mánadagur 3. juni 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað
var
í
veruleikanum
Hjalti
í
Jákupsstovu,
ið
kom við hugskotinum at
fáa
meira
búskaparfrøði
inn í fiskiveiðiavtalurnar,
ið gjørdar verða. Og hesum
loftaði Hans Ellefsen, ið tók
prógv sum búskaparfrøðing
ur í 1998.
Hann hevði tá arbeitt í
Landsbankanum og aðra-
staðni í 12 ár, og hann fór tí at
lesa við Syddansk Universitet
í 2010, har vegleiðarin gjørdist
Lone Kronbak.
– Men hóast eg las við Syd
dansk Universitet í Esbjerg,
fór lesnaðurin fyri tað mesta
fram her heima í Føroyum,
fyrst á Havstovuni og seinni í
Landsbankanum, sigur Hans
Ellefsen.
Ein stórur partur av tíðini
tá arbeitt verður við eini phd
fer við at granska skrivliga
tilfarið, ið fyriliggur um evn
ið og at rokna.
– Í stuttum kann sigast,
at ritgerðin byggir á fýra
greinar, sum viðgera evnið út
frá ymiskum sjónarvinklum,
sigur Hans Ellefsen.
Í fyrstu greinini verða al
tjóða avtalur um fiskastovn
ar samanbornar við altjóða
avtalur um umhvørvisspurn
ingar. Tvær kendar avtalur
um
umhvørvisspurningar
eru Kyoto og Montreal avtal
urnar. Kyoto avtalan er um
at minka CO2 útlátið, meðan
Montreal avtalan er um at
minka útlátið av ávísum
gassum
og
harvið
verja
osonlagið. Montreal avtalan
hevur eydnast nógv betur
enn Kyoto, hví so er kann
forklárast út frá spælteori,
við at hyggja eftir hvussu
avtalurnar eru gjørdar. Ma.
eru menningarlond ikki part
ur av Kyoto avtaluni, og tí
kunnu tey ríku londini flyta
teirra framleiðslu til menn
ingarlond.
– Viðvíkjandi Montreal
avtaluni gekk hon í stuttum
út upp á at banna freon í
ma. køliskápum, fyri at verja
osonlagið, og hendan avtalan
hevur víst seg at virka sera
væl, tí tá var allur heimurin
við, og øll londini fingu nakað
burturúr at verða í samstarvi,
sigur Hans Ellefsen.
Ovfiska ein møguleiki
Í næstu greinini verður hugt
at staðfestingini um, at tað
er verri at gera avtalur, um
tað eru fleiri partar, sum
skulu semjast. Serliga verður
hugt at makrelinum, har tað
upprunaliga vóru trý lond
(EU, Noreg og Føroyar) og so
legðist eitt fjórða land afturat
(Ísland). Víst verður, at tað er
møguligt at gera eina avtalu,
um tað eru tríggir partar.
Men um ein fjórði kemur
inn, er tað júst nóg mikið til,
at tað loysur seg hjá minnu
pørtunum at bróta út úr
avtalunum. Minnu partarnir
í hesum sambandi eru Ísland
og Føroyar, og hesir fáa nú
meira við ikki at samstarva
enn við at samstarva, og tí er
tað ein orsøk hjá teimum at
bróta út.
Triðja greinin er um at
samanbinda fleiri avtalur, ið
sambært Hans ger, at tann
samlaða
avtalan
verður
meira stabil. Í ritgerðini verð
ur hugt eftir einari samlaðari
avtalu um sild og makrel. Ein
annar háttur at blanda onnur
viðurskifti uppí síggja vit
í dag tá EU til dømis roynir
at
gera
handilsforðingar
fyri Føroyar og Ísland, sum
kanska fær tvinga Føroyar
og Ísland at gera avtalu. Her
vil eitt størri land hava fyri
munir fram um eitt minni
land.
Í fjórðu og seinastu grein
ini verður hugt eftir, um sam
anhangur er millum stovns
stødd av makreli, og um
hann er í íslendskum sjógvi.
Síðan 2007 hevur stovns
støddin á makreli verið om
an fyri 3.5 milliónir tons
sambært ICES, júst somu
árini hevur makrelurin verið
í íslendskum sjógvi. Men
loysir tað seg hjá teimum
upprunaligu londunum (EU,
Noreg og Føroyar) at fiska
stovnin niður soleiðis, at
makrelurin ikki kemur í ís
lendskan sjógv? Her vísa úr
slitini, at tað í nøkrum førum
er eitt gott hugskot fyri teir
upprunaligu partarnar at
fiska stovnin niðurum 3.5
milliónir tons, tí so skal Ís
land ikki hava ein part.
Tragedy of the
Commons
Yvirorðnaði
spurningurin
er, hvussu avtalur kunnu
gerast, sum eru stabilar yvir
tíð. Stabilar avtalur eru tær,
sum ikki føra til ósemjur.
Ósemjur eru ikki góðar, tí
at ósemjur føra til, at tað
verður yvirfiskað, og at tað tí
verður minni til av fiskinum
í framtíðini.
– Í ritgerðini vórðu teir
pelagisku fiskastovnarnir í
norðuratlantshavið kannaðir,
tað er svartkjaftur, makrelur
og sild. Hesir virðismiklu
stovnar hava verið orsøkir til
ósemjur fleiri ferðir seinastu
árini, og eru Føroyar nú part
ar av ósemjum í bæði sild og
makreli, sigur Hans Ellefsen.
Orsøkirnar til ósemjurnar
eru ofta, at fiskastovnarnir
skifta ferðingarmynstur.
– Háttalagið (metodan),
sum hetta er greinað eftir,
er tann sokallað spælteoriin.
Spælteori er analysan av
interaktión millum partar.
Hetta er eitt øki innan bú
skaparfrøði,
sum
verður
brúkt, tá fleiri partar taka av
gerðir samstundis, og neyð
ugt er at hugsa strategiskt,
sigur Hans Ellefsen.
Spurningurin, sum verður
svaraður í spælteori, er, hvat
er besta strategiin hjá mær,
givið hvat hin parturin ger.
Serliga áhugavert í hesum
sambandi er tann sokallaða
»Tragedy of the Commons«
hjá Hardin (1968).
– Søgan stavar frá Ong
landi, har kýrnar vóru á ein
um felags øki, sum var alt
ov nógv troytt. Fyri tann
einstaka bóndan gav tað
meining, at lata allar kýrnar
koma á bøin, meðan fyri
allar undir einum var tað
best at avmarka atgongdina.
Hetta kann førast beint yvir
á fiskiskap og ovurfisking,
tí havið er at roknað sum
eitt felags øki, sigur Hans
Ellefsen.
Lønandi samstarv
Søguliga eru nógvar avtalur
gjørdar um felags umsiting
av havsins tilfeingi. Fyrsta av
talan varð gjørd millum fýra
partar runt um Stillahavið
longu í 1911.
– Hendan avtalan var
um kópar. Hon var sera væl
eydnað, tí hon helt í 70 ár, og
tá var eingin marknaður fyri
kópaskinni longur. Hendan
avtalan var gjørd soleiðis,
at hon gav øllum pørtunum
eina orsøk til at vera verandi í
avtaluni, og tí ikki bróta út úr
henni, sigur Hans Ellefsen.
Sambært spælteorini eru
tað fleiri treytir, sum skulu
vera uppfyltar, um tað skal
verða gjørligt at hava eina
avtalu millum partar.
– Fyrst av øllum skal tað
vera ein orsøk til at sam
starva, tað vil siga, at samlað
skulu partarnir fáa okkurt
burturúr at samstarva. Eis
ini er tað neyðugt, at hvør
partur í minsta lagi fær tað
burturúr, sum hann hevði
fingið uttan avtalu. Til sein
ast má byrgjast fyri at triði
partar kunnu undirminera
avtaluna, sigur Hans Ellef
sen.
Hann situr í dag í Fiski
málaráðnum við einari norð
urlendskari verkætlan, ið
kannar tilfeingisrentuna.
– Hetta er ein verkætlan, ið
millum annað skal staðfesta,
hvussu nógv skip skulu
veiða undir Føroyum, fyri at
fáa mest lønandi vinnuna,
sigur Hans Ellefsen, sum nú
kann kalla seg doktara í bú
skaparfrøði.
Hans skrivað ritgerð um
pelagiska kompleksið
14. mai vardi Hans Ellefsen doktararitgerð um »Pelagiska kompleksið« við Syddansk Universitet í
Esbjerg. Hetta er ein phd verkætlan, ið er gjørd yvir trý ár við universitetið, men meginparturin av
arbeiðinum er farið fram í Føroyum, umframt eitt tíðarskeið við universitetið í San Diego í California
Tað pelagiska
kompleksið
fatar um hesi trý
fiskasløgini: Sild,
makrel og svart
kjaft. Tey londini,
sum eru stranda
lond tá avtalur um
hesi fiskasløgini
verða gjørd eru
Noreg, EU, Ísland
og Føroyar (og
Russland fyri sild).
Fakta
Hans Ellefsen