mánadagur 3. juni 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
reportasja Hon arbeiðir millum menn og
umsitur virðir í milliónaklassanum hvønn einasta
dag. Arbeiðsdagarnir eru langir og lívið ein
balansugongd millum karrieru og familju við fýra
børnum. Sosialurin hevur verið til arbeiðis saman
við Anniku Frederiksberg, sum situr í leiðandi starvi
í eini av Føroya størstu útflutningsfyritøkum
Dánjal Højgaard
Á Lambavík hongur skaddan
í fjøllunum.
Í bláum ketildraktum og
gráum
bjargingarvestum
eru vit farin við alibátinum
Mjóvanesi út til tann ytsta av
aliringunum hjá Bakkafrost-
samtakinum.
Tá
arbeiðsformaðurin
Sunvard og hansara hjálpar
menn hava lagt stilt, hoyrist
bert hurrið frá tí roterandi
fóðurskipanini, sum føðir
teir umleið 60.000 fiskarnar
í ringinum, sum skulu vera
við til at tryggja framtíðar
útflutningin.
Omanfyri sveimar ein
svong terna, so lukkuliga
óvitandi um framleiðslu
ætlanina hjá Bakkafrosti,
sum merkir, at laksurin á
Lambavík ikki má etast fyrr
enn á Ólavsøku í 2014.
– Tá keyparar koma til
Føroya vilja teir sleppa at
síggja hvussu vøran, tey
keypa verður framleidd og
Móti
móti rákinum