Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-04-24, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 24. apríl 2004síða 24

‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

46 Nr. 78 - 24. apríl 2004 Nr. 78 - 24. apríl 2004 47 Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 17.30 Bøn- og lovsangsløta, kl. 18 Møti. Innsavnan. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betania, Skopun Leygardagin kl. 11 Smáir einglar møta, kl. 14 Sólstrál- an, kl. 17 Stríðsmenn møta. Sunnudagin kl. 11 Morgun- møti við breyðbróting, kl. 18 Evangel. møti. Vælkomin í Betania. Bygdarhúsið í Skálavík Undir heitinum »Jesus – okkara einasta vón« halda evangelisku møtini í bygdar- húsinum í Skálavík fram í kvøld kl. 20 har Ebenezer- kórið syngur. Evangel. fundarrøðin endar sunnu- kvøldið kl. 19. Svenning av Lofti talar. Barnamøti verður kl. 17. Sunnukvøldið kl. 19 enda evangel. fundirnir undir heitinum »Jesus – okkara einasta vón«. Svenning av Lofti talar. Barnamøti kl. 17. Missiónshúsið á Tvøroyri Leygarkvøldið kl. 20 Ung- dómsmøti. Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Bønar- møti verður hálvan tíma áðr- enn møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Fundur verður leygarkvøldið kl. 20 í Café One Way. Høvið verður at geva eina gávu til Grønlandsmissión. Allar kvinnur eru hjartaliga væl- komnar. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 Breyð- bróting, kl. 13.30 Sunnudags- skúli, kl. 18 Evangel. fundur. Mánadagin kl. 20 Bønar- fundur. Ónsdagin kl. 20 Uppbygging- arfundur. Missiónshúsið í Vági Sunnudagin kl. 14 Sunnu- dagsskúli, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Sion, Vágur Sunnudag kl. 11 Morgunmøti, kl. 18 Møti. Øll eru hjartaliga vælkomin. Mánakvøld kl. 21 Bønarmøti og Bønartænasta á tlf. 373777. Tú ert vælkomin at ringja um tær tørvar forbøn. Tilhaldið í Tórsgøtu 21, tlf. 316491 Opið er mánadag 10.00- 18.00. Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Mánadagur 26. apríl kl. 10-10.30 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 10.30-18 Veving á loftinum kl. 14-18 Kortspæl, telving, landastrok og onnur spøl Túrur í Kalsoynna mikudagin 5. mai. Úr Steinatúni kl. 8.10. Aftur í Havnini um 20.30 tíðina. Tilmeld. 316491 Týsdagur 27. apríl kl. 10-11.30 Sangur, Benny og Flemming Samuelsen. Øll eru hjartaliga vælkomin kl. 15 Ábyrgd fyri egnari heilsu. Laila á Lofti, fysioterapeutur Mikudagur 28. apríl kl. 10-12 Handverk kl. 12 Vit gera døgurða í Tilhaldinum. Øll eru hjartaliga vælkomin at vera við. Tilm. mánadag tlf. 316491 kl. 14-16 Undirvísing í boccia í kjallaranum kl. 15 Túrur niðan á Kongaminni Hósdagur 29. apríl kl. 10.30-11 Fimleikur, Sonja Danielsen kl. 14-17 Telduprát, Brandur Petersen kl. 14-16 Boccia í kjallaranum Fríggjadagur 30. apríl kl. 10-17 Opið hús Tað er altíð ein krókur í Til- haldinum – um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. Felagið Tórshavn – gongutúrur Sunnudagin 25. apríl verður gongutúrur: Oyndarfjørður- Trølldalur-Elduvík. Túrurin er brattur í støðum. Gingið verð- ur í líðum. Farið verður av Kunningarstovuni kl. 10.30. Havið heit og góð gongu- klæðir og drekkamunn við. Tilmelding. Tilhaldið Hugnin í Sandoynni Tilhaldið í Sandoynni er opið mánadag og mikudag frá kl. 14-17. Báðar dagarnar er drekkamuður at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin. Fløvi – dagtilhaldið fyri pensiónistar í kvinnufelagshúsinum á Glyvrum – allir pensionistar hjartaliga vælkomnir. Opið mánadag- fríggjadag kl. 15-18. Mánadagin 24. apríl Fimleikur v/ Jóhannu Troest Týsdagin 25. apríl Ítriv fyri áhugað Mikudagin 26. apríl Vit vitja Smoltstøðina á Glyvradali Hósdagin 27. apríl Prát og sangur Fríggjadagin 28. apríl Opið hús Tú fært altíð ein góðan drekkamunn, somuleiðis eitt gott Guðs orð. Bløðini eru altíð til taks. Eldrafelagið Nón Vit koma saman í Hæddini 27. apríl kl. 19.30. Dagtilhaldið í Vági er hvønn týsdag og tórsdag frá kl. 15 til 18. Øll eru vælkomin. Vágs Pensionistafelag Vágs Pensionistafelag – fel- agið fyri pensionistar í Suður- oyar sunnaru helvt – hevur limafund kl. 19.00 hvønn seinasta mánadag í hvørjum mánaða. Ymiskt áhugavert er á hvørjum fundi, har tú eisini fært drekkamunn við bollum og køkum. Fundirnir verða hildnir í hugnaligu hølunum hjá Vágs Matmøðrafelag. Allir pensionistar og øll omanfyri 60 ár eru vælkomin. Gerst limur í Vágs pensionistafelag. Spælistovan í meinigheitshúsinum er opin mána-, týs- og hósdag kl. 9-12 fyri foreldur við børn- um, sum ikki hava ansing. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19.00-21.00 á tlf. 319630. Kennir tú føroying í Keypmannahavn, ið hevur tørv á vitjan ert tú vælkomin at seta teg í samband við Reyða Kross Føroya, Bryggjubakki 10, 100 Tórsh. tlf. 319630/61 655400. TILTØK Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 24. apríl, Eiði tlf. 42 30 06 Sunnudagin 25. apríl, Runavík tlf. 44 70 10 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 10-11. Tlf. 314544. LÆKNAVAKTIR Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni. Jóh 10,27-28 Beint frammanundan hesum orðum, spurdu jødarnir Jesus, hvør hann var. Teir ivaðust hvør hann veruliga var, teir kendu hann ikki. Vit menniskju koma ongantíð at kenna Jesus, um vit máta hann við okkara mátum. »Mínir seyðir hoyra reyst mína.« Tað er loyndarmálið. Vit mugu lurta eftir rødd hirðans. Vit menniskju mugu læra at lurta eftir Jesusi fyri at læra hann at kenna. Hetta er tað avgerandi í øllum, sum hevur við kristin- dómin at gera: at hoyra Guds orð. Veruliga at vera still – veruliga hoyra. Sum kristin kunnu vit menniskju vera so upptikin av, hvat vit skulu gera, at vit gloyma, at tað týdningar- mesta er at hoyra Guds orð. At læra Jesus at kenna á málinum. At miða eftir at skilja alt meiri og meiri av gleðiboðunum um Guds náði í Jesusi. Hví er hetta so týdningarmikið? Tí, tað er bara Guds orð, sum kann seta okkum á tað plássið, har vit síggja Jesus, so vit skilja, hvør hann er. Hvat er hetta fyri pláss? Tað er plássið hjá tí glataða syndaranum, einum, ið hevur merkt Guds dóm í samvitskuni so hann fatar, at hann stendur í skuld til Guds. Og tað er plássið hjá tí náðaða syndaranum, einum, sum hevur lurtað eftir orðinum um Jesus og tí, hann hevur gjørt fyri okkum, ja, sum hevur lurtað so leingi, at hann torir at trúgva tí: Jesus er mín frelsari. Eg eri eitt Guds barn fyri hansara skuld. »Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær«. Hesi orð brúkti Luther, tá ið hann skuldi siga, hvat tann kristna kirkjan í veruleikanum er. Hon er eitt samfelag av slíkum, sum hoyra røddina á tí góða hirðanum. Tey, sum hoyra røddina á tí góða hirðanum fáa lyfti frá Jesusi um, at hann vil geva teimum ævigt lív og at eingin kann slíta tey út úr hondum hansara, tí at faðirin, sum er størri enn allir, hevur givið honum tey. Tað finst einki tryggari stað enn í Jesu hondum, tí haðani kann eingin slíta okkum. Jóannis Fonsdal, prestur EITT LJÓS Á GØTU MÍNI BRÚDLEYP Leygardagin 1. mai kl. 15.00 giftast í Havnar kirkju Brynhild D. Hellisdal og Heri Ellendersen. Veitslan verður fyri innbodnum í kantinuni í Hoydølum. Leygardagin 22. mai kl. 13.00 giftast í Ebenezer, Synnøve Hatlehol av Vatne, Noreg og Danjal av Rana úr Havnini. Brúðarveitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at vera við, verða biðin um at boða frá á tlf. 312850 ella á maibryllup@hotmail.com áðrenn 5. mai. Leygardagin 22. mai kl. 17.00 giftast á Sýsluskrivstovuni á Tvøroyri, Torgerð í Lágabø, Vágur og Páll Lervig, Leirvík. Veitslan verður í VB-húsinum í Vági kl. 19.00. Tey, ið vilja gleða brúðarparið við at koma í brúdleyp verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 443023 ella 254931 innan 8. mai. Leygardagin 22. mai kl. 16.00 giftast í Hvalbiar kirkju Joan Jacobsen, Hvalba og Christian Müller, Vágur. Veitslan verður í Roynhúsinum kl. 19.00. Tey, sum vilja gleða brúðarparið við at koma verða vinarliga biðin um at siga frá innan 8. mai á tlf. 375550, 375142 ella 373417. 12. juni giftast Hallgerð Poulsen og Brian Bjartalíð. Vígslan verður kl. 13.00 í Kristnastovu, Birmavej 36, 2300 Købnehavn S. Veitsxlan verður á Moltkes Palæ, Dronningenstværgade 2, København K. Tey, sum ynskja at gleða okkum við at koma, biðjast vinarliga ringja á tlf. 0045 21912901 eftir kl. 18 innan 1. mai 2004. Í dag, 24. apríl verður Vígdis Johannesen, dóttir Elisabeth og Steingrím E. Johannesen úr Skopun konfirmerað í Ellebæk kirke. Adr: Dybbølsgade 40, 7500 Holsterbro. Sunnudagin 25. apríl verður Malena Sigurgeirsdóttir, dóttir Súsannu Viderø og Sigurgeir Sigurgeirsson, konfirmerað í Nørre Tanders kirkju. Adr.: Fyrkildevej 3, 9220 Ålborg. Sunnudagin 25. apríl verður Gunleif Mouritsen, sonur Mohrid Johansen og Bent Mouritzen, konfirmeraður í Gelsted kirkju. Adr.: Søndergade 43, DK 5591 Gelsted. Sunnudagin 2. mai verður Lív Smith Lamhauge, dóttir Anju og Súna Lamhauge, Toftir, konfirmerað í Todbjerg Kirke. Konfirmatiónin verður hildin á Håruptoften 7, DK 8530 Hjortshøj. Sunnudagin 2. mai konfirmerast í Øster Hornums Kirke Trine Færch Christiansen, dóttrir Sandru Joensen úr Leir- vík og Gunnar Færch Christiansen. Adr.: Gl. Viborgvej 8, Guldbæk. 9230 Svendstrup, Danmark. Sunnudagin 2. mai konfirmerast Angeli K. Rasmussen, dóttir Helin Rasmussen og Hera Klein Olsen og Vanda Rasmussen, dóttir Sannu Rasmussen og Johannes Helgi Glerfoss. Adr.: Bygade 40, Endrup 6740 Bramming. Sunnudagin 2. mai kl. 10.15 verður Arnóra Davidsen, dóttir Oddvør og Andras Davidsen, Miðvágur, konfirm- erað í Vindum kirkju. Konfirmatióinin verður hildin í Nørrelanggade 6A, st. 8840 Rødkærsbro. Tann 7. mai kl. 10.00 verður Teitur Vágseið, sonur Sonju og Johan Vágseið í Vági konfirmeraður í Hedagerkirkju i Herning. Adr.: Snejbjergvej 18, Studsgård, 7400 Herning. KONFIRMATIÓN 28. apríl 2004 hava hjúnini Annika og Kristian Olsen, Saltnes verið gift í 25 ár. Dýra biðidag 7. mai kl. 13.30 verður veitsla hildin í Bygdarhúsinum í Leirvík. Tey, sum vilja gleða silvurbrúðarparið við at koma í veitslu, verða vinarliga biðin um at siga frá á tlf. 448319 ella 222402 innan 24. apríl. SILVURBRÚDLEYP Leygardagin skipar kvinnufelagsskapurin Urd fyri Kvinnuráð- stevnu á Hotel Hafnia. Á stevnuni fara 12 kvinnur at hugleiða um javn- støðuspurningar seinastu 30 árini og varpa ljós á støðuna í dag KVINNURÁÐSTEVNA Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Kvinnuráðstevnan leygar- dagin er skipað soleiðis, at hvørt av teimum 6 evnis- økjunum politikkur, javn- støða, gransking, vinnulív, fjølmiðlar og leiðsla er umboðað av tveimum kvinnum: onnur var virkin á økinum fyri 20-30 árum síðani, meðan hin hevur innlit í tað, sum hendir just nú á sama øki. Ein av teimum, sum skal hava framløgu er Annika W. Joensen, forkvinna í Javnstøðunevndini. Annika fer at tosa um javnstøðu í dag, nú 10 ár eru liðin, síð- ani javnstøðulógin kom í gildi. Ungu menninar við Okkurt bendir á, at ungar kvinnur í dag ikki eru so upptiknar av javnstøðu- spurningum, sum ein kundi ynskt. Vit hava spurt Anniku, um hetta er ein trupulleiki fyri javnstøðu- arbeiðið. – Eg skal ikki úttala meg um, hvussu tær ungu kvinnurnar í dag síggja uppá javnstøðuspurningin. At tær ikki eru so sjónligar nýtist ikki at merkja, at tað ikki upptekur tær. Sjálv var eg ikki serliga upptikin av hesum spurningunum, fyrr enn eg fekk børn sum 32 ára gomul. Ikki fyrr enn tá, legði eg til merkis, at vit vænta nøkur heilt onnur ting av kvinnum enn monn- um, til dømis at bert mamman fer í farloyvi. Og hesar væntanir ørkymlaðu meg, tí tær hingu ikki sam- an við míni sjálvsfatan. Eg kendi tað, sum eg varð ófrívilliga koyrd eini 50 ár aftur í tíðina. Eg trúgvi, at tað er rættiliga vanligt, at ungar kvinnur ikki verða tilvitaðar um javnstøðu- spurningar, fyrr enn tær fáa børn. – Skulu stórar broytingar fremjast, er tað neyðugt, at eisini teir ungu menninir fáa eyguni upp fyri fyri- mununum við javnstøðu - serliga teimum økjum, har teir eru fyri vanbýti. Eg rokni við, at tað fer at verða meir vanligt, at pápar ynskja farloyvi. Men sum er, fáa teir ein trupulleika, tí teir hava ikki møguleika at fara í barnsburðarfarloyvi eftir 24. viku við løn. So her má eitt arbeiði gerast, fyri at tryggja teimum somu rættindi, sum mamm- an, sigur Annika. Reyðsokkarnir spøkja Annika sigur, at onkuntíð tykist tað heldur, sum at tað eru kvinnur í 30’inum, sum hava fingið útbúgving og starv, men kanska ikki børn, ið venda sær frá kvinnurørsluni. – Eg havi varhuga av, at tær eru bangnar fyri at verða bólkaðar saman við reyðsokkunum, tí reyð- sokkur er vorðið eitt rætti- liga niðursetandi orð. Tað er spell, tí vit eiga at vísa virðing fyri tí stóra arbeið- inum, sum hesar slóðbrót- andi kvinnur hava gjørt, og halda fram at betra um støðuna, so vit verða góða fyrimyndir hjá okkara døtr- um og synum. – Var eg ikki fullkomiliga sannførd um teir stóru fyri- munirnir og tað góða sam- starvið, vit øll fáa við javn- støðu, hevði eg als ikki arbeitt við hesum. Javn- støðuarbeiði kann vera einsligt og møtumikið, og av tí at so fá úttala seg al- ment, hugsi eg onkuntíð, at tað ikki hevur so stóran týdning fyri onnur, og at kanska eg gangi ov høgt upp í tað. Men so vendir onkur sær altíð til mín at kjakast um javnstøðu ella okkurt, sum eg havi sagt, og so gerist eg aftur eld- huga. So eg eri sera takk- som fyri, at fólk tosa við meg, um teirra hugsan um javnstøðu. Politiskar semjur Annika heldur, at tað ofta tykist sum at fólk halda, at javnstøðumál er tað sama sum kvinnumál. Sjálv hev- ur hon lagt nógva orku í at vísa á, at javnstøða snýr seg um, at menn og kvinnur skulu hava somu rættindi, og at javnstøða tí eisini kann snúgva seg um at geva monnum nøkur rættindi, teir ikki hava havt. – Annars haldi eg, at ein tann størsta avbjóðingin hjá javnstøðunevndini í dag er at fáa politiskar semjur um at raðfesta javnstøðuspurn- ingar hægri á tí almenna økinum. Vit skipa fyri eini stórari ráðstevnu undir heit- inum "Á leiðini til javn- støðu" í Norðurlandahúsin- um 10. mei, og har er vinnulívið høvuðsstuðul. At vinnulívið velur at taka eitt slíkt stig, kundi kanska fingið tað almenna at hugsa, um tað ikki átti at raðfest javnstøðuarbeiðið hægri. – Javnstøðulógin fyllir 10 ár í ár. Øll hesi árini hevur tað verið eitt politiskt stríðsmál, um vit yvirhøvur skulu hava eina javnstøðu- lóg, og tað hevur gjørt ar- beiðið tungt og óneyðuga nógv orka er farin til spillis. Vónandi kunnu vit skjótt fáa eina semju javnstøðu- arbeiðið, tí so ivist eg ikki í, at munandi meir kemur á skaftið næstu 10 árini, sigur Annika Wardum Joensen. Javnstøða stimbrar samstarv Morgunlestrar 26. apríl–1. mai Ebbe Rasmussen í Hesti lesur Sálmar: Mánadagin 26. apríl: nr. 556 Á morgni árla vit Guði lova nr. 2 Lovsyng tínum Harra Týsdagin 27. apríl: nr. 266 Hvat best mær tørvar, Harri Guð nr. 393 Guð faðir meg vara Mikudagin 28. apríl: nr. 64 Jesus til várt sálargagn nr. 163 Tá Kristus, vár Guð Hósdagin 29. apríl: nr. 18 Alvalds Guð, vit prísa tær nr. 240 Halgi Andi, ver mær hjá Fríggjadagin 30. apríl: nr. 517 Hvat var Guðs jørð eitt fagnarstað Leygardagin 1. mai: nr. 149 Harri, hjálp mær! eyðmjúk bað nr. 337 Guð havi lov, tí Harrans orð C M Y K 47 46 HAVNAR BIO Tlf. 31 19 56 www.bio.fo Leygardagin 24.04.kl. 1800 Leygardagin 24.04.kl. 2045 Leygardagin 24.04.kl. 2330 Sunnudagin 25.03.kl. 1700 Sunnudagin 25.03.kl. 1945 Sunnudagin 25.03.kl. 2230 Leygardagin 24.04.kl. 2230 Sunnudagin 25.04.kl. 2200 Leygardagin 24.04.kl. 2000 Sunnudagin 25.04.kl. 1915 Leygardagin 24.04.kl. 1730 Sunnudagin 25.04.kl. 1630 P BIO KIOSKIN P Heitt Pop-Corn - Coca Cola - Góðgæti - Fóm ís - o.m.a.