Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 44

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 31. mai 2013 8 VIKUSKIFTI SLUPPTÚRUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Teir, sum vóru við á túrinum seinast, verða altíð bodnir við aftur. Eingin verður settur av. Liggur ikki fyri hjá onkrum, so verður plássið umborð boðið víðari. Soleiðis verður Johanna mannað hvørja hvítusunnu og útskiftingin er ikki stór, tí menn hava illa fingið fast undir føtur aftur, áðrenn teir byrja at gleða seg til næsta hvítusunnutúr. – Vinarlagið er ótrúligt umborð, og felagsskapurin er fantastiskur. Flestu okkara síggjast bara nakrar fáar ferðir um árið, umborð á Johannu, á ólavsøku ella til onkran fótbóltsdyst, men hóast hetta tykist tað sum um, at vit eru uppvaksnir saman, greiðir Bárður Simonsen frá, sum 20. mai kom aftur av árliga hvítusunnutúrinum, ið hesaferð gekk til Hebridurnar. – Vit plaga at halda okkum millum 180 og 220 fjórðingar, alt eftir hvar vit fara, og í ár var tað so Stornoway, høvuðs­staðurin á Hebridunum, sigur Bárður. Hann skipar fyri túrinum, meðan Hans í Líðini er skipari. – Hans er ein fantastiskur skipari. Hann er lættur at hava við at gera, og eigur sín stóra lut í, at túrarnir altíð eru so góðir, sigur Bárður. Aðalstjórar og prestar At vera skipari á einum túri av hesum slagnum, krevur eisini eitt serligt handa­lag. Manningin er fjøllbroytt, tí menn koma úr øllum landinum og úr ógvu­liga ymsum fakbólkum. – Her er alt frá stjórum, aðalstjórum, prestum, arkitektum, handverkarum og so framvegis, men umborð eru allir líka. Her er einki, sum eitur snobbarí, tí umborð eru allir manning á Johannu, sigur Bárður. Allir altíð saman Farið verður hvørt ár seinnapartin miku­dagin fyri hvítusunnu. Hóskvøldið plagar Johanna at verða komin undir land, og fríggjamorgun verður so farið inn. – Vit gera alt í felag. Fríggjadag plaga vit at finna eina svimjihøll, har vit kunnu vaska okkum, og so ganga vit annars runt í býnum, gera ørindir og taka okkum av løttum. Leygardagin hava vit altíð eina útferð á skránni, og um kvøldið er grillveitsla á dekkinum, har lokal fólk ofta vitja eisini, fortelur Bárður. Sum tað eisini sæst á myndunum á hesum síðum, so bjóðaði ársins vitjan lokalan tónleik, umframt onkra talu og yrking, sum vórðu gjørdar til høvið. Sunnumorgun verður kósin so sett móti Føroyum. Meðan siglt verður, ganga menn vakt, vanliga fýra og átta. Á frívaktini eru umstødur at taka sær av løttum og gloyma seg burtur frá ar­ beiðs­uppgávum og gerandisdegnum heima við hús. Kanska er essensurin í góða felags­ skapinum, at talan í stóran mun er um menn sum dagliga stjórna og fyriskipa, og tí sattast so væl við mótsetningin, Johannu, sum tá loyst er, flytur seg við 7-8 míla fer. Í fimm dagar er valdið givið felagsskapinum, tí er uppgávan at fáa sum best burtur úr, ásannandi gomlu orðini, at maður er mans gaman. Umborð eru Hvørt ár á hvítusunnu verður Johanna mannað við øllum øðrum enn sjómonnum. – Menn koma úr øllum landinum og frá øllum fakbólkum, men umborð eru allir eins, sigur Bárður Simonsen, fyriskipari av túrinum, sum í ár gekk til Hebridurnar allir eins Johanna So tók at vára, og dreingir raktir av útferðartrá savnast um teg Kom við okkum suður um hav – Mamma Johanna Og aftur á hesum sinni leggur tú kropp til várt ynski Sovist skal eg royna, at sýta var ikki mín lutur – Mamma Johanna Tað fjálgar, at dreingirnir flokkast um meg Tað var fedrar teirra, eg ól til mans – Mamma Johanna Tá var tú systur millum fleiri, snøgg og við fólkaeydnu Lindið var spakført og burður tín spelkin – Mamma Johanna Lívið lærdi teg siðin tann, at skalt tú skunda tær, Fær so hóliga fram – Mamma Johanna Vita skal tú, at hjá dreingjum úr gjálvi, trega og goysan Er kaipláss í Stornoway ein forloysan – Mamma Johanna Og nú liggur tú her, og fært sjóbúgvar bilsnar at hyggja Undurfult handverk var slíkar snekkjur at byggja – Mamma Johanna Eins og tol títt er stórt, er mangt vási her hildið Tí er lívgandi, at tú aftur í kvøld leggur kropp til várt gildi – Mamma Johanna At 17 dreingir, ymiskir av aldri, starvi og bý funnu saman Tú ert inngangurin og skilnaðurin í hesum gaman – Mamma Johanna Stornoway 18. Mai 2013 Hans Dávid Dam myndir: Hans Dávid Dam So er klárt at loysa