Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 31. mai 2013 4 VIKUSKIFTI Samrøða Rannvá G. Fossaberg rannva@sosialurin.fo Fyri níggju árum síðani fór ein 22 ára gomul havnargenta til Milano. Hon var sloppin inn á ein av teimum heilt kendu designskúlunum, sum ber orð fyri at vera ein av teimum heilt hørðu. Skúlin eitur Istituto Marangoni. Vanliga eru tað umleið tvey út av eini 500, sum sleppa á skúlan. Frida Poulsen vildi hava eina út­ búgv­ing sum sniðgevi, og tá hon ikki kundi útbúgva seg í Føroyum, helt hon, at hon líka so væl kundi fara til Milano, sum er eitt satt mótamekka. Í fýra ár stríddist hon bæði nátt og dag fyri at fáa útbúgv­ingina undir land. – Um eg skuldi byrja eina ferð afturat, so hevði eg heilt sikkurt givist, tí tá eg hyggi aftur á tíðina á skúlanum, so var hon ógvuliga strævin og hørð, sigur Frida Poulsen, sum tó eisini hevur góð minni frá skúlatíðini í italska stórbýnum. Fekk harða byrjan At koma sum føroyingur til Milano var ein stór broyting fyri Fridu Poulsen, sum var 22 ára gomul, tá hon flutti til Italia. – Eg minnist hasa tíðina sum nakað heilt øðrvísi, tí alt er annarleiðis. Málið, maturin, veðurlagið, gerandisdagurin, ja alt er annarleiðis enn tað, vit føroy­ingar eru vanir við, sigur Frida Poulsen. Tað var torført at finna bústað, men hon megnaði at finna eitt kamar, sum hon kundi leiga frá eini eldri konu. – Men eg mátti deila kamarið við eini aðrari gentu, tí leigan var so dýr. Haldi vit skuldu gjalda 400 evrur hvønn mánað, minnist Frida Poulsen og leggur afturat, at tær sluppu ikki at gera sín egna mat, men máttu eta tað, sum gamla konan borreiddi fyri teimum. Italska málið var ein stór avbjóðing fyrstu tíðina. – Eg gekk á málskúla ein mánað, áðrenn skúlin byrjaði, men í langa tíð var torført at samskifta við fólkini, for­ telur Frida Poulsen. Fíggjarliga vóru fyrstu mánaðirnir harðir, tí tað gekk rúm tíð, áðrenn hon fekk pengar frá stuðuls­skipanini. Á skúlanum bleiv bert undirvíst á italskum, og hvønn dag hevði hon nógv heima­arbeiði. – Karakterirnar vóru lágar fyrstu nógvu mánaðirnar. Skúlin var soleiðis, at í tríggjar mánaðir høvdu vit fimm læru­greinar, og triðjahvønn mánað skuldu vit til tríggjar próvtøku í hvørj­ari lærugrein. Tú mátti bara royna at klára teg ígjøgnum tað sum frægast. Tað var stuttligt, men so avgjørt eisini strævið, tí tú visti ikki altíð, hvat tað var, tú gjørdi galið og skuldi gera øðrvísi. Hevði skúla og arbeiði Á sjálvum skúlanum gjørdu tey ikki so nógv við at seyma klæðir, tí størsti parturin av skúlatíðini fór við ástøði­ ligari undirvísing. Tað merkti eisini, at Frida Poulsen hevði nógv heimaarbeiði, har hon skuldi royna teori í praksis og so­statt royna seg við sniðgeving og seyming. Langir dagar á skúlanum og tað nógva heimaarbeiðið, ið kom afturat, vóru ikki einasta orsøkin, til at Frida Poulsen minnist skúlatíðina á design­ ara­skúlanum í Milano sum sera strævna. – Skúlin samstarvaði við fleiri kendar sniðgevar, og tey bestu á skúla­ num komu á ein lista, sum snið­gev­ ararnir so kundu brúka sum hjálparfólk, fortelur Frida Poulsen og leggur afturat, at tað ikki var lætt at fáa sítt navn á listan. – Tað eru undirvísararnir á skúla­ num, sum velja, hvørjir næmingar sleppa á listan. Næmingar, sum altíð møta til tíðina, duga væl at tekna, og sum onkursvegna eru hildnir at vera áhuga­verdir, hava møguleika at fáa navnið á henda listan, greiðir Frida Poulsen frá. Sum tann einasta í danska rík­inum megnaði hon at fáa navnið á listan og fekk sostatt møguleika at arbeiða fyri fleiri av teimum heilt kendu snið­ gevunum innan altjóða móta­heimin. – Tað var ótrúliga hart, tí eg gekk í skúla, hevði heimaarbeiði, og so arbeiddi eg eisini fyri ymsar sniðgevar. Tí var tað heldur ikki óvanligt, at eg fór í skúla uttan at hava gjørt alt heima­ arbeiðið, og karakterirnar vóru so eisini onkuntíð hareftir. Men undirvísararnir á skúlanum løgdu ikki so nógv í tað, tí teir søgdu altíð við okkum, hvussu um­ráðandi tað var at skapa eitt netverk, læra fólk innan mótaheimin at kenna og so framvegis, sigur Frida Poulsen. Hjálpti Armani Fleiri av teimum heilt stóru sniðgevunum plagdu at brúka næmingar av listanum, sum Frida Poulsen stóð á. Tí hevur ungi sniðgevin í dag pappír, ið siga, at eitt nú Georgio Armani, Robert Wilson og Giovanni Cavagna hava verið hennara arbeiðsgevar. – Tað var sjálvandi eitt sindur løgið at arbeiða saman við hesum kendu fólkunum, men eg haldi ikki, at eg hugsaði so nógv um tað, sigur Frida Poulsen, sum eisini hitti Georgio Armani nakrar ferðir, meðan hon gekk á italska designskúlanum. – Hann er ein fittur persónur, opin Gav ongantíð upp – Fleiri ferðir umhugsaði eg at gevast, men tað virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Í dag eri eg errin av at vera komin so langt. Tað sigur 31 ára gamla Frida Poulsen, sum hevur gingið á einum av harðastu designskúlunum og hevur arbeitt fyri kendar, strangar sniðgevar. Í dag býr hon í Italia og hevur sítt egna klædnamerkið