Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 31. mai 2013 7 VIKUSKIFTI Starv? Stýrimaður í norsku frálandavinnuni Hvat er tað besta við starvinum? Frítíðin og lønin er ok. Hvat ger teg í góðum lag? At hava glað fólk rundan um meg og at tað gongur mínum nærmastu væl. A ella B-menniskja? Eitt sindur av báðum. Hvørjar ítróttargreinar dámar tær og hví? Áhugin fyri ítrótti er minkaður niður í onki við árunum. Var herfyri í Gundadali, tá B36 og HB spældu, og tað var fyrstu ferð í eini 5-6 ár, tíverri. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? Lurti eftir øllum uttan klassiskum. Hvussu eru tínir matvanar? Eg etið tað, sum kemur á borðið, men eg havi ein ringan vana, og tað er at eta grillmat hvønn dag. Hvør er tín fyrimynd? Havi ikki nakra fyrimynd, men innan »strongman« ítróttin dámar mær best Mariusz Pudzianowski. Hvat gert tú í frítíðini? Nú í løtuni fer øll frítíðin við at byggja nýggja húsið. Hvat fert tú at gera í summar? Eg havi lovað døtrunum ein túr í Legoland í summar. So vit fara at halda summarferiu í Danmark. Hvør er tín lívrættur? Feskt lambskjøt. Serliga lambaryggur. Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum? Mær dámar væl at síggja okkurt innan krimi- sjangruna. Eitt nú hyggi eg javnan eftir Wallander. Hvør bók liggur á náttborðinum? Í løtuni liggur eingin bók á náttborðinum. Enda setningin: Eg kundi hugsað mær, at... ...flutt inn í nýggju húsini áðrenn ólavsøku Kirkjugarðurin í frítíðaroyðuni Mavrovo í Makedónina var ein undarlig uppliving, á alljósum degi var og eingi fornisk omaná. Har spøkti ikki heldur, ikki ta løtuna, eg var har. Men virðingin fyri teimum, sum har lógu, var lítil. Ja, eg havi hug at siga eingin. So uttan iva spøkja tey hvørja midnátt. Tað kannaði eg ikki. Ein syrgilig sjón, hasin kirkju­ garðurin. Kirkjugørðum nýtist ikki at vera syrgiligir. Summir eru hugnaligir. Burturkast, sum eyðkennir lond sunnan fyri í Evropa, tað sløðist alla staðni, plast og slíkt, sum krevur eina øld ella meira at forfarast, eisini í einum kirkju­ garði, lá millum grav­stein­arnar, í rúgvum næstan. Girðingin uttan um garðin var dottin niður næstan øll sum hon er. Nakrar hønur, sum ikki lótust um vón, nú fremmandamaður vitjaði, pikkaðu millum gravirnar. Nógvir gravsteinar eru falnir og illgresið er við at jarða teir eis­ini. Stórir steinir, sum nógv arbeiði varð lagt í. Eina ferð glæsiligir og prýðiligt minni um tey, sum undir teimum liggja. Men nú er eingin tign. Hetta er tó ikki ein deyður kirkju­garður og tey fáu fólkini, sum búgva í Mavrovo, hava gjørt sær nýggjan garð at hvíla í. Har var eingin at síggja, har sum eg gekk í lítlu bygdini. Og har stendur 2012 á einum gravsteini, sum enn ikki var hoknaður í illgresið. Eg kundi tikið eina mynd. Men eg eigi einki myndatól. Og eg dugi ikki at brúka telefonina til slíka dokumentasjón. Veit heldur ikki, um hon fær tikið myndir. Sama ger eisini, tí eingin leggur í at síggja myndir hjá øðrum. Eri heldur ikki og fari ikki á Grons­bukkuna. Og so mintist eg orðini hjá norsku kvinnuni, sum eg arbeiddi saman við, ella tíverri var hon ikki í mínum liði, á Kuba, tá eg var har og tók nøkur tøk fyri Castro og hansara revolu­sjón í brennandi sólini á sukur­rørs­ akrunum. Vit, brigadurnar, vóru í Havanna ein dag. Har sóu vit eina magháttliga elinnlegging á einum íbúðablokki. Minti um tað, sum Storm P plagdi at tekna. Hatta hevði blivið ein góð mynd, segði eg við hana, at hava sum minni um Kuba. Nei, segði hon. Hóast hon hevði eitt gott myndatól. Hon tók ongan­tíð myndir av slíkum, sum kann niðurgera eitt land. Ein vakur hugburður, líkur vakur sum hon var. Eitt gott prin­sipp. Eingin mynd varð tikin, hvørki í Havanna ella í Mavrovo. Hevði heldur einki myndatól eitt fríggjakvøld um midnáttina í Istedgade, tá eg hoyrdi ein mann longri niðri í gøtuni deila hart og øgiliga. Sum eg fataði støðuna við at leggja orðini, eg skilti, hann deildi á enskum og var ikki so greiður í sínari dundurtalu, saman sum eitt putlispæl, hevði hann verið við einari damu nátt­ ina fyri. Og hon hevði bitið hann í gamla. Hví, hon gjørdi tað, fekk eg ikki við. Hann hevði framvegis øgiliga ilt har niðri, hóast kenningin var stív. Og hann var framvegis øgiliga illur nú stívliga eitt hálvt samdøgur eftir tað øgiliga snið­ álop á hansara manndóm. Hann hálaði buksurnar niður har á gongubreytini fyri at vísa hinum, sum hann hevði preiað, skaðan. Hann var so illur, rópti hann, »that I could kill somebody.« Teir fóru skáksiglandi oman móti høvuðsjarnbreytarstøðini. Hann deildi og rópti alla tíðina. Hin segði einki, og tað gjørdi hundur hansara heldur ikki. Hann var bara væl nøgdur við kips­ini úr skálini, sum tann illi maðurin hevði tikið við sær úr onkrum vertshúsi og misti á gøtuna, so hon fór í knús. Men, sum sagt, eingin mynd. Ein mynd lýgur meira enn 1000 orð. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Bogi Hammer lagt til rættis: Rannvá G. Fossaberg Etur grill­mat hvønn dag – Eg eti tað, sum kemur á borðið, men eg havi ein keðiligan matvana, og tað er, at eg eti grillmat hvønn dag, sigur Bogi Hammer, sum seinasta vikuskiftið vann kappingina um at gerast Føroya sterkasti maður No Photo mynd: álvur haraldsen