hósdagur 30. mai 2013síða 47
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 61 · 31. mai 2013
11
VIKUSKIFTI
F
ramtíðin er sum eitt putlispæl, ið alla tíðina verður
bygt og brotið sundur, og at enda situr tað vónandi
akkurát, sum tað skal. Mítt putlispæl er ikki
fullfíggjað. Enn er tað bert ein ramma, har einstøku
brotmyndirnar ikki eru kendar.
Fyri meg byrjar framtíðin, tá 9. floks prógvið er handað. Tá
eru tryggu karmarnir í fólkaskúlanum horvnir, og týdningar
miklar avgerðir skulu takast. Eg havi longu tikið eina avgerð
viðvíkjandi mínari framtíð. Eg havi sent umsókn um at gerast
skiftisnæmingur í Fraklandi aftan á 9. flokk. Eg havi valt júst
Frakland, tí at tað er eitt land við nógvari mentan og einum
vøkrum, útbreiddum, men eisini torførum máli. Eitt heilt ár við
eini fremmandari familju og eini ókendari mentan, vænti eg,
verður ein rættilig uppliving, ið fer at menna meg nógv og fer at
hava stóra ávirkan á mínar hugsanir um, hvat eg vil, tá ið eg eri
liðug við mína miðnámsútbúgving.
Tá eg eri aftur komin til Føroya eftir eitt ár í Fraklandi, vóni
eg at gerast málsligur studentur í Føroya Studentaskúla. Hesi trý
árini vil eg arbeiða hart, so eg havi møguleika at sleppa inn á tað
fróðskaparsetrið, eg droymi um.
Veruliga avbjóðingin kemur tó ikki, fyrr enn studentahúgvan
er komin á høvdið. Tá hevur ein nærum allan heimin framman
fyri sær, og sera umráðandi avgerðir skulu takast, ið fara at hava
stóra ávirkan á restina av lívinum. Avgerðir, ið veruliga gera av,
hvør tú ert.
Tað, at ganga á fróðskapasetri, um tað er í Føroyum ella í
útlondum, kemur sum ein sjálvfylgja fyri meg. Eg havi altíð
vitað, at eftir miðnámsskúlan fari eg at lesa víðari. Prógv frá
einum fróðskaparsetri veitir fleiri møguleikar fyri at fáa eitt
gott, spennandi og væl lønt arbeiði.
Eg havi í nógv ár droymt um at ganga á einum virdum
og væl kendum universiteti í Onglandi, sum Cambridge ella
Oxford, tí eg vænti, at skúlar sum hesir hava góðar lærarar og
ómetaliga læruríkar tímar. Men eg veit, at fyri at sleppa inn á
ein viðurkendan skúla nýtist ein at hava góð próvtøl og eitt høgt
miðaltal.
Hóast hetta er ein dreymur, ið eg leingi havi havt, eri eg
lutfalsliga ung, tá eg taki endaligt prógv úr studentaskúlanum.
Tí vóni eg, at umstøður vera fyri at seta eina útbúgving saman á
ein frían og sermerktan máta, so møguleiki er fyri at taka nøkur
lestrarár í Føroyum, áðrenn eg kenni meg nóg sjálvstøðuga at
flyta uttanlands. Eg havi leingi hugsað um at flyta úr Føroyum,
tá ið eg verði nóg búgvin. Ikki fyri at flýggja úr mínum føði
landi, men tí at eg rokni við, at talan er um fjølbroyttari
útbúgvingarmøguleikar, arbeiðsroyndir og avbjóðingar í
útlondum. Mær dámar sera væl at búgva í Føroyum, tí familja
og vinir altíð eru nær við. Men ein er bert ungur eina ferð,
og eg vil gjarna nýta ta tíðina væl og uppliva umheimin við
mínum egnu eygum, heldur enn at hoyra um hann frá øðrum.
Við hesum sigi eg ikki, at eg ongantíð ætli mær aftur til Føroya
at búgva. Tað kunnu verða so nógv viðurskifti, ið koma at gera
tað av. Soleiðis sum eg síggi støðuna beint nú, ætli eg mær út í
heimin um nøkur ár, men eg fari ikki við avgjørdari meining um
ongantíð at koma aftur. Heldur tvørturímóti – eg ætli mær at
koma aftur, men veit sjálvandi ikki, um tað verður so.
Fleiri ymiskar orsøkir eru til, at summir ungir føroyingar
velja umverðina fram um Føroyar. Tey vilja uppliva okkurt
nýtt, síggja eina ókenda mentan ella finna seg sjálvan í einum
fremmandum landi. Føroyar eru eitt lítið land og føroyingar lata
ikki altíð upp fyri tí fremmanda, tí ókenda og tí, sum víkir frá tí
normala. Eg kundi hugsað mær, at hetta ger, at øll ikki føla seg
heima í Føroym. Óivað er ikki lætt at skilja seg út úr mongdini
og vera øðrvísi, tá ið ein býr í einum somikið lítlum samfelag
sum okkara. Vit hava so lætt við at døma onnur. Nøkur kenna
tað kanska soleiðis, at tey kúga tann persónin, sum tey veruliga
eru ella vildu verið, fyri ístaðin at gerast partur av megin
rákinum og fáa okkurt slag av viðurkenning. Í londum, ið eru
størri og meira fjølbroytt, trúgvi eg, at tað er lættari at finna
fólk, ið hava somu áhugamál sum tú, og tí kanska lættari at føla
seg góðkendan av familju, vinfólkum og samfelagnum.
Eg veit ikki við vissu, um mín framtíð fer at síggja út, sum
eg havi myndað hana her. Tað er torført hjá einum fólkaskúla
næmingi at vita, hvussu framtíðin fer at síggja út. Nógv kann
broytast eftir fáum ár. Dreymar og hugsanir, ið ein hevur nú, eru
møguliga horvin um nøkur ár, og nýggir eru komnir í staðin.
Á hendan hátt broytist putlispælið alla tíðina, og brotmyndir
verða bygdar upp og tiknar niður aftur, men bert tíðin kann vísa,
hvussu putlispælið at enda fer at liggja.
Mín framtíð
Hetta er vinnandi stílurin, sum Rakul Herálvsdóttir
Kollslíð skrivaði til kappingina »Mín framtíð«
Rakul
Herálvsdóttir
Kollslíð
Mynd: álvur haraldsen