hósdagur 30. mai 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Væl vita vit, at vit í Føroyum hava
eitt sera fløkt politiskt landslag
við bæði høgra og vinstra og við
loysing og samband. Aðrastaðni,
har valið bert stendur millum
høgra og vinstra, har skifta polit
isku pallmyndirnar næstan alla
tíðina. Eitt nú avloysti Cameron
Labour-stjórnina hjá Blair og
Gordon Brown, Thorning avloysti
Fogh og Løkke, Reinfeldt avloysti
Persson, og Hollande avloysti
Sarkozy. Í Grønlandi er Siumut
aftur komin framat í landsstýr
inum, og í Íslandi hava gomlu
flokkarnir, sum sótu við maktina,
tá landið fór á húsagang, aftur
mannað stjórnarskivstovurnar.
Hyggur ein nærri, so er líkt til, at
hesi skiftini koma næstan av sær
sjálvum, sjálvt um tær sitandi
stjórnirnar kanska ikki hava
klárað seg so illa. Hevur ein stjórn
sitið nóg leingi, so vil fólkið hava
eina broyting. Hetta er tað vanliga
skiftið, sum eyðkennir lond, har
vinstra- og høgrarákið bjóða hvørj
um øðrum av, og soleiðis skal tað
ivaleyst vera. Hetta er júst styrkin
í fólkaræðinum.
Men meðan øll hesi londini
frammanundan vita, hvat alterna
tivið er, so er tað ómøguligt hjá
okkum at siga nakað um, hvussu
ein nýggj samgonga fer at síggja
út. Júst tí var tað, at eg róði fram
undir, at vit longu nú strektu
kjølin til eina nýggja samgongu
og til eitt veruligt alternativ. Latið
okkum gera eitt fundament nú,
so kunnu vit altíð byggja tað út
seinni. Við hesum endmáli skrivaði
eg tíðargreinina við heitinum “Nú
tann stundin koma má”.
Tjóðveldi í døpurhuga
Leiðslan í Tjóðveldi var sera
ivingarsom um hetta útspæl mítt
um blokkpolitikk. Fyrst tók tað
langa tíð, áðrenn ein reaksjón kom
frá ovastu leiðsluni, men tá hon so
kom, so var hon eitt tekin um ein
flokk í djúpum døpurhuga. Um
ikki beinleiðis durafjórðingin til
Javnaðarflokkin, so var tað týði
ligt, at teirra fremsti hugur stóð
enn sum áður til Fólkaflokkin, tí
eftir teirra fatan er tað bert saman
við Fólkaflokkinum, at landið
kann vinnast.
Men ein uggi er tað tó, at eitt
er, hvat ein veruliga ynskir sær,
annað er, hvat ein fer alment út og
sigur. Serliga í hasum flokkinum
skulu útmeldingar altíð vera so
poltiskt rættar. Soleiðis velji eg
at skilja boðskapin frá leiðsluni í
Tjóðveldinum.
Tað er ivaleyst so, at eitt samstarv
við Javnaðarflokkin ikki er polit
iskt korrekt hjá Tjóðveldinum at
melda út, tí hetta boðar ikki frá
einum heilhjartaðum sjálvstýris
politikki, hóast øll vita, at nógv
skilagóð tøk kunnu verða tikin
av hesum flokkum, landinum at
frama. Eitt er, at Tjóðveldi ikki
sleppur á mál við ætlanini um
tann suverena føroyska statin
her og nú saman við Javnaðar
flokkinum, men harfrá at tvíhalda
um, at tað bert er í samstarvi við
Fólkaflokkinum, at tjóðin gerst
fræls og frí av Danmark, tað eru
vit mong, sum als ikki skilja. Søgan
átti at havt lært teimum okkurt
heilt annað.
Paradoksið
Samstundis sum henda forkølaða
útmeldingin frá Tjóðveldinum
kom, so hevur flokkurin veruliga
givið samonguni turt uppá. Fiski
vinnupolitikkurin hjá Fólkaflokk
inum og passiva støðan hjá Sam
bandsflokkinum til sama politikk
hava verið álopin við einari
teppubumbing av greinum serliga
frá Torbirni Jacobsen. Beinraknar
sum altíð, og vit eru mong, sum
eru púra samd, so tað er trupult
fyri okkum at skilja, at hóast hesu
massivu álopini á rikna politikkin,
so sigur Tjóðveldi meira beinleiðis
enn millum reglurnar, at teirra
framtíðar politiski partnari eitur
Fólkaflokkurin.
Eg veit væl, at hjartablóðið hjá
hesum flokkin er fullveldi, og
tí kann flokkurin ikki avskriva
hesa ætlan í einum valstríði, men
eins væl vita vit, at fullveldi her
og nú er eitt fatamorgana. Tøkini
verða tikin í smáum, og søgan
sigur faktiskt, at tá ætlanir hava
verið heldur villar, ja so er næstan
einki hent. Men við realistiskum
ætlanum ber til at ganga fram á
sjálvstýrisleið.
Vit skulu ikki gloyma, at samgong
an 2004 – 08 yvirtók fólkakirkjuna,
meðan Tjóðveldi sat í andstøðu og
Sambandsflokkurin í samgongu.
Hetta átti at givið Tjóðveldi eina
vón um, at tað kann ganga framá
við sjálvstýrispolitikkinum eisini
saman við øðrum, um ikki so
skjótt, sum tey í Tjóðveldi kundu
ynskt sær.
Javnaðarflokkurin
sera greiður
Formaðurin í Javnaðarflokkinum
hevur púra greitt meldað út, at
eitt samstarv við Fólkaflokkin ikki
kemur upp á tal, tí hesir flokkar
standa so langt frá hvørjum
øðrum hugsjónarliga. Henda
útmelding er ikke allastaðni eins
væl móttikin, men eg má siga,
at tað er ein djarvur leiðari, sum
sigur slíkt. Hetta havi eg stóra
virðing fyri.
Men í samband við ein møguligan
blokkpolitikk, lat formaðurin
møguleikan við einum samstarvi
við Sambandsflokkin standa opn
an, tí sum hann segði, so vónaði
hann, at flokkurin fór at koma til
“fornuft”. Ein greið og undirbygt
støða, sum eg fult og heilt taki
undir við.
Vælferð ella borgar
liga politikk
Men eitt eru almennar útmeld
ingar, annað er politiska telvingin
handa tjøld. Eins og neyðin lærir
naknu kvinnuna at spinna, so
verður andstøðan so ella so noydd
at taka neyðugu tøkini, um tað
so merkir, at onkur kamelur skal
niður um barkan.
Tá spurningurin um berghol ella
vælferð á sinni stóð á breddanum,
tá var eingin ivi um svarið. Eins
avgjørd trúgvi eg, at veljarafjøldin
verður, tá valið skal standa millum
eina uppbygging av mistari væl
ferð heldur enn framhaldandi
borgarligan politikk.
Vit hava eina støðu í dag við rætti
liga djúpum frustrasjónum. Fólk er
í øðini um, hvat hendir ella rættari,
hvat ikki hendir innan eldraøkið.
Tey eldru verða handfarin sum
pakkapostur, og við boðum frá
landsins leiðslu verður skorið og
minkað um røktina.
Eitt gott land – eitt vælferðar
samfelag er eyðkent av, hvussu
eitt nú tey eldru og útsettir
bólkar í samfelagnum hava tað
og trívast. Her hava vit veruliga
ein trupulleika. Landsstýrið
leggur síðan “elegant” eitt
roykslør út og sigur, at alt verður
betri, tá eldraøkið verður lagt
út til kommunurnar at umsita.
Men álvaratos, er tað ikki bert
spurningur um pengar. Um teir
koma úr einum almennum kassa
ella einum øðrum, kann fyri
skattgjaldaran vera eitt feitt, tí
tað, sum veruliga telur er, um økið
virkar. Eg vóni, at kommunurnar
ikki glaðbeintar taka av uttan
fyrst væl og virðiliga at tryggja
sær, at økið fungerar, sum tað skal,
og at neyðuga játtanin fylgir við.
Ein onnur orsøk til djúpa frustra
sjón er hurlivasin og totala skila
loysið, sum valdar innan fiski
vinnupolitikkin. Men lat tað liggja
á hesum sinni.
Tó má sigast um sitandi sam
gongu, at hon hevur víst sera stórt
arbeiðssemi og hevur verið sera
málrættað, tá hon í bráðskundi
gjøgnumførdi politisku kongs
tankarnar hjá Fólkaflokkinum um
flatskatt og fortíðarskatting av
pensjónum. Men tá tað so kemur
til reformar og annan veruligan
politikk, so er tað mest “snikk-
snakk” um, at nú skal ein breið
semja finnast um hetta og so um
hatta. Men als eingi úrlsit.
Gevið nú fólkinum eina vón
Andstøðan í Løgtinginum hevur
í tíðarskeiðnum, sum er farið av
hesum valskeiðinum, veruliga
víst hegni og skil til innihaldsríkt
og konstruktivt andstøðuarbeiði.
Vit eru eisini mong, sum hava
lagt til merkis, hvussu væl
Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og
Framsókn hava virkað saman í
andstøðu. Tað er avgjørt eitt gott
grundarlag at arbeiða víðar út frá.
Fólkinum tørvar eina vón – gevið
okkum hana.
tíðargrein
Jóannes Eidesgaard
fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Gevið okkum eitt alternativ
Í einari tíðargrein her í blaðnum fyri
nakað síðani, mælti eg til, at andstøðan
mobileseraði og skipaði seg sum eitt
veruligt alternativ til sitandi samgongu.
Leiðararnir í andstøðuni tóku, sum eg
eisini roknaði við, heldur taktiskt ímóti
hesum útspæli. Men tað má tó standa púra
greitt fyri tey mongu, at vit mugu hava
eitt veruligt alternativ, tí eitt “systemskifti”
eftir næsta løgtingsval er eitt “must”.