hósdagur 30. mai 2013síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 31. mai 2013
10
VIKUSKIFTI
Tíðargrein
Høgni Reistrup & Heri á Rógvi
post@sosialurin.fo
Ein ovurfegin Rakul Herálvsdóttir
Kollslíð tekur ímóti høvuðsvinning
inum. Síðani lesur hon vinnarastílin
fyri áhoyrarafjøldini.
Rakul fær frá dómsnevndini at
vita, at hon við beinraknum og nýtum
orðum og við einum lívsjáttandi frísk
leika og einum ungdómsdirvi hevur
lýst framtíðarætlanir sínar.
Saman við 704 øðrum næmingum
gongur hon í 8. flokki í Føroyum. Hon
er partur av hópinum, ið skal taka
stórar avgerðir komandi árini. Og tað
eru hesi vegamót, Rakul skrivar um.
Millum annað í hesum brotinum:
»Eg havi í nógv ár droymt um at
ganga á einum virdum og væl kendum
universiteti í Englandi, sum Cambridge
ella Oxford, tí eg vænti, at skúlar sum
hesir hava góðar lærarar og ómetaliga
læruríkar tímar. Men eg veit, at fyri at
sleppa inn á ein viðurkendan skúla,
nýtist ein at hava góð próvtøl og eitt
høgt miðaltal.«
Stórur partur av árganginum veit
longu nú, at leiðin gongur út í heim
seinni í lívinum. Onnur ivast.
Tey hava ynski og ætlanir
Tað er hendan veruleika, vit mugu
fyrihalda okkum til. Vit hava hoyrt um
fráflytingina upp í saman – og tað av
røttum. Tí vit vita, at vit ikki megna at
halda ungdóminum í Føroyum. Í øllum
rokinum um fækkandi talið á fólki í
Føroyum, hava vit ein ungdóm, sum
er sjálv fortreytin fyri, at vit megna at
hóra undan og skapa vøkstur í sam
felagnum. Tey hava ynski og ætlanir,
sum samfelagið ikki kann vera fyri
uttan. Verkætlanin »Mín framtíð«
er ein roynd at geva einum heilum
ágangi eina rødd. Ein pall at standa
á, so ætlanir teirra røkka út í almenna
rúmið.
Tí ungdómurin vísir, meira enn vit
kanska geva okkum far um, hvussu
okkara felags framtíð sær út. Sam
stundis eru avgerðir tiknar í dag og í
morgin við til at mynda ætlanirnar hjá
ungdómi okkara.
Ein drongur, sum ætlar at lesa til
lækna, sigur soleiðis í einum stíli:
»Høvdu vit havt góðar skúlar í
Føroyum, síggi eg onga orsøk til at
flyta av landinum fyri at læra. So
hevði eg verði verandi og lært her…
At hjálpa fólkum í neyð, fáa eina góða
løn og bara at nýta ein bita av tí góða
lívinum. Tað er málið. Men um ongin
skúli verður gjørdur, og ongin loysn
verður funnin, so er man nær um
tvungin til at flyta av landinum.«
Samstundis geva útbúgvingarnar,
Føroyar bjóða út, úrslit. Ein drongur
sigur soleiðis:
»Sjálvur ætli eg mær at blíva verk
frøðingur innan ritbúnað til telduspøl
og fari tí at taka fyrsta part av KT-
verkfrøði á Fróðskaparsetrinum og
síðani at lesa víðari í útlandinum. Tá
ið eg eri liðugur at lesa, er ætlanin at
fáa eitt fyribils arbeiði onkrastaðni,
inntil eg havi nóg nógvar pengar til at
byrja mítt egna virki, ið fer at fram
leiða telduspøl.«
At vit hava lyndi til at gloyma
ætlanir ungdómsins, tá vit stinga
nýggjar ætlanir út í kortið, vísa fleiri
á. Millum annað henda gentan:
»Tí haldi eg, at landið hevur skyldu
at skapa størri gleði og trivnað millum
tey ungu í Føroyum, soleiðis at tey
velja at verða her ella at koma aftur
higar.«
Stór undirtøka
Við hesum í huga løgdu Føroya Lærara
felag og undirritaðu til brots við eini
ætlan, ið hevði til endamáls at geva
tannáringum um 14-15 ára aldur eina
rødd í almenninginum. Ungdómurin
skuldi á breddan og við orðum lýsa
framtíðar dreymar og ætlanir.
Lærarar í øllum 8. flokkum í land
inum fingu í vár skriv, har teimum stóð í
boði at nýta stílevni við heitinum »Mín
framtíð« í undirvísingini. Tá freistin at
lata inn stílin var úti fyrst í mai, hevði
Føroya Lærarafelag fingið sendandi
stílar frá 32 ymiskum 8. flokkum úr
øllum pørtum av landinum. Hetta tók
sjálvt royndar lærarar á bóli.
Lærarin í einstaka flokkinum hevur
valt ein stíl út at umboða teirra flokk.
Talan er um besta stílin í hvørjum
flokki, og tí er endaliga úrslitið ikki
umboðandi fyri allar næmingar í 8.
flokki, men teir geva eina góða mynd
av teimum ynskjum, árgangurin
hevur.
Málrættað og framsøkin
Hvørjar framtíðarætlanir hava hesi
ungu so?
Ómetaliga nógvar. Tey eru mál
rættað, framsøkin, umhugsin og
stremba høgt. Útbúgving ynskja tey
øll. Ein drongur, sum ætlar at lesa til
skipara á Vinnuháskúlanum, sigur tað
væl:
»Eg síggi ljóst uppá framtíðina.
Føroyar eru eitt framkomið land; vit
fylgja við, hvat hendir rundan um okk
um, og vilja vit verða við í menning
ini. Tí er tað eisini umráðandi, at vit
í Føroyum fáa okkum góðar útbúgv
ingar og standa um okkara góða land,
Føroyar.«
Útbúgving gongur aftur í øllum
stílunum. Tey ungu vita eisini, at
møguleikarnir at útbúgva seg eru
avmarkaðir í Føroyum. Tí er endur
gevingin omanfyri eitt undantak. Tey
flestu velja útlandið. Millum annað
hesin drongurin:
»Eg vil helst taka mína útbúgving í
Onglandi, og síðani flyta aftur til mítt
elskaða land… Vit mugu nýta náttúru
okkara, og framleiða sjálvi. Annars
flúgva bæði pengar og fólk av land
inum.«
Havsbrúgvin er víðkað munandi
samanborið við eldri ættarliðini.
Norðurlond eru ikki sjálvsagda staðið
at taka útbúgvingina. Ikki færri enn 8
út av 32 næmingum ynskja beinleiðis
at lesa í Stóra Bretlandi. Aftrat hesum
høvdu nógv tikið partar ella alla út
búgvingina í Føroyum, um útbúgv
ingin varð boðin út. Ein genta sigur
tað soleiðis:
»Um man hevði kunnað lisið til
fysioterapeut í Føroyum, so hevði
eg kanska gjørt tað, men tíverri er
eingin sovorðin skúli ella líknandi í
Føroyum.«
Ein annar drongur er meira ber
søgin, og mælir hesi orð:
»Bjóðið Fróðskaparsetrinum fleiri
pengar til fólk, ið ætla at taka hægri
útbúgving, so at landið ikki missir
hetta unga fólkið!«
Stílevnið hevur fingið fráflytingina
inn í heimið. Og tað er soleiðis, vit í
felag kunnu vera við at venda gongd
ini. Øll hava vit okkara leiklut at spæla.
Vit skulu ikki undirmeta ta ávirkan,
tilvitanin hjá ungdóminum um fráflyt
ingina hevur á avgerðir teirra seinni í
lívinum.
»Eg elski Føroyar, luktin av Føroy
um, tryggleikan og tí frísku, reinu
luftina. Sjálvt um mær dámar sera
væl at vera í øðrum londum, møguliga
liggja á eini sandstrond í Spania og
sóla mær, og njóta tað deiliga heita
veðrið, er onki betri, enn at koma heim
aftur. Til Føroyar komi eg heilt avgjørt
aftur til.«
Soleiðis tekur ein genta til, tá hon
hugsar um, hvar hon skal búgva í
framtíðini. Útgangsstøðið er avbera
gott. Tað er eingin ivi um, at ungdóm
urin er góður við landið. Men tað er í
sjálvum sær ikki nóg mikið. Men tann
áhuga fólkaskúlalærarar, næmingar
nir og nógv foreldur hava sýnt stíl
evninum, ber prógv um, at her er so
ómetaliga nógv at berjast fyri.
Øll mugu spæla við
Nógv er longu vunnið, um vit í felag
taka á okkum avbjóðingina. Summir
stílar nevna løgtingið, og at teirra um
boðan er umráðandi partur av loysnini.
Tað er púra rætt. Men vit mugu ikki
gloyma, at politiska skipanin ikki
megnar uppgávuna einsamøll. Øll lið
í samfelagnum og allir borgarar hava
sín leiklut at spæla.
Uppgávan kann ikki loysast – og
verður ikki loyst – av nøkrum øðrum
enn føroyingum sjálvum. Ein partur av
loysnini er, at vit í verki taka atlit til
ungdómin. Nógv eru væl fyri fakliga
og hava stórar ætlanir við lívi teirra.
Tað eru hesar ætlanir, samfelagið
skal lofta og duga at røkja, tí sum ein
drongur sigur so rámandi:
»Tey ungu eru framtíðin, og tað
mugu vit arbeiða fyri, tí annars detta
Føroyar niðurímillum.«
Og ein genta vísir á, at:
»Samfelagið má geva okkum góðar
møguleikar til m.a útbúgvingar, um
framtíðin skal verða bjørt hjá okkum
øllum, tí seinni eru tað vit, sum stýra
landinum.«
Tað er væl skilligt, at tey sum ráða
fyri borgum í dag, ikki hugsa stórvegis
um yngra ættarliðið. Tey greiða ikki
atkvøðu á løgtings- og kommunuvalum,
og hava ongan almennan pall at leggja
fram síni sjónarmið. Men hetta ger tað
ikki minni átrokandi at tillaga Føroyar
til ætlanirnar hjá ungdóminum.
Ein spurningur, ið er viðkomandi at
seta, er, um vit partú skulu lurta eftir
ungum tannáringum, sum ikki eru
nóg búnir at skilja nútíðar heimin og
samansettu tilveru okkara.
Men vit, sum hava lisið stílarnar,
eru stórliga bilsin, at ungfólk í 8. flokki
hava so stórt samfelagsligt innlit og
– hóast enn í eini búningartilgongd –
seta fram krøv og vita, hvar tey eru
stødd um 5 ár. Onnur vita tað ikki. Og
soleiðis skal tað vera. Men til tey finna
út av ætlanum teirra, kunnu vit stað
festa, at fráflytingin ikki er fyribils ella
hasar av.
Útlongsul
Vinnarin, Rakul Herálvsdóttir Kollslíð,
hevur sett sær høg mál. Og hon veit,
at kappingin er stór um at sleppa inn
á bestu lærustovnarnar. Men áðrenn
hon er komin so langt, vil hon fegin
taka partar av útbúgvingini í Føroyum.
Samstundis kann hon bara staðfesta,
at hetta bert er gjørligt í einstøkum
førum.
Saman við nógvum øðrum ungum
hevur hon ein ómettaðan útlongsul:
»Mær dámar sera væl at búgva í
Føroyum, tí familja og vinir altíð eru
nær við. Men ein er bert ungur eina
ferð, og eg vil gjarna nýta ta tíðina
væl og uppliva umheimin við mínum
egnu eygum, heldur enn at hoyra um
hann frá øðrum.«
Rakul umboðar eitt ættarlið, ið við
opnum ørmum fevnir umheimin, men
samstundis ynskir Føroyar.
Tað er hetta, vit skulu rætta okkum
eftir og duga at fáa sum mest burturúr.
Møguleikarnir eru tilstaðar. Vit skulu
bara byrja at kappast við londini kring
okkum.
Skulu vit fáa Føroyar at bera til, mugu vit lurta betur eftir. At
vit hava hoyrt um fráflytingina ofta, loysir ikki avbjóðingina.
Nú er stundin komin, at vit lurta eftir ungdóminum
Tann gloymdi árgangurin