Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Líggjas í Bø um Óla Jákup Jacobsen: »Úrmælingur í 20. øld« Líggjas í Bø um Óla Jákup Jacobsen: »Úrmælingur í 20. øld«. »Ein bumlari og ein annar bumlari« plagdi Sámal í Grótinum at taka til. Og her er talan um ein original, ið skrivar um ein annan original – í posi­tivum týdningi – sjálvandi! Tann hálvsmædni og hittinorðaði og snildi vinnulívsmaðurin: Líggjas í Bø (skald, telgjari o.a.m.) hevur brúkt síni støvsins ár til at rekja longu og ríku vinnulívslínu sína niður í stamp og so at rista nakrar minn­is­rúnir yvir nøkur áhugaverd býar­børn. Hesaferð um buss- og fergu­mannin, entreprenørin og ótroytti­liga uppfinnaran »Óla-Jage« (Ole Jacob Jacobsen (1890-1971)). Hin bókin - um “Lingu og Mikka-Mall­ us” - bleiv rivin niður av hill­un­um í handlum og útseld eftir fáum døg­ um. Bókin er vituliga eftirtektarverd. Stílurin er lættur og livandi humor­ istiskur. Høvundurin eymkar seg einastaðni um nakrar danismur (hvat ið tað so er) hava sníkt seg inn í tekstin. Tað skal hann ikki harmast um. Alt annað vildi verið pátikið tvætl. Og tað hava vit ríkiligt av. Serliga millum sjálvhátíðarligar »týð­arar og rættlesarar«. Tí stílurin er maðurin! »Humor er eisini perpektivfor­ skjóting« – hevur onkur sagt - (so sum tekningarnar hjá Óla P. í bókini). Og ofta við eini afturundirgerð av sorgblídni. Eitt annað dømi er: táið tann veldiga madamman liggur á knæ albrynjað við kakurulluni framm­an fyri songini og hóttir visa­ liga mann sín at koma út undan til at verða avbukaðan. Lítli húsbóndin fýsir tá innan úr myrkrinum millum »gimburlomb av støvi« og kroystur undir songini - »Eg komi so aldrin útundan. Eg skal vísa tær hvør ið er Harri her í húsinum«. (Hesin sorg­ar­ standur er sjálvandi einki at flenna at, men tó ..!?) Øll í bygdini tá kendu Óla Jákup. (Eisini undirritaði – uppvaksin har norðuri og kommunuverkfrøðingur frá 1968-1970). Og søgurnar eru ótaldar um henda altíð vælhýrda garp­in. Miðlingasonur millum nýggju systkin. Fekk sjey børn. Og góða kona hansara Anna Sofía, ring av astma, bleiv bara hálvthundrað ár (1889-1939). Men lesi og njóti bókina sjálvi. Eg skal her bara ríva nakrar hálv­ gloymdar søgur upp úr minnis­ krubb­uni. Møtti honum á Víkarvegnum tann 4. august 1970 – haldi eg tað var. Óla Jákup heilsaði brosandi: »Hevur tú sæð »Norðlýsið« í morgun? Teir eru fínir! Har stendur at í dag fyllir Óla Jákup Jacobsen í Klaksvík 80 ár, og Louis Armstrong í USA fyllir 70 ár (!)«. ( Ja, tann kendi »Satchmo« gamli við silvurtrompetini og hend­ inga hugtakandi skurslutu/fjálgu jazz-og bassrøddini hevði ivaleyst vilja bæði spælt og sungið fagurt fyri teimum báðum ísenn - um teir kendust (!): I see trees of green........ red roses too  I see em bloom..... for me and for you  And I think to myself.... what a wonderful world.  I see skies of blue..... clouds of white  Bright blessed days....dark sacred nights  And I think to myself .....what a wonderful world.  The colors of a rainbow.....so pretty ..in the sky  Are also on the faces.....of people ..going by  I see friends shaking hands..... sayin.. how do you do  They’re really sayin......i love you.  Feðgarnir Óla Jákup og Kristoffur vunnu entreprisuna av reinsi­verk­ inum við nýggja skúlan á Ziskatrøð í 1958 fyri 25.000 kr. (hini boðini lógu um 70 og 50.000 kr.) Eitt øgiligt knoss. Og raskir vóru teir. Kantut eftirlit. Ofta oysti niður. Veitin og holið fyltust. Pumpan tók ikki. Og teir máttu gevast fyri tann dagin. Vit (Leivur Borðoy var sveinur, Eyolvur og eg lærlingar) gjørdu central­hitan inni. Og Óla Jákup kom inn á vegnum á heimleið og segði líka vælhýrdur: »Dreingir, vit gevast nú fyri í dag, men vita tit hvat, ið eg fari at gera restina av degnum?«. Nei, tað vit vistu ikki. »Jú, eg havi altíð nokk at gera. Og nú fari eg til hús at spikkelera!« So segði hesin ótroyttiligi upp­ finnarin brosandi við síni eyðkendu ljósu rødd, sum enn spøkir aftur í slektini. Um Jósup (elsta sonin, ið var ein framúr sangari) segði Petur Háberg á sinni: »Jósup byrjaði í sangkórinum sum ein drønandi bass­ur, men endaði sum ein flúgv­ andi tenorur (!)« Søgurnar liva á mannamunni og flyta seg eftir rákaleiðum. Mær tilkemur ikki – soleiðis í allari ótil­ strekkiligheit – at skáka Líggjas, vin­ mannin. Og táið hann á síðu 177 ger Óla Jákup til dystilærdan matador – uttan lansu ella svørð – í víggi á arena'ini í Árnafirði í hóslagi við einum villum tarvi ella mannúlvi, ja, so hevur hann helst rætt í hesum –. Men, sum meg minnist søguna frá Erik Hansen (hjá Simonu og úr Glasstovuni) var hon nakað soleiðis. Erik, Óla Jákup og ein triði vóru í kommunuørindum í Árnafirði. Fólka­tingsval var sama dag (helst í mai 1957) og Óla Jákup – sum altíð var við í øllum – vildi náa valstaðið áðrenn tað stongdi, og hann helt tí avstað móti brekkuni so skjótt til bar. Erik – hálvur árnfirðingur, skemtari og vertskapsmaður – og hin felagin lótu seg yvirtala til at eta ein nátturðabita áðrenn hildið varð aftur á skarðið. Ein tíma ella so seinni komu teir niðanfrá, og tá sóu teir Óla Jákup í hornatøkum við ein vælvaksnan veðr. Óla Jákup hevði – lættur sum hann var – syft seg upp um eina girðing fyri at stytta um leiðina – men tá varð hann straks álopin av einum garterandi óargadýri, sum stútaði av grimd so ikki slapst av fetinum. Og nú hekk hann so har uppi á hornunum á veðrinum –og báðir vóru líka útlúgvaðir. Teir trígg­ ir fingu tó í felag bast hinum heidna – men tað bleiv vituliga einki val hjá Óla Jákupi ta ferðina. Sum sæst í bókini og av omanfyri standandi so var Óla Jákup ikki hvør sum helst. Og fjálgu minn­ ingarorðini, sum Finnbogi Ísaksson skrivaði um hann, endaðu nakað soleiðis: »Vit sum vuksu upp í bygd­ ini tá, komu at kenna Óla Jákup sum ein gamlan mann, men sum ald­urin ongantíð beit á !« 23.05.2013. Arnstein Niclasen ummæli rakst­rar­útreiðslunum, av­ lop­in­um og láni­byrðini hjá Klaks­vík­ar Komm­unu frá 2008 til 2012: Sum tølini omanfyri vísa, er lánibyrðan hjá Klaksvíkar Komm­unu minkað við 30,3 mió. kr. undanfarnu bý­ ráðs­setu. Samstundis sum nógvar íløgur eru gjørdar. Tað hevur nú verið frammi, at taka upp av­ drátt­arfrí lán. Hesum tekur Fólkaflokkurin ikki undir við, tí tá er vandi fyri, at raksturin hækkar og minni verður eftir til íløgur. Vit síggja tað sum eina sera vanda­mikla gongd, at eitt bý­ráð tekur avdráttarfrí lán til eitt nýtt býráð at gjalda, samstundis sum víst er á, at tað ikki slepst undan at raksturin veksur. Nógvar íløgur seinastu setu Tað er umráðandi at geva bæði tí privata og tí al­ menna góðar karmar at virka í. Her hevur býráðið so avgjørt ikki staðið aftarlaga seinastu fýra árini. Eg vil nevna nøkur mál úr rúgvuni, sum eru framd. Skúlin við Ósánna var ein stór verkætlan, sum all­ir partar í dag eru glaðir fyri. Vit fóru undir at byggja nýtt røktarheim, sum verð­ur tikið í nýtslu í ár. Undir Kráarbrekku eru stórar íløgur gjørdar, sum eru komnar okk­ara eldru borgarum væl við, og sum tey veruliga gera nýtslu av, bæði í Ven og Virka og í Smæruni, har góðir møgu­ leikar eru fyri nógvum virk­ semi. Spillivatnsætlanin, sum hevur bíðað í alt ov nógv ár, varð veruliga sett á skinn­ arar, og hetta flytir komm­ ununa umhvørvisliga langt fram á leið. Fyrireikandi ar­beiðið varð gjørt, at út­ byggja bryggj­una við eitt av okkara stóru arbeiðs­pláss­ um, Klaks­víkar Sleipistøð, og pen­ing­ur settur av. Vit høvdu eina so avbera væl eydn­aða hugskotskapping um mið­býin, sum enntá gav Klaks­víkar Kommunu heiðurin frá landsins mynd­ ug­leikum sum besta átak í 2012. Hóast vit í Fólka­flokk­ inum sita í minniluta, verð­ur okk­ara arbeiði hesa setuna at fremja tey átøk, vit hava sett út í kortið, men sum ikki vórðu fullførd. Tað er ógvuliga umráð­ andi, at vit øll standa saman, so býráðið saman við okkara borgarum og vinnulívi, kunnu uppliva framhaldandi ný­hugsan og framgongd, sum vit hava sæð. kjak Lyklatøl (mió. kr.) 2008 2009 2010 2011 2012 Skattainntøka 127,0 125,6 137,4 152,0 159,5 Rakstrarútreiðslur 99,8 86,5 94,7 98,9 100,6 Avlop til íløgur o.a. 27,2 39,1 42,7 53,1 58,9 Rakstur í % av innt. 78,6% 68,9% 68,9% 65,1% 63,1% Lánibyrðan 176,0 168,4 162,7 153,9 145,7 www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo