hósdagur 30. mai 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 31. mai 2013 · Nr. 61
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
miðvikan
Slíkar frásagnir hava ikki verið
óvanligar frá øðrum vanlukkutil
burðum.
Poli varð jarðaður í Vági tann
7. september frá Bethel. Her vóru
nógv fólk við til jarðarferðina
og Andrew Sloan talaði. Sjúrður
Patursson var eisini og fylgdi.
Frásøgn hjá Oddmar
Oddmar hjá Pola hevur skrivað eina
frásøgn um, hvussu hann mintist
henda vanlukkudagin, sum eins
væl kundi verið hansara seinasta.
Oddmar, sum tá var 10 ára gamal,
sigur millum annað frá:
Pápi mín - Poli á Høvda - var kom
in heim við trolaranum Høvdaberg,
sum hann var skipari á.
Einar tveir dagar undan van
lukkuna vóru pápi, Arne bróður og
eg úti í Porkerisnesi við árabátinum,
eitt fýramannafar, og hugdu til
torvið. Pápi mín var væl nøgdur
við torvið, sum var turt og í góðum
standi.
So var tað fyrrapartin tann 22.
juli, at vit - pápi, Arne, John, systk
inabarn mítt, 17 ára gamal og eg fóru
við árabátinum út í Porkerisnes
við nógvum tómum sekkjum at
fylla torvið í. Hetta var ein sannur
góðveðursdagur. Eg minnist serliga
túrin út, tí vit róðu gjøgnum Víkar
sund og tætt fram við Kúnni, og vit
tosaðu um bátin úr Hovi, sum róði
seg á Kúnna.
Vit fóru upp í Heimara Armi,
sum Porkeningar siga, og báturin
bleiv bundin har við klettin.
So fóru vit at fylla torvið í posar.
Eg helt í posarnar, og John fylti torv
í. Pápi bar so posarnar við torvi í
oman til báturin.
Arne var bert 6 ár og tókst mest
við at spæla niðri í hyljunum í Nes
inum, og sum tá eisini nógv kom
bikk vóru í. Vit høvdu tað ógvuliga
hugnaligt allir fýra. Vit gjørdu okk
um eisini til góðar við tí góða mat
inum, sum vit høvdu við.
Sum leið út móti kvøldið, klokk
an hevur nokk verið um 7, so varð
alt torvið borið oman. Árabáturin
varð so fyltur við so nógvum pos
um, sum hann kundi bera, og vit
róðu so heim til keiina í Porkeri.
Klokkan hevur nokk verið um 8-9,
tá vit vóru aftur í Porkeri. Veðrið
var av tí besta, og havið var sum eitt
spegl, fleiri bátar, sum dyrgdu, vóru
at síggja, bæði úti við Porkerisnes
og longri inni.
Pápi ætlaði sær so út í Por
kerisnes dagin eftir eftir restini av
torvinum. Men hetta bleiv broytt, tí
veðurvánirnar søgdu frá møguleik
anum fyri regni dagin eftir.
Tá er tað, at Jens Leo skuldi fara
við pápa eftir restina av torvinum.
Eg var til reiðar at fara við út aftur
í Nes. Eg var jú fegin yvir at vera
saman við pápa mínum, sum jú var
trolaraskipari og tí var nógv burtur.
So vítt eg minnist var tað í lagi, at eg
skuldi fara við. Men so kemur Juul
Sundberg, sum var giftur við fastur
mínari Petru, og hann sigur við meg
og pápa mín, at tað var best, at eg
skuldi fara heim og hava Arna við.
Nú hevur klokkan verið um 10 um
kvøldið, og sigur Juul: “So kanst tú
eisini bera mammu tíni boð um,
at teir fóru út at heinta tað síðsta
torvið.” So bleiv, og eg minnist, at
eg var eitt sindur firtin um hetta,
at Juul skuldi blanda seg uppí.
John og pápi mín fóru so við
Jens Leo við bátinum hjá Jens út
aftur í Porkerisnes.
Herman Dam í Vika fór eisini
við. Hann kom nógv inn á Høvdan
og hjálpti til við at hoyggja og ann
að, so kanska hevur hann hugsað,
at her kundi hann eisini geva eina
hond - hann var 15 ár.
So var, at teir fýra fóru út aftur
eftir restini av torvinum hetta góð
veðurskvøld. Arne og eg fóru so
til gongu inn á Høvdan, og vit sóu
bátin fara úteftir. Vit kundu siga
mammu okkara, at teir fóru útaftur
eftir restini av torvinum. Mamma
visti, at teir fóru útaftur, tí hon
hevði sæð tað í kikara.
Arne og eg fóru í song, og vit
vistu onki fyrr enn morgunin eftir,
tá mamma kom og vakti okkum.
Hon segði okkum, at pápi okkara
kom ikki aftur kvøldið fyri. Hettar
var ein ræðuligur boðskapur at fáa,
og eg bleiv við at siga við meg sjálv
an, at hetta kundi ikki passa.
Pápi mín var bert 39 ára gamal,
og eg veit, at hann sá fram til við
spenningi, at Høvdaberg fyrstu ferð
skuldi fara til Grønlands.
Jens Leo, sum var úr Fámjin, var
giftur við Annu á Heyggi, systk
inabarn mammu. Anna kom so at
sita einkja við trimum børnum, og
elsta barnið var bert 6 ár. Hon livir
enn.
So hendi tað, at 1. september varð
pápi okkara funnin aftur í Sugguni í
Kirkjubø. Tað var Sjúrður Patursson,
sum sá pápa okkara flóta á sjónum,
og hann fekk so flotað bát og tók
pápa okkara upp. Hann varð fluttur
á hospitalið í Havn. Ringurin var á
fingrinum, og navnið á mammu
stóð inni í ringinum. Eg minnist, at
ein pakki kom frá hospitalinum, har
tað var skorið eitt stykki av øllum
pløggunum, sum pápi okkara var í.
Mamma kundi vátta, at tað passaði.
Eg minnist sera væl, at tað var 1.
september, tí tað var føðingardagur
hjá mammu.
Tað var eisini ein stórur smeitur
fyri Lauru og Josva at missa John,
einkarson teirra. Josva var staddur
undir Íslandi við Maritanu og kom
so seinri heim til hendan ringa
standin.
Komandi Miðvika
Komandi partur verður um Andreas C. Lützen í sambandi við, at tað
13. juni eru liðin 200 ár síðani hann varð føddur. Men í Miðvikuni um
2 vikur heldur Torleif fram við síni frásøgn og meira verður meira um
torvbátin.
Her sæst leiðin
av Porkerisnesi
til bygdina
Herman Dam
John Poulsen
Jens Leo