva soleiðis, at tann ónatúrliga stóri vinningurin, sum vit kunnu fáa úr fiskivinnuni, ger so stórt samfelagsligt gagn, sum tilber. • Vit skulu seta eitt mark­ naðarstýrt tilfeingisgjald á hvørt kilo av fiski, og at vinnan annars bert skal rinda vanligan parta­fe­ lagsskatt. • Vit skulu kanna um kvot­ ur er betri skipan enn fiskidagar. • Løgtingið skal ikki áseta kvotur ella fiskidagar. • Ein viðurkend lívfrøðilig umsitingarætlan skal vera karmur um allan fiskiskap undir Føroyum. • Umsitingarætlanin og á­setan av fiskidøgum ella kvotum skal umsitast av landsstýrinum ella av eini fakligari nevnd. • Vit skulu eftir 2018 lata ein rímiliga stóran partur av fiskiloyvunum til teirra, sum tá longu eru í vinnuni – tó soleiðis, at eingin kann eiga meira enn ein ávísan part av samlaðu loyv­unum. • Nýggja skipanin skal galda fyri allan fisk undir Før­oyum og tað, sum vit samráða okkum til í fremmandum sjógvi. • Allur fiskur skal landast í Føroyum og verða skrá­ sett­ur her. • Tað skal áliggja okkum at gagnnýta alt fiskatilfeingi, sum vit taka úr havinum. • Bert føroysk skip undir føroyskum arbeiðs­mark­ naðarsáttmálum skulu fáa fiskiloyvi. • Útlendingar skulu ikki kunna eiga í veiðuloyvum, men teir kunnu kortini eiga avmarkaðan part í í fiskiskipum. • Alt fiskatilfeingið er fólk­sins ogn, og fiskilovi kunnu tí ikki verða sett í veð. • Tann parturin av fiskiloyv­ unum, sum ikki verður lutaður út í eini sjey til tíggju ár í senn, skal galda í styttri tíðarskeið – t.d. í eitt til trý ár í senn – og at ein partur av hesum skal tryggjast nýggjum ak­ tørum eftir somu treytum, sum verandi vinnan fær. • At ein partur av fiska­til­ feingi okkara skal verða selt um uppboðssølu ella einihvørjari marknaða­r­ reguleraðari skipan. Tað er sum nevnt umráðandi, at vinnan í allarseinasta føri til heystar fær at vita, hvat verður galdandi í 2018, tá verandi loyvi fara úr gildi. Nú mugu vit fara til verka - við ella uttan Vestergaard. Vestergaard ella einki? Poul Michelsen Framsókn Jeg har et problem, som består i at jeg får min post retur, som jeg sender til Tors­havn, til adressen Maria Danielsen, Skúlagøta 4, Tórshavn, som har haft sam­ me adresse helt tilbage i 1958. Jeg har ikke før haft pro­ blemer herved, men inden for de sidste to-tre måneder er der kommet to breve retur. Det ene to og det andet tre gange. Modtager oplyser, at der er navn og nr. på post­kas­ sen. Er problemet de unge skoledrenge, der går med post, der er for ligegyldige? Med venlig hilsen samt med håb om et uddybende svar. P.S. Jeg vil ikke undlade at nævne, at der her var tale om to vigtige breve, som krævede en hurtig besvar­else. P.P.S. Håber ikke, jeg også får dette brev retur! Jegvan Elis Danielsen Sandagervænge 32 DK-4733 Tappernøje Til postverkstjóran Joel undir Leitinum