hósdagur 30. mai 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fýra góð ár hjá Klaksvíkar Kommunu
Gunvá við Keldu
Býráðslimur fyri Fólkaflokkin
Á býráðsfundinum 23.
mai varð roknskapurin
fyri 2012 góðkendur.
Roknskapurin staðfesti,
við 159,5 mió. kr. í
inntøkum, týðiliga góðu
gongdina, sum hevur
verið seinastu fýra árini.
Raksturin sammett
við inntøkuna fall, og
væl meiri var til íløgur,
hóast lániskuldin varð
goldin niður við 30,3 mió.
krónum
Kommununnar roknskapur
hevur til eina og hvørja tíð ein
nátúrligan almennan áhuga,
og tí ynski eg at endurtaka
nakað av viðmerkingunum,
eg hevði á býráðsfundinum.
Tølini í roknskapinum vísa,
hvussu býráðið stýrir og rað
festir nýtsluna av skattapen
ingi borgarans.
Ein býráðsseta
við framgongd
Seinastu fýra árini hava á
mangan hátt verið ógvuliga
spennandi.
Byrjanin
var
torfør, tí kommunan hevði
stóra skuld og varð sett undir
umsiting. Tá ið 2009 var farið
afturum, byrjaði alt at síggja
meiri bjart út og framgongdin
gjørdist týðilig.
Tað, sum er umráðandi hjá
býráðnum, tá ið inntøkurnar
vaksa, er, at halda aftur í
rakstrinum, so íløgur kunnu
gerast, samstundis sum lán
verða goldin niður. Hetta
hevur verið gjørt seinastu
fýra árini.
Gleðiligt er at síggja, at vit
í 2012, fjórða árið á rað kundu
staðfesta meirinntøkur. 159,5
mió. kr. komu í kommunu
kassan. Hetta var ein trivalig
meirinntøka við 14 mió. kr.
Í fíggjarætlanini fyri 2012
mettu vit inntøkurnar meiri
varisliga til 145,5 mió. kr.
Hesa øking kunnu vit takka
vinnulívinum fyri, tí vit vita,
at Klaksvíkar Kommuna, sum
er so tengd at vinnulívinum,
altíð fylgir konjunkturunum,
og tí er viðbrekin.
Raksturin úr 78,6%
niður í 63,1% av
inntøkunum
Talvan niðanfyri vísir gongd
ina
í
skattainntøkunum,
UMMÆLI
Vit eru øll blivin so rein og so fín.
Hetta var tað, eg hugsaði, nú eg
um hvítusunnuna las søgusavnið
Ein fyrrverandi føroyingur eftir
Thomas Michael Smith. Og kanska
eru vit eisini blivin so stuttmint, at
vit hava gloymt, at ein tíð var, tá ið
gamlir menn gingu við rakdropa,
tá ið børn snoraðu, tá ið tey sum
skeittu ella vóru lámur blivu náði
leyst happað í og eftir skúlatíð,
og tá ið náttpotturin á morni stóð
dampandi undir songini. Gloymt
ella ikki, henda tíðin er tað jørðildi,
vit øll eru runnin úr.
Søgurnar í savninum spegla hesa
tíðina aftur, við einum ósentimen
talum bersøgni, einum sansi fyri
tí ítøkiligu detaljuni og einum ser
ligum kynstri til at lýsa tað bonska,
tað ónossliga og tað vamlisliga. Og
eins og frásøgnin er prunkleys og
ótelgd, er málburðurin tað eisini.
Bókin er skrivað á einum suður
oyarmáli, sum er ektað og ikki
fínpussað av nøkrum málsligum
ráðgeva. Gongdin í summum av
søgunum fær ein at hugsa um ta
ensku máliskuna twist of fate, tað
eru lagnunnar kast, hesir tekstir
lýsa. Persónarnir daga móti einum
leiktjaldi, við ráka av Elefant øli og
Den med Tyren, við deymi av sveitta
og mykju, við borðum rokaðum
av øsku og matleivdum og óupp
vaskaðum borðbúnaði.
Byrjunnarsøgan er bara tvær
síður. Hon hevur heitið “Anna og
Magnus”, og líka so gerandisligur og
óuppgjørdur sum hesi vanligu før
oysku fólkanøvnini er hesin tekstur.
Svongd var fyri einum mannaminni
síðani ikki ókend, og svongdin – sum
er ein táttur í hesi søgu – verður
við lagnunnar vend umskapað til
fótafesti hjá tveimum í lívinum.
Hvør skuldi trúð, at “himmalsk”
dýrd kundi spretta úr einum bita
av skerpikjøti? Teksturin er stuttur,
men sniðfundigur og ikki einfaldur.
Tíðarfláirnar eru tríggjar, og hóast
her bara verður røtt um svongd og
ein kjøtbita, fatar útsøgnin um eitt
heilt lív, har kjøtbitin er paradís
keldan.
Søgan “Hópdreparin” er runnin
úr hesi somu bonsku og berligu tíð.
Hetta er frásøgnin um drongin, sum
vaks upp í krígsárunum, í einum
umhvørvi við drykkjuskapi, bardaga
og andaligari vanrøkt. Drongurin
er lámur, kemur ikki úr múgvandi
korum og verður tí happaður. Tann
samfelagsliga
grammatikkin
er
formað sum ein óndur ringur. Hann
ið hevnir seg, fær hevndina aftur
lønta og hevnir seg aftur. Andaligt
avlop til at gróðurseta eitt nýtt
mynstur er ikki til. Endin verður
hareftir.
Sum heild eru tær stuttu søgur
nar í savninum tær bestu. Eitt dømi
er “Josias”, helst tann besta í hesum
savni. Her er eitt brot úr søguni:
Eg sat og eygleiddi Anton, meðan
hann fylti eina hálva eskju av snúsi
inn í munnin. Fyrst stappaði hann
so nógv sum hann fekk upp und
ir yvirvørrina, og restina “upp í
skuffuna”. So fór hann við hondini
inn undir jakkan og kom fram við
einari fløsku av Gordons Dry Gin,
skrúvaði proppin av og rætti mær
hana. Eg tók hana og legði munnin
at, men fekk einki niður, tí hon var
nógv meir enn lunkað, og skitin var
hon eisini, hon luktaði av mykju. Eg
læt, sum eg fekk mær ein lítlan, men
fór at klíggja og reisti meg upp og
lukkaðist akkurát út um hurðina
at spýggja.
Ein frálík lýsing av eini pallmynd,
sum øll í tí eldra ættarliðinum minn
ast, kanska serliga frá ólavsøkum, í
teirri tíðini, tá ið annar hvør maður
snúsaði. Eisini hesin stutti og fynd
ugi tekstur er sniðfundigur, tí
høvuðspersónurin er ikki Josias,
men Anton. Annars er henda bæði
groteska og humoristiska søgan
dømi um ein klassiskan stuttsøgu
frymil, við bæði peripeti (t.e. vend)
og poengi (tað sum Heðin Brú rópti
“fynd”) til seinast.
Teir longru tekstirnir í savninum
eru eftir mínum tykki minni væl
eydnaðir. Tittilsøgan – við dámi
av vísindaskaldskapi – lýsir eina
framtíð, har Føroyar eru avoyddar,
har grønlendingar ráða í Danmark,
og har munurin millum kall og
konu er horvin at kalla. Teksturin
er meira ein røð av hugleiðingum
enn verulig søga. Nakað tað sama
kann sigast um tekstin “Plankin”,
um ein sjómann, sum verður kap
teynur á einum risaskipi, síðani
fellur í drykkjuskap og endar aftur
á “plankanum”.
Samanumtikið er góðskan í
savninum kanska heldur misjøvn.
Tað ov “snakkandi” skrivingarlagið
misprýðir summar tekstir. Men í
savninum eru ið hvussu er tríggjar
sera vælskrivaðar og fast formaðar
søgur.
Meðan eg havi sitið og skrivað
hetta ummæli, havi eg eygleitt
tvey listaverk á bróstinum yvir av
mær. Annað er eitt portrett eftir
Torbjørn Olsen, kanska hansara
mest væleydnaða persónsmynd.
Á gólvinum undir henni stendur
standmynd úr bronsu eftir Janus
Kamban, av drongi, sum tekur ein
seyð. Listaverkini eru sera ymisk,
men nærkast í tí, at tey mynda
øvugtar rørslur, drongurin, sum
tekur seyðin, kastar seg til høgru
handar, maðurin á portrettinum
førkar seg til vinstru. Eg komi at
hugsa um inngangin til Faidros eftir
Platon, har Sokrates sigur:
– Hvagar, kæri Faidros, og
hvaðani?
Hesi orð Sokratesar skulu, óneyð
ugt at siga, ikki skiljast bókstavi
liga, men sum ein tilsiping av til
veruligum slag. Portrettið er, sum
onkur lesari longu hevur gitt, av
mínum gamla vinmanni Hera
Smith. Lív og varmi og ein merkis
verd sálarfrøðilig innlivan eru yvir
hesum listaverkinum hjá Torbirni.
Og móti kvøldi, tá ið skýmingin
legst, er tað sum Heri stígur úr
myndini út í stovuna og fer at
práta við meg. Eg skonki mær tá ein
whisky og svari: Hvagar fert tú, mín
vinur, og hvaðani kemur tú?
Sami stemningur og somu spurn
ingar sveima yvir tí seinastu søguni
í hesum savni. Tað serliga við hesum
teksti – sum tykist vera skrivaður
á jólum – er, at hann snýr seg um
veruligar persónar, og at hesir
persónar eru nevndir við sínum
rætta navni. Teir eru Heri Smith,
sum tá búði í húsinum Undir Kletti
og grannar hansara Ímund og Ívar,
sum búleikaðu, hugsi eg, í húsunum
vinstrumegin, sum leingi trónaðu í
Krókabrekkuni og mintu um okkurt
dapurt, mjørkakámt spøkilsishús úr
eini søgu eftir Poe ella Lovecraft.
Søgan er neyv og stuttorðað,
kundi mint um “Pumpararnir í Havn
ini” eftir Magnus Dam Jacobsen.
Heitið “Tortilla Katt” sipar – sera
elegant – til skaldsøguna Tortilla
Flat eftir Steinbeck, sum her hevur
fingið eina serføroyska snaring.
Ein serligur tokki og varmi er yvir
hesum teksti, og millum reglurnar
andar eitt fleyr av sorgblídni. Og
um ein nú spyr eins og Sokrates:
Hvagar fara tit? er svarið at finna
til seinast í bókini:
Nú liggja teir allir fýra fram eftir
rommum úti á tromini á Himmal
fjallinum og veittra niður til okkara
og ynskja eini gleðilig jól.
Thomas M. Smith: Ein fyrrverandi
føroyingur. Stuttsøgur.
Egið Forlag. 128 kr.
Lagnukast úr bonskari tíð
Søgusavnið Ein fyrrverandi føroyingur eftir Th. M. Smith
Hanus Kamban
kjak