mánadagur 3. juni 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Rannvá G. Fossaberg
Fríggjadagin hevði Arbeiðs
loysisskipanin ársfund í høl
unum hjá Østrøm á Skálatrøð
í Havn. Seinast, ein slíkur
fundur var, var í 199.
– Eingin ársfundur sum
hesin hevur verið síðani, og
vit hildu, at nú skuldu vit
royna at hava ein ársfund,
har politikarar, fakfeløg, ar
beiðsgevar og onnur áhugað
kundu fáa kunning um alt
tað, sum gongur fyri seg inn
an økið júst nú, sigur Magni
á Deild Olsen, sum er stjóri í
ALS.
Okkurt um 100 fólk vóru á
fundinum.
– Endamálið við fundinum
var at kunna um ALS, greiða
frá hvussu støðan er í løtuni,
og hvat tað er, vit gera, sigur
Magni á Deild Olsen, sum
fegnast um undirtøkuna,
sum fundurin fekk.
Uppmøtingin var góð,
men eg kundi hugsað mær, at
fleiri arbeiðsgevarar vóru til
staðar, tí teir hava ein stóran
leiklut í tí arbeiðinum, sum
ALS ger.
Fegnast um
verkætlanirnar
Ein partur av ársfundinum
snúði seg um tær verkætlan
irnar, sum ALS skipar fyri.
– Tað eru ikki øll, sum vita,
hvat tað er vit gera, og hvussu
tær ymsu verkætlanirnar
ganga fyri seg, og tískil vildu
vit nýta høvið á ársfundinum
at fortelja um júst henda
partin av okkara arbeiði,
sigur Magni á Deild Olsen.
Síðani Magni á Deild
Olsen tók við sum stjóri
í februar mánaði hevur
stovnurin gjørt nógv burtur
úr førleikamenning og akti
vering.
– Vit skulu ikki bara gjalda
pening út til tey arbeiðsleysu,
men í størri mun kunna okk
um um, hvør tørvurin er hjá
arbeiðsgevarunum
kring
landið. Á henda hátt kunnu
vit virka fyri, at fólk við
røttum førleikum eru tøk, tá
arbeiðsgevarar hava tørv á
teimum, sigur Magni á Deild
Olsen.
Fyri hann er tað týdningar
mikið, at verkætlanirnar við
aktivering, sum ALS skipar
fyri, peika sama veg, sum
tørvurin hjá arbeiðsgevar
unum.
– Aktiveringin tekur støði
í evnunum og ynskjunum
hjá tí einstaka. Tey sleppa
at menna teirra fakligu og
sosialu førleikar, tey skulu
uppliva nakað og kenna seg
sum partur av samfelagnum,
greiðir Magni á Deild Olsen
frá.
Sambært honum hava
verkætlanirnar higartil verið
úrslitagóðar.
– Hesin leisturin við verk
ætlanum riggar væl, tí ein
stórur partur av teimum fólk
unum, sum hava verið partur
av okkara verkætlanum, eru
farin til arbeiðis, sigur Magni
á Deild Olsen og heldur
fram:
– Tað, sum verkætlanirnar
skulu, er fyrst og fremst at
fáa fólkini at koma út millum
onnur og gera okkurt sam
felagsgagnligt arbeiði. Tað
vísir seg, at tað, at vera úti
millum onnur, hevur stóra
ávirkan á tann einstaka. Und
ir verkætlanunum kunnu
hesi fólkini skapa eitt nýt
netverk, og ALS fær eisini
eina fatan av, hvussu tey
eru, og hvat arbeiði hóskar
best til teirra, greiðir Magni
á Deild Olsen frá.
Arbeiðsloysi minkar
spakuliga
Á ársfundinum í Østrøm
bleiv eisini greitt frá støðuni
hjá ALS og teimum avbjóð
ingunum,
sum
stovnurin
hevur fyri framman.
– Vit kunnu gleðast um, at
arbeiðsloysi liggur rættiliga
støðugt. Seinastu árini hevur
talið av arbeiðsleysum før
oyingum minka spakuliga, og
í løtuni eru umleið 1200 fólk,
sum fáa stuðul úr skipanini,
sigur Magni á Deild Olsen
og vísir á, at arbeiðsloysi ð í
Føroyum er lágt samanborið
við londini rundan um okk
um.
Komandi
tíðina
fer
stovnurin at halda fram við
verkætlanum, sum fáa tey
arbeiðsleysu í aktivering.
– Verkætlanirnar rigga, so
teimum halda vit fram við.
Í næstum fara vit undir at
samskipa innsavnan og til
virkan av ull í Kollafirði, og
tann verkætlanini heldur
fram til miðjan august, sigur
Magni á Deild Olsen.
Búskapurin er
avbjóðingin
Stóra avbjóðingin hjá stovn
inum er framvegis at fáa
búskapin at hanga saman,
tí ALS hevur eitt hall á 77
milliónir krónur.
– Vit arbeiða framvegis
við at fáa raksturin á røttu
kós, tí um fýra ár eru eingir
pengar eftir í kassanum. Sum
nú er ber skipanin eini 800
fólk, men tað í løtuni eru 1200
fólk í skipanini, sigur Magni
á Deild Olsen.
Tískil er tankin um at
gera broytingar í inngjaldi
og útgjaldi heldur ikki heilt
fjarur.
– Ein máti er at hækka
inngjaldið, men tað er ikki
óhugsandi at neyðugt verð
ur at hyggja at útgjalds
viðurskiftunum eisini. Út
gjaldið er ikki høgt í mun til
livikostnaðin í Føroyum, og
hjá fleiri er útgjaldið ov lágt.
Líka mikið, hvussu vit gera
við útgjaldið, nú tá tað skal
sparast, skal tað altíð vera
soleiðis, at tað skal loysa
seg at arbeiða. Soleiðis skal
skipanin verða sett saman,
sigur Magni á Deild Olsen.
Verkætlanirnar
hjá ALS rigga
- Tað vísir seg, at ein stórur partur av teimum fólkunum, sum eru í verkætlanunum, koma
skjótt út á arbeiðsmarknaðin, sigur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS. Fríggjadagin hevði
ALS ársfund, har tey millum annað greiddu frá støðuni hjá arbeiðsleysum í dag
Fyri fyrstu ferð síðan 1999 hevði ALS ársfund fyri almenninginum
Stýrisformaðurin í ALS, Eyðfinnur Jacobsen, og Magni á Deild Olsen, stjóri
Millum politikararnar, sum vóru á ársfundinum, var
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum