mánadagur 3. juni 2013síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
tíðindi
ofta er fremsta ynskið at
sleppa út á aliringarnar, for
klárar Annika, meðan vit
hyggja yvir á longu røðina
av aliringum undir Lamba
nesi, har tað í løtuni ganga
umleið 1,2 milliónir smolt
til komandi kundar í Los
Angeles, Hongkong, Teivan
og aðrastaðni.
– Hetta er ein mannfólka
verð, men kemi'in er góð og
eg trívist óalmindiliga væl
í hesum starvinum, smílist
Annika, tá Sunvard og hans
ara menn sigla okkum aftur
til lands.
Tá ið umræður kynsligu
javnvágina í leiðandi størv
unum er Bakkafrost ikki
nógv øðrvísi fyri enn onnur
arbeiðspláss
á
føroyska
arbeiðsmarknaðinum.
Í
nevndini, har Annika situr
eru tríggir menn og tvær
kvinnur.
Í
leiðslubólk-
inum eru tvær kvinnur og
níggju menn. Og á søludeild
ini á Bakkafrosti er Annika
einasta kvinnan av tilsamans
fýra fiskaseljarum.
– Sum kvinna í hesum
starvinum
mást
tú
fyri
tað fyrsta vera til reiðar at
arbeiða meira enn 8 tímar
um dagin, og tú kanst ikki
vera erkvisin, staðfestir hon.
– Viðhvørt stendur nógv
á. Tað hendir meiri enn so, at
eg fari heim fríggjadag og alt
hevur ikki gingið sum ætlað.
Broytingar í framleiðsluni,
vánaligt veður, avlýsingar
ella okkurt annað, sum kem
ur kundunum í eina keðiliga
støðu. Tá fái eg ofta nógv
hvøss orð omanyvir meg, og
tað verður rópt hart. Men
tað má eg tola. Kann eg ikki
avrika tað sama, sum ein
maður, so má eg finna mær
okkurt annað arbeiði, sum
er meira typist konufólka
arbeiði. Nei, ongar sertreytir
til mín sum kvinna, ger hon
greitt,
meðan
alibáturin
nærkast støðni í Lamba.
framhald ➥
JAVNSTØÐA
– Kann eg ikki avrika tað sama sum mennirnir, so má
eg bara finna mær okkurt annað arbeiði. Ongar ser
treytir til mín sum kvinna, sigur Annika Frederiksberg,
sum her er og vitjar ein av aliringunum á Lambavík
Mynd: Ingi Sørensen
Kvinnurnar eru ov illa umboðarar
í leiðarastørvum á føroyska
arbeiðsmarknaðinum – serliga
á privata arbeiðsmarknaðinum,
staðfestir ein ST-nevnd.
Sosialurin hevur hitt eina av
kvinnunum í leiðandi starvi á
privata arbeiðsmarknaðinum,
sum ST-nevndin kundi hugsað
sær at sæð fleiri av.
ST finst at
javnstøðu
rákinum
móti rákinum