Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ... framhald Marknaður undir trýsti Klikk-klikk-klikk Fingarnir ganga kvikliga eftir knappaborðinum. Á teldu­skíggjanum vinstru­ megin hevur hon chat-sam­ band umvegis Spype við tveir fiskakeyparar á Teivan. Klokkan á teldu­skýggj­ anum vísir 10:00. Arbeiðs­ dagurin har eysturi er um at vera liðugur. »How aboute the price for next tuesday arrivals« spyr annar keyparin, sum kall­ar seg Dolly. Aftur fara fingar­ nir dansandi eftir knøtt­ unum, og Annika leggur úr við at bjóða. Boðið verður í dollarum pr. kilo. – Tú sleppur ikki at nevna hasi tølini. Eg má hugsa um kappingarneytnar, nikkar hon avgjørd móti øllum dollar­teknunum, sum blað­ mað­urin hevur fest niður á blokkin. »Norwegian Salmon price drop a lot« ljóðar aftursvarið úr Teivan ”if prices are too high, it will be very difficult to compete”. Keyparin nevnir ein prís, sum er meiri enn 0,3 dollarar lægri. Annika sær ivingarsom út. Markn­aðurin er undir trýsti. – Prísurin hevur verið høg­ ur í seinastuni, men tað hava verið nógvir høgtíðsdagar og norðmenn hava nógvan laks á marknaðinum. Er útboðið ov stórt fellur prísurin, for­ klárar hon, meðan hon roynir at fritta teivanska keyp­aran um prísin hjá kappigar­neyt­ unum. Varliga, so at hann ikki verður stygdur burtur. Kappbjóðingin á Spot- marknaðinum fyri feskan laks er byrjað. Sales Manager og nevndarlimur Tað er týsdagur og vit eru stødd í sjálvum hjartanum á Bakkafrost-samtakinum á Bakka á Glyvrum, har 42 ára gamla Annika Frederiksberg hevur arbeitt sum fiskaseljari síðani 2008. Hon hevur høvuðs­ábyrgd­ ina av allari sølu av ísaðum feskum laksi, sum fer til teir týdningarmiklu marknaðir­ nar í Norðuramerika og Asia, og umsitir hvønn ein­ asta arbeiðsdag ørandi stór virðir. Minst triði hvør laks­ur, sum fer gjøgnum kryvjingar­ virkini hjá Bakkafrosti fer um søluborðið hjá Anniku, og endar á sushi-mat­stov­ um, søluketum og sjálv­tøku­ handlum í San Francisco, Boston, Shanghai, Taipei ella ørðum stórbýum. Í krónum er talan um tví­ siffraðar millióna­upp­hæddir hvørja viku. Ella hundraðtals milliónir um árið. Harafturat er Annika Frederiksberg limur í nevnd­ ini fyri Bakkafrost-samtakið, sum við einum umsetningi upp á 1,8 milliardir krónum í fjør og 600 starvsfólkum, er størsti framleiðari og út­ flytari av føroyskum ali­ laksi. Ábyrgdin er stór – Arbeiði er ótrúliga spenn­ andi og gevur mær nógvar av­bjóðingar. Eg arbeiði undir trýsti og má duga at plan­ leggja, gera broytingar og vera fleksibul, sigur Annika, í einum steðgi millum ordrar­ nar. – Nevndarfundir eru eina ferð um mánaðin og teir krevja eisini nógva fyri­ reiking. Fyritøkan er skrásett á børsinum, so tað eru nógvar reglur, sum skulu haldast. Har er nógv at fyrihalda seg til, stað­festir tann væl ílatna kvinnan við tí ljósa hárinum í svørtum klædningsjakka. – Ja, eg eri ikki bangin fyri at taka við avbjóðingum, svarar hon diplomatisk, tá hon verður spurd um hon er ambitiøs. – Mær dámar einki at standa á sjálvum pallinum, men aftanfyri leiktjøldini eri eg sterk, sigur hon avgjørd. Fleiri keyparar Klikk-klikk-klikk Á Bakkafrosti held­ur kapp­bjóðingin á spot­markn­ að­inum fyri feskan ali­laks fram. »What volume are you looking at for friday ship­ ment« spyr Annika, og vil hava at vita vita hvussu stóran ordra Dolly úr Teivan er áhugað í hesa vikuna. Vanliga spyr keyparin fyrst um prís. Síðani verð­ ur tingast um nøgdir. Men við­hvørt vendir tað øvugt. Sam­stundis sum sam­ráð­ing­ arnar við Teivan fara fram er ein keypari frá stórari hand­ ils­ketu í Shanghai í tele­fonini og vil hava 10 tons. Og úr USA vil ein trúgvur kundi hava 19 tons klár til av­skipingar hósdagin. – Tess nærri brúkarunum keyparin er, tess betri verður prísurin. Men umframt prís­ in ræður eisini um at spjaða laksin á fleiri markn­aðir, og á tann hátt tryggja eina stabila sølu og breiða navnið á fyritøkuni út, for­telur Annika, meðan globalu ting­ ing­arnar ganga fyri seg. Spæliplássið bleiv arbeiðspláss Annika Frederiksberg er dótt­ ir Hans á Bakka, ein av stovn­ arunum av Bakkafrosti, og hon hevur arbeitt í fyritøkuni síðani hon var 19 ár. Fyrst við starvsfólkamálum, síð­ani í bókhaldinum og frá 2008 hevur hon verið fiska­sølu­ fólk og gjøgnum nevndar­ umboðanina verið við til at stjórna fyritøkuna. – Hettar var spæliplássið hjá mær, sigur Annika og hygg­ur út gjøgnum vindeygað á umsitingarbygninginum hjá Bakka­frosti móti havnar­ lag­num á Bakka, har ein báta­hylur var, tá ið hon var smá­genta og Bakkafrost enn var ein fyritøka, sum var best kend fyri lakasild í gløsum. Hon hevur ikki gingið aka­dem­iska vegin, men er upp­lærd í fyritøkuni. Learn by doing, so at siga, og arbeiðs­semi hevur hon næst­an fingið inn við móður­ mjólkini. – Vit børn vóru altíð hild­ in til at arbeiða og at taka lut í arbeiðnum. Barna- og ung­ dóms­árini arbeiddi eg altíð í summarferiunum. Tað er púra vist, at arbeiði hevur fylt nógv í mínum lívi. Afturhaldandi kvinnur Annika Frederiksberg heldur, at arbeiðsmarknaðurin hev­ ur stórliga brúk fyri kvinnu­ ligum leiðarum. – Kvinnur hava akkurát líka nógvar dygdir sum menn og hava líka góðar førleikar at vera leiðarar. Til summi størv kann tað vera ein kvinna sum er rætti leiðarin. Til okkurt annað starv er tað kanska ein maður. Um ein kvinna bjóðar seg fram og hevur røttu førleikanar, so skal hon ikki standa aftan­ fyri mannin. Hinvegin haldi eg ikki, at vit kvinnur skulu hava nakrar sersømdir. Eg velji ikki ein kvinnuligan Mær dámar einki at standa á sjálvum pallinum, men aftanfyri leiktjøldini eri eg sterk Sum kvinna í hesum starvinum mást tú fyri tað fyrsta vera til reiðar at arbeiða meira enn 8 tímar um dagin, og so mást tú ikki vera erkvisin móti rákinum tingingar Á telduskíggjanum vinstrumegin hevur Annika Frederiksberg spypesamband við tveir fiskekeyparar á Teiwan, og á telduskíggjanum høgrumegin verða ordrarnir plottaðir inn í søluskipanina. Annika hevur ábyrgdina av søluni hjá Bakkafrosti til teir týdningarmiklu marknaðirnar í Asia og USA. Laksurin verður seldur áðrenn hann verður avskipaður, og tí má einki ganga galið Mynd: Ingi Sørensen