Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 31. mai 2013 5 VIKUSKIFTI og stuttligur at arbeiða saman við, sig­ ur Frida Poulsen, sum millum annað hjálpti Armani, tá hann hevði eina av sín­um eyðkendu mótasýningum, sum hann hevur havt síðani áttatiárini og fram­vegis hevur í dag. – Eg hjálpti til við at umseyma nøkur pløgg frá 80unum, skuldi hanga tey upp á dukkur, og annars gera pløggini klár til móta­sýningina. So har var eingin snið­geving í tí arbeiðinum sum so, fortelur Frida Poulsen. Serliga strævið var tað at ganga í skúla og arbeiða, ímeðan próvtøkur fóru fram á skúlanum. – Eg minnist væl, at tá eg arbeiddi fyri Armani í umleið sjey tímar hvønn dag, hevði eg rættiliga nógvar próv­ tøkur. Ta einu ferðina svav eg ikki í eina heila viku, minnist Frida Poulsen. Í filmum og sjónvarpsrøðum verða sniðgevar ofta lýstir sum órímiligir ar­beiðs­gevarar, ið seta himmalhøg krøv til arbeiðsfólkini. Sambært Fridu Poulsen er tann lýsingin ikki heilt skeiv frá veruleikanum. – Fleiri sniðgevar eru nógv verri enn teir, vit hava sæð í filminum The Devil Wears Prada. Eitt nú var tað ógvuliga strangt hjá Giovanni Cavagna, sum hevði eitt heldur løgið sinnalag, tí ofta bleiv hann fratørur av ongum. Men tað er lítið í mun til nógvar av teimum ræðu­søgunum, sum eg havi frætt frá øðrum, sigur Frida Poulsen og hevur hug at flenna. Bóðu hana koma heim Frida Puolsen goymir á ongan hátt at tey fimm árini á designskúlanum vóru strævin, og nógvir dagar vóru ógvuliga tungir at koma ígjøgnum. – Eg ringdi ofta heim og kærdi mína neyð, og eg hugsaði meir enn einaferð, at nú kláraði eg ikki meir. Í roynd og veru umhugsaði eg næstan hvønn dag at gev­ast, greiðir Frida Poulsen frá, sum alla­tíðina merkti góðan stuðul heiman­ frá. – Øll søgdu við, at eg kundi bara koma heim, tað bilti einki, um eg gavst á skúlanum, og eg skuldi nokk fáa arbeiði heima í Føroyum, minnist Frida Poulsen. Hon gavst tó ikki, fyrr enn tey fimm árini vóru liðin, og hon hevði prógvið, sum vísti, at nú var hon snið­gevi. Sjálv veit hon ikki reiðiliga, hví hon ikki bara vendi nøsina aftur til Føroya og slepti dreyminum um at ger­ ast snið­gevi. Tí tað var veruliga hart. – Tað virkaði bara for lætt at geva skarvin yvir. Og harafturat dámdi mær væl at fáast við sniðgeving, sigur Frida Poulsen. Tað var tó ikki bara dreymurin um at gerast sniðgevi, sum gjørdi, at Frida Poulsen bleiv verandi í Milano. Held­ur ikki eftir at hon var liðug við útbúgv­ ing­ina. Tí undir hektisku skúlatíðini hitti hon Valentino, sum hon í dag er gift við og býr saman við í Lissone, sum er ein býarpartur beint uttan fyri Milano. Saman eiga tey skjótt tvey ára gamlan sonin, Samuele Espern. – Eg trívst í dag væl og havi havt møgu­leika at fáa arbeiðsroyndir, sum eg ikki hevði fingið, um eg var í Føroyum, sigur Frida Poulsen, sum seinastu árini hevur arbeitt á tveimum designstovum, har tey eitt nú hava teknað og gjørt upp­skot til klæðir fyri Zara, Maxmara og Patrizia Pepe. Hevur egið merkið Í løtuni er hon í barsil og trívist væl sum heimagangandi mamma í Italia. Fyri nøkrum mánaðum síðani tók hon eina stóra avgerð. – Eg havi altíð spælt mær við tankan um at gera mítt egna. Higartil havi eg bara arbeitt fyri onnur, men nú tá eg eri heima við soninum, havi eg tíð til at kunna arbeiða við at menna mítt egna klædnamerkið, sigur Frida Poulsen, sum sær fleiri fyrimunir við at hava sítt egna merkið. – Faktisk ringdu tey frá arbeiðinum herfyri og spurdu, nær eg kom aftur til arbeiðis. Tá fór eg at hugsa um alt tað arbeiði mann ger, fyri onnur, og so lønin, ið als ikki samsvarar við mongu arbeiðstímarnar, sigur Frida Poulsen, sum longu hevur sniðgevi fleiri blusur, t-shirts, kjólar og jakkar. – Klæðini, eg geri, eru einkul, men so allíkavæl ikki. Tey eru minimalistisk, men hava okkurt sermerkt við sær. Tekniskt eru tey gjørd upp á ein annar­ leiðis máta, enn tey vanligu klæðini, og eg geri eisini øll mynstur og prent sjálv, greiðir Frida Poulsen frá. At hon er før­ oyingur sæst aftur í hennara klædna­ merkið. – Viðhvørt brúki eg ymiskt prent við eitt nú føroyskum fuglum, fiskum og seyði á. Annars leggi eg dent á, at eitt nú modellirnar, fotografar og onnur, sum eg samstarvi við, eru føroysk, tí harvið skilir merkið seg eisini eitt sind­ur burtur úr mongdini, sigur Frida Poulsen, sum fegnast um, at fólk longu nú hava tikið væl ímóti nýggja merk­ inum. – Fólk hava í dag møguleika fyri at síggja klæðini og bíleggja tey um­ vegis netið, og tað eru tað nógv, sum hava gjørt. Klæðini eru farin víða; til Grøn­lands, Føroyar, París og fleiri aðra­staðni, fortelur Frida Poulsen, sum onga løtu angrar, at hon tók stigið at gera sítt egna klædnamerkið. – Tað er líkasum, at mann altíð bíð­ ar eftir røttu løtuni, men viðhvørt skal mann bara gera tað. Onkrastaðni skalt tú byrja. mynd: Heinesen Myndir Undir útbúgvingini í Milano hevur Frida Poulsen arbeitt fyri eitt nú Georgio Armani, Robert Wilson og Giovanni Cavagna. – Fleiri sniðgevar eru nógv verri enn teir, vit hava sæð í filminum The Devil Wears Prada, sigur 31 ára gamla Frida Poulsen