Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen 8. partur Porkeri fekk enn ein skelk 22. juli 1952 við vanlukkuni við torv­bát­ in­um. Hetta hendi í teimum allar bestu hugsandi líkindum og undir umstøðum, har ein slík vanlukka skuldi verið óhugsandi. Hetta summarið var eg við Ósa, og vit riggaðu til í Fuglafirði at fara á sildaveiðu við gørnum. Vit vóru so lidnir at rigga til og fóru suður aftur á Vág. Veðrið var av tí allar besta, og sjógvurin var spegilslættur. Tá ið vit á kvøldi komu til Por­ ker­is úr Vági, síggja vit grátandi konur, sum royna at turka eyguni við turriklæði. Tær vóru kona Pola, Evi og mamma John, Laura. Tá var henda óskiljiliga van­lukk­ an hend, at torvbátur var sokkin, og fýra menn í bestu árum vóru sakn­ aðir, og hesar báðar høvdu mist. Søgan var tann, at Napoleon Poul­sen, Poli á Høvda kallaður, var farin at fáa torvið til høldar hendan dagin. Hann var heima millum túrar og roknað varð við regni dagin eftir. Tí var umráðandi at fáa torvið til húsa sum skjótast. Poli var ikki maður, ið læt nakað liggja á láni, tí tað, ið hann kundi gera í dag, læt hann ikki bíða til dagin eftir – av rask­astu monnum bæði á sjógvi og landi. Hann hevði skorið torv á heim­ ara armi á Porkerisnesi, og tí lá best fyri at føra torvið heim við báti. Teinurin heim til bygdina var um hálvan annan fjórðing. Poli hevði fyrst verið við einum árabáti eftir torvi, og hann hevði ført 18 sekkir heim. Tað var meira enn tað eftir, tí skuldi farast avstað aftur. Tá lá ein deksbátur har, og Poli bað hann koma við sær eftir restini. Men hann fekk ikki motorin í gongd tá beinanvegin. Men Jens Leo kom av útróðri, og hann bjóðar sær til at koma við sín­um maskinbáti eftir restini av torv­inum. Hesin bátur var eitt stórt 8 mannafar, so hann tók nógv meira enn róðrarbáturin. Beint sum teir eru farnir, fekst motorurin á hinum bátinum í gongd, men tá gjørdist einki. Teir fóru so fýra mans avstað. Oddmar og Arne synir Pola høvdu verið við fyrra túrin, og teir vildu eisini sleppa við nú. Oddmar greiðir seinni í greinini frá tí, sum hendi. Ruth dóttur Pola var á keiuni, og hon minnist enn pápan, sum hann sat afturi í rong, tá ið teir fóru henda seinasta túrin. Eingin bátur kom aftur Hetta var á kvøldi og tað var eitt sindur dimt. Men so gongur tíðin, og eingin bátur kemur aftur. Hildið var, at teir mundu hava fingið motorskaða, og so fór ein bátur teimum til hjálpar. Men tá ið teir koma út móti torv­ heiðunum, síggja teir til sína ræðslu torvsekkir, árar og tiljar flóta á sjónum. Hetta kundi bert merkja, at báturin var sokkin. Einki sást til nakran mann. Hetta vóru sjálvandi ræðulig boð at koma heim til húsa við. Her var hend tann ringast hugsandi vanlukkan og tað í best hugsandi veðri. Hvat, ið var hent, kundi bara gitast um. So løgið var tað, at meðan flestu slíkar vanlukkur eru av ring­ um veðri, so var henda kanska bæði beinleiðis og óbeinleiðis av góðum veðri. Tað er neyvan ivi um, at báturin hevur verið sera væl fyltur. Tað vóru 38 sekkir eftir, og teir vóru allir komnir í bátin. Hetta var kolatorv, sum er tungt í mun til annað torv. Mett verður, at tað hevur vigað eini 2 tons. Tann einasta hugsandi orsøkin var tann, at Esso Søldafjørð um sama mundi var komin inn eftir Vágs­fjørð. Júst orsakað av, at sjógv­ urin var so slættur, skapti hann eina aldu frá sær, sum ikki hevði verið í minni góðum veðri. Hetta hevur gjørt, at torvbáturin var farin at liva í sjónum og var farin at drekka sjógv. Hetta hevur alt gingið so skjótt fyri seg, at báturin helst er sokkin sum ein steinur. Hildið hevur verið, at hann er farin eftir gronini til botns. Esso Søldafjørð var sjálvsagt púra ósekur í hesum. Hann hevur neyvan sæð torvbátin, so skýmligt sum tað var um 10-11 tíðina á kvøldi. Hetta hevur gingið so skjótt fyri seg, at eingin hevur kunnað umrátt seg. Jens var av bestu svimjarum. Tað undraði fólk, at so nær landi teir vóru, at í minsta lagi Jens ikki hevur kunnað svomið til lands. Jens skuldi verða kokkur við okk­um við Ósa. Tá ið vit koma suð­ ur um Nesi, er Jens deyður! Vit plagdu altíð sigla innan fyri boð­ ar­nar, men hetta kvøldið fóru vit suður á fýrlinjuna. So, høvdu vit farið innan fyri boðarnar, høvdu vit komið í vrakið, men soleiðis skuldi ikki verða. Tá ið vit komu til Porkeris, blivu nakrir mans bidnir um at fara til gongu út á vanlukkustaðið í vónini um, at onkur var komin upp á helluna, har sum man roknaði við, at teir vóru farnir. Tað kom ein rúgva av posum rekandi, teir flutu lættir í sjónum, so um ein maður hekk við ein posa, hevði hann flotið. Funnin var ein taska hjá Pola. Hon er nú á bygdasavninum í Porkeri. Roynt varð eisini at leita við kavara, har hildið varð, at báturin var farin. Kavarin, Karl Mortensen frá bedingini í Vági, leitaði við eitt sker, sum kallast Kúgvin. Men har var ringt at síggja nakað, tí tara­ skógvurin var so stórur. Eina ferð gjørdist hann fastur við øðrum blý­ skógnum og tað gekk ein góð løta at sleppa leysur aftur. Hetta kundi sjálvsagt vera vandamikið, so hann vildi ikki royna aftur. Seinni varð ein hálvur bátur funnin, og hildið var at hetta var torv­báturin. Leitað varð allastaðni, men mað­ ur fanst eingin. Tað einasta lík sum seinni kom aftur í aftur var Poli, sum 1. september varð funnin í Sugguni í Kirkjubø. Tað var Sjúrður Patursson, sum sá líkið í sjónum, og hann fór saman við einum soni í ein bát at fáa tað uppá land. So vanlukkuliga endaði hesin beinin, sum Jens vildi gera Pola. So merkiligt kann tað vera. Jens skuldi havt verið umborð á Ósa hendan dagin, vit komu suður. Hann skuldi nevniliga havt verið við okkum norður til Fuglafjarðar, har hann átti eina systir, hann ætlað sær at vitja. Men tá ið farast skuldi, gjørd­ ist hann sjúkur, so hann mátti set­ ast aftur. Hevði hetta ikki hent, kundi kanska nógv verið øðrvísi. Sum ofta er, so var eisini her frá­ søgn um, at menn kundu “síggja”. Ruth greiðir frá, at ein sumbingur kom inn til Elisabeth, systir Pola og spurdi, um Poli ikki var her. Nei, hon hevði einki sæð til Pola, men hann hevði sæð Pola farið inn um dyrnar. Eisini verður sagt frá, at svágur Jens skuldi hoyra Jens rópa á seg. miðvikan Torleif Bech: Vanlukk­an við torvbátinum í Porkeri Omaná allar tær skipsvanlukkur, sum hava rakt Porkeri, hendi enn ein skakandi vanlukku í 1952, tá ið ein torvbátur hvarv við fýra monnum. Torleif Bech Evi, kona Pola Napoleon Poulsen Oddmar kundi eins væl verið tann fimti, sum fórst við torvbátinum