mánadagur 3. juni 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggi dagstovnurin Eikilund
alment tikin í nýtslu
Í Vági var merkisdagur í
dag. Barnagarðurin Eikilund
Dagfinn Olsen
Stovnurin, ið fevnir um
barnagarð, vøggustovu og
frítíðarskúla, eitur framhald
andi Eikilund, nú flutt er í
nýbygning við síðuna av
húsunum, ið hava verið
karmur
um
barnagarðin
Eikilund í nøkur ár.
Tað eru nakrar vikur
síðani, at børn og starvsfólk
fluttu inn í nýggja bygningin,
men í dag var almenna
móttøkan.
Dennis Holm, borgarstjóri,
Sirið Stenberg og Eyðdis
Kjærbo hildu røðu vegna
Vágs Býráð. Borgarstjórin og
býráðslimirnir fegnaðust um,
at hetta gamla ynski hjá
vágbingum nú er veruleiki,
og tey takkaðu samstundis
undanfarnum býráðspolitik
arum, ið hava verið við til at
lagt lunnar undir drúgvu
verkætlanina.
Tey fegnaðust um stásiliga
stovnin, ið tey vónanðu og
væntaðu fer at skapa góðar
karmar fyri komandi ættar
lið.
Anna Maria E. Jacobsen,
leiðari, fegnaðist eisini um
nýggja stovnin, og fekk
handaðan
málning
eftir
Hansinu Iversen, sum Sirið
Stenberg handaði vegna Vágs
Býráð. Frá Tvøroyrar Kom
munu fekk stovnurin mynd
av dansiringi, ið Dennis Holm
tók ímóti.
Barnagarðsbørn sungu í
góðveðrinum í dag, og eisini
tók barnakórið hjá Frelsunar
herinum lut við sangi og
dansiframførslu.
Síðani kundi almenning
urin hyggja seg um á nýggja
stovninum, ið bjóðaði kaffi,
køkur og frukt. Børnini hug
naðu sær á nýggja spæli
økinum, og eisini var hoppi
borg sett upp í samband við
dagin. Starvsfólk málaðu
andlitsmáling á børnini og
klovnar
góvu
børnunum
ballóndjór.
Tórhallur Áslaksson, tek
niskur leiðari hjá Vágs Kom
munu, hevur teknað stovnin.
Suðursmíð stóð fyri bygg
ingini.
Barnagarðarurin er rokn
aður til 66 barnagarðsbørn
og 24 vøggustovubørn.
Barnagarðurin er 530 m2.
Kostnaðurin er mettur at
vera samanlagt millum 8 og 9
milliónir krónur.
Nýggi barnagarðurin kem
ur afturat verandi dagrøktar
skipan, sum heldur áfram.
Barnaansingin
í
Vági
verður hereftir skipað so
leiðis, at børn undir 3 ár verða
í dagrøktarskipanini og í
vøggustovuni í nýggja barna
garðinum, meðan børn, sum
eru 3 ár og eldri koma at
ganga í barnagarði og í frí
tíðarskúla í nýggja barna
garðinum.
dagfinn@sosialurin.fo
StarvSlýSing
BókhaldSfólk
Í samband við broytingar Í starvsfólkahópinum hava vit
tørv á bók haldsfólki, sum skal vera við til at røkja okkara
skráseting og bókhald.
vit kundu hugsað okkum, at tú:
Hevur kunnleika til fíggjarvinnuna og royndir frá bókhaldi, umframt royndir at arbeiða
við fíggjarstýringsskipanum og rapportering úr hesum.
harumframt hevur tú hesar fakligu og persónligu eginleikarnar:
•
Góðan førleika í Excel rokniarki
•
Góðan KT førleika og áræði at seta teg inn í og taka ábyrgd í sambandi við
nýggjar KT-skipanir
•
Góð samstarvs – og samskiftisevni
•
Analytisk evnir
•
Broytingarsinni
•
Kann arbeiða sjálvstøðugt
•
Góð/ur at halda freistir
vit kunnu bjóða tær
Fjølbroytt og avbjóðandi starv í eini spennandi fyritøku. Eitt starv í eini fyritøku við
greiðum málum, virkisfúsum starvsfólkum og góðum arbeiðsumstøðum. Ein fyritøka
við ítøkiligum kjarnuvirðum, har vit hava vilja til lønandi vøkstur, virða heildina, eru
ágrýtin og nærløgd, hava eina langtíðarhugsjón og eru broytingarsinnað.
Til rætta fólkið hava vit eitt gott og avbjóðandi starv við kappingarførari løn, góðum
setanartreytum, sjálvstøðugum arbeiðsøki og góðum møguleikum fyri støðugari
førleika menning. Viðkomandi, sum settur verður, skal tola tillagingar í uppgávuinnhaldi.
lønar-og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum YTF og Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Lønin verður ásett í mun til royndir og førleikar.
Er hetta nakað fyri teg, ella hevur tú spurningar til starvið, kanst tú seta teg í samband
við Heina Joensen, deildarstjóra á tel 34 56 00, far. tel 21 57 09 ella við telduposti til:
hjo@trygging.fo.
Umsóknarfreistin er 19. juni 2013 kl. 12.00
tf holding, sum m.a. eigur tryggingarfelagið føroyar,
betri pensjón og eik banka, lýsir eftir bókhaldsfólki
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum skal sendast til:
Tryggingarfelagið Føroyar, Starvsfólkadeildin, Postsmoga 329, FO-110 Tórshavn