Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-05-30, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mai 2013síða 48

‹ fyrra síða allar 48 síður

Tekstur á síðuni

nr. 61 · 31. mai 2013 Skizofreni? Gott nokk vann heimsmeistarin Lasse Norman samanlagt, men ígjár var Torkil stinnari og kom á mál 7 sekundir eftir Torkil. portal.fo Tað verður eitt brak! Prumpur við nýggjum Beta Marin motori Vikublaðið Hvør droymir gult? Super Bayern brast gula dreymin Sosialurin Gott leigumál! Friður og vøkur náttúra til leigu í Kunoy Vikublaðið Jólagáva? Niðurpakkað vindorka Sosialurin Host, host! Fótbóltur líka gott sum heiligvágur Sosialurin Í ranga strúpan Rockkvøld á Rás2 Fríggjakvøldið frá kl. 21.00 til midnátt fer Rás2 at spæla klassiskan rocktónleik. Eyðun Klakstein, Kári Sólstein og Fróði Løkságarð verða í studio. Teir fara at velja rocksangir, teimum dámar, og eisini fara teir at geva teirra boð upp á, hvør tann ultimativi rocksangurin er, og hvørjir føroyskir rocksangir eru góðir. Rockkvøld á Rás2 Fríggjakvøldið 31/5 kl. 21.00 Bátatreff í Hvalvík Leygardagin savnast bátar við Selatrað og siglt verður síðani til Hvalvíkar, har lagt verður at í rúmliga bátahylinum kl. 15.00. Í tjaldinum við bátahylin verður matur, hugni og felagssangur til langt út á náttina. Bátatreff Hvalvík Leygardagin 1/6 frá kl. 13.30 Haugaard Pelagic Um vikuskiftið ber til at uppliva danska skemtaran Jacob Haugaard á palli í Føroyum. Haugaard, sum hevur føroysk ættarbond, spælir við í norðoyastevnuteitinum, sum verður kallað Haugaard Pelagic. Spælt verður í Badmintonhøllini fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið. Haugaard Pelagic Badmintonhøllin í Klaksvík 31/5, 1/6 & 2/6 baksíðan... lagt til rættis: Eyðun Klakstein – Tað bleiv ongantíð til meira enn poppur fyri eyguni Thomas Treo, ummælari á Ekstrablaðnum, um konsert við poppstjørnuni Beyonce Woody Allen, filmsleikstjóri – Lívið í sær sjálvum er ein ólukkulig uppliving – Klók fólk, ið eru lukkulig, eru nakað av tí sjáldsamasta, eg veit um Rithøvundin Ernest Hemingway – Kann tað hugsast, at tosað verður ov nógv um happing heldur enn trivnað? Tóra við Keldu, lærari, heldur, at alt, sum verður gjørt til happing, er ikki happing