mánadagur 3. juni 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
A
ftaná dystin millum B36 og HB í 10. Umfari
vóru aftur vónir um, at nú fóru havnarfólk
í størri tali at møta upp til heimadystirnar
hjá HB og B36, men nei sunnudagin aftaná
var aftur galið, sum tað hevur verið galið tey flestu
umførini til heimadystir hjá HB og B36 í Gundadali
undanfarnu árini. Ein grannauppgerð millum HB
og AB savnaði bara 300 áskoðarar í Gundadali. Og
tá var ein rættiliga fittur partur AB-áskoðarar, sum
fylgja liði sínum á útivølli, hóast úrtøkan bert hevur
verið tvey skallut stig. Hvat bagir havnarfólki?
HB spælir undir Oddbirni Joensen, sum venjara
málsóknan og undirhaldandi fótbólt, og liggur greitt
á odda í effodeildini. Og hetta er kortini ikki nóg
mikið til, at HB-áskoðarar koma niðan í Gundadal til
ein heimadyst hjá HB. Ikki er frægari hjá B36. Ì fjør
upplivdu spælararnir hjá B36 tann tort, at bert 38
gjaldandi áskoðarar vóru til dystin millum B36 og FC
Suðuroy. B36 hevur eitt spennandi lið við nógvum
góðum spælarum, men nógv B36-viðhaldsfólk
velja ikki at koma niðan í Gundadal at síggja B36
á heimavølli! Eru tað tær 80 krónurnar, sum eru
forðingin hjá havnarfólki at koma niðan í Gundadal
at hyggja eftir liði sínum? Er gírigheitin størri enn
hjartalagið? Ella eru fólk í Havn við árunum bara
blivin líkasæl, tá tað kemur til dystir í tí fremstu
fótbóltsdeildini? Ella er orsøkin, at HB og B36 hava
ov fáar í felagnum uppaldar spælarar á teimum bestu
mansliðunum, og tí halda familjurnar, vinirnir og
kenningarnir hjá hesum uppaldu spælarunum seg
burtur til heimadystirnar hjá B36 og HB? Hevur KÍ
nógvar heimaáskoðarar, tí klaksvíkingar kenna, og
eru í ætt við allar spælararnar á besta mansliðnum
hjá KÍ? Ella er orsøkin til fallandi áskoðaratalið í
Gundadali ein heilt onnur? Orsøkin má finnast, tí
vánaligu áskoðaratølini í Gundadali mugu betrast.
Kanska HB og B36, sum eina roynd burdu sett
atgongumerkjaprísin til 50 krónur, fyri at vita, um
tað hjálpir?
Eru fót
bóltshugað
havnarfólk
gírig ella
líkasæl?
www.ab.fo:
Í dag fingu vit eisini tikið ta nýggju og flottu máltalvuna í
brúk, so tað var stuttligt at síggja støðuna 3-1.
www.b36.fo:
So riggaði loksins at halda fast um eina leiðslu. Í Klaksvík
fekk heimaliðið ongan tíð veruliga fótin fyri seg, og so vóru
tvey mál nóg mikið hjá okkum.
www.nsi.fo:
TB lá eisini framvið í seinna hálvleiki og høvdu eisini góðar
støður, men blivu tó ongantíð veruliga vandamiklir. Alt í alt
ein javnur dystur, har eitt stig í part var á góðari leið.
www.eb-steymur.fo:
Men vit vildu tað øðrvísi! Vit vistu sjálvandi, at tað var trupult
at vinna á slíkum favorittum, so allar snildir máttu takast í
brúk.
www.svimjing.com:
Tey seinastu árini hava FM vinnarar svomið skjótari og
skjótari. Aftur í ár megnaðu FM vinnarar at svimja skjótari - í
miðal - enn árið fyri.
www.nordlysid.fo: (Samrøða við Páll Gudlaugsson)
- Eg haldi, at tað er átaluvert, at eingin av teimum 4
dómarunum sá, at eitt sólarklárt fríspark bleiv gjørt móti
Gunnar Christiansen við seinna málinum. Eg skilji ikki, hvussu
ein kann umganga at síggja hatta.
Heimasíðurnar skriva:
Ítróttar klumman
Heri Simonsen
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Uni Holm
Johannesen
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Talvan gekk á
Argjum í dag :-)
(AB-VÍKINGUR)
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Tað sigur Andreas F. Hansen,
sum
saman
við
Eyðuni
Samuelsen nú gevst at døma.
Teir hava í fleiri ár verið
okkara fremstu dómara við
altjóða
góðkenning,
men
nú er hugurin ikki til staðar
longur.
- Hetta árið hevur ikki
verið sum vit ætlaðu. Vit
hava dømt væl og tað fáa vit
svart upp á hvítt eftir hvørja
altjóða uppgávu, men vit eru
niðurraðfestir og fáa minni
og minni uppgávur, greiðir
Andreas F. Hansen frá.
Hann vísur millum annað
á, at tað er komin ein nýggjur
altjóða dómara ásetari til
altjóða dómarauppgávurnar
og hann hevur ikki eins stórt
álit á føroyska dómarapari
num. Eisini er tað ein trupul
leiki, at Føroyar eru so lítlar í
hondbóltshøpi.
- Føroyskur hondbóltur er
lítil í altjóða høpi og vit gera
eisini lítið um okkum við
eitt nú landsliðshondbólti.
Tí blívu tað torført at sleppa
framat, greiðir Andreas F.
Hansen frá.
Andreas F. Hansen er vón
brotin um gongdina hetta
seinasta árið.
- Ja, eg eri vónbrotin av
gongdini, tí vit hava dømt
væl, sigur Andreas F. Hansen,
sum
tó
sannlíkt
verður
at finna í føroysku hond
bóltsverðini, men ikki sum
dómari.
trondur@sosialurin.fo
Hugurin er ikki til
staðar longur
Andreas F. Hansen
Bayern Munchen vunnið “The Treble”Týska stórliðið
vann um vikuskiftið týsku steypakappingina við 3-2 sigri á
Stuttgart. Sostatt hevur Bayern Munchen vunnið “The Treble”.
Teir hava vunnið týsku landskappingina, Champions League
og nú týsku steypakappingina. Mario Gomez skoraði tvey av
málunum, meðan Thomas Muller skoraði tað triðja.