Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politik­arar, bara tí at hon er kvinna, sigur Annika, sum heldur, at javnstøðan á ar­ beiðs­markanðinum má fyrst og fremst koma frá kvinn­ unum sjálvum. – Kvinnurnar eru ov bangnar at bjóða seg fram. Vit vilja vera 100 prosent vísar í, at vit klára tað. Menn­ irnir eru raskari, at halda seg duga alt. Teir eru ikki bangnir fyri at stíga við síðuna av. Kvinnurnar mugu bjóða seg fram til leiðarastørvini og vera til reiðar at offra ta tíð, sum tað krevur at vera leiðari. Eitt er vist, tú kanst ikki sita sum leiðari í niðursettari tíð, sigur Annika og sipar til tær lutfalsliga mongu kvinn­ urnar á føroyska arbeiðs­ marknaðinum, sum eru í part­tíðarstørvum. Balansugongdin Hjá Annika Frederiksberg er smart-telefonin sjáldan sløkt. Tá ið hon kemur til arbeiðis á ljósu skrivstovuni við teimum høgu kontórstólunum á morgni, er arbeiðsdagurin far­in at halla hjá kundunum í Asia. Og tá arbeiðsdagurin hjá før­oyingum flest endar, hava keyp­ararnir í New York og Los Ange­les nóg illa fingið eygu. Spyrt tú børnini hjá Anniku, so er svarið, at »mamma er til arbeiðis 24 tímar um samdøgrið«. Um­ framt mongu ferðirnar á mess­um í Bruxelles, Boston ella Kina, kann hon eisini vera ring at fáa samband við heima við hús. Bæði. tá ið sam­skifti fer fram við kundar­nar, og serstakliga, tá ið hon situr undirdýkt við rokniørkum og skjølum og fyrireikar seg til komandi nevndarfund. – Arbeiðslívið fyllir nógv hjá mær og tað er ein stór av­ bjóðing at fáa familjulívið og ar­beiði at ganga upp, sigur Ann­ika, sum er gift og hevur fýra børn í aldrinum 7 til 21 ár. – Hetta hevur sín prís. Tað merkir, at eg má raðfesta. Eg havi ikki stundir at ganga til nakað frítíðarítriv og havi t.d. ongantíð fingið mær Face­book. Tá eg havi frí má eg royna at vera so nær­ verandi saman við familjuni sum tilber, sigur Annika sum heldur, at tann trupla balansu­ gongdin mill­um arbeiðslív og familju helst styggir nógvum kvinn­um burtur frá leiðara­ størv­unum. – Tað eru ikki allar kvinn­ ur sum eru til reiðar at gjalda hendan prísin. Tað eru vit kvinnur, sum eiga børnini og av natúrligum grundum mugu vera nógv saman við teim­um. Tað hendir so nógv í lívinum hjá eini kvinnu sum er millum 20 og 35. Børn, familja, lesnaður og hús. Nógvar kvinnur hava tað ringt við at fara út, og tað hevur so aftur tann prísin, at tú ikki sleppur framat á ar­ beiðs­marknaðinum. Handilin endar Klikk-klikk-klikk Hendurnar fara kvikliga eftir knappaborðinum. Tríggir tímar eru gingnir síð­ ani Annika gav keyp­ar­unum úr Teivan sítt fyrsta boð í morgun. Marknaðurin er undir trýsti. Hon má slaka nógv fyri keyparanum Dolly, sum bønar »Please, it is very tough at this moment, we are fighted by Norwegian salmon badly« gjøgnum chattið á Skype. Møtast tær nú, verður kiloprísurin einar 2 krónur lægri, enn Annika hevði hevði ætla sær. Men signalini, hon fær bæði úr USA og Asia siga tað sama. Hon skal ikki vænta sær meira fyri hendan ordran. – Tað eru tilsamans 3.000 kr. vit sita og forhandla um. Hetta er framvegis ein góður prísur í mun til prísin hjá norð­monnum. Eg skal ikki vera órimilig, sigur Annika Frederiksberg, áðrenn hon kvikliga endar handlin og trýstir á send-knøttin. »Ok, order confirmed.« Kvinnurnar eru ov bangnar at bjóða seg fram. Vit vilja vera 100 prosent vísar í, at vit klára tað. Mennirnir eru raskari, at halda seg duga alt móti rákinum Føroyski arbeiðs­marknað­ urin hevur kynsliga slag­ síðu. Gloppið millum løn­in­ar hjá kvinnum og monn­um er ov stórt, og kvinn­ur­nar eru ov illa um­boðaðar í leiðara­ størv­unum á føroyska ar­beiðs­marknaðinum – ser­stakliga á granskingar­ øki­num og á privata ar­ beiðs­marknaðinum. Hetta er niðurstøðan hjá eini ST-nevdn, sum hev­ur eftirlit við al­tjóða sáttmálanum um bú­ skapar­lig, sosial og ment­ anar­lig rættindi. Føroyar eru bundar av ST-sáttmálanum, sum partur av danska rík­in­um og tað er grein 3 um javn­ støðu, sum gevur nevndini høvurbrýggj. ST-nevndin mælir til, at myndugleikarnir kíta seg meira »intensify its efforts« fyri, at tryggja javn­støðu millum menn og kvinnur á arbeiðs­ mark­nað­inum, m.a. við at fáa fleiri kvinnur í leið­ andi størv. Ov fáir kvinnuligir leiðarar AVSKIPING Annika Frederiksberg, fiskaseljari og nevndarlimur í Bakkafrost- samtakinum á keiini í Havn, meðan treylarar koyra teir seinastu ordrarnar við laksi umborð á Norrønu hósdagin Mynd: Ingi Sørensen JAVNVÁGIN Gerandisdagurin hjá Anniku er ein balansugongd millum arbeiðslív og familjuna Mynd: Ingi Sørensen ST: Løgtingið . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 30 % Landsstýrið . . . . . . . . . . . . . . . . 12,5 % Kommunstýri . . . . . . . . . . . . . . . . . 28 % Almennar nevndir og ráð . . . . . . . 36 % Kelda: ST-frágreiðingin um javnstøðu Kvinnur og umboðan Ábyrgd Annika Frederiksberg á nevndarfundi í Bakkafrosti, har hon er við til at taka stórar avgerðir Mynd: Sansir sure that such legislation also protects against discr xual orientation as well as disability. The Commit tention to its General Comment No.20 (2009) on non cial and cultural rights. The Committee reiterates its concern about the persi d men, in particular in the Faroe Islands, as well as the u gh-ranking posts, especially in academia and the private se he Committee recommends that the State party in uality between men and women in the workplace, ad tween men and women, and ensure equitable r anagerial positions. It also recommends that the St riodic report information on progress made in these a