Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Nevndin í ÍSF heldur fram Pætur Albinus Í formansfrágreiðing síni legði ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen, fyrst dent á týd­ ningin at hava í huga, at úrvalsarbeiðið, ið sæst aftur í góðum føroyskum avrikum í altjóða kappingum, er treytað av einum breidd­ ararbeiði, sum í stóran mun gevur ítróttarfeløgum og ser­ sambondum ta sjálvbodnu arbeiðsmegina, sum heldur øllum ítróttararbeiði uppi. Víst varð á týdningin at geva øllum teimum, ið royna ítrótt sum børn ella vaksin, møguleika at íðka og á annan hátt vera við í ítróttaarbeiði alt lívið. Vilja hava skúlaítróttardag Í viðgerðini av samstarvi­ num við almennu myndug­ leik­arnar var dentur ser­liga lagd­ur á hækkaðu skattafríu veitingarnar, sum ítróttar­ feløg kunnu lata leiðarum, og serliga stuðulin, sum landsins myndugleikar lótu til før­oysku oyggjaleika­ luttøkuna á Bermuda. Eisini heitti Petur Elias Petersen á landsins mynd­ug­ leikar at taka uppaftur táttin við árligum skúlaítróttar­ døgum og at gera rørslu og ítrótt part av skúladegnum hjá øllum føroyskum næm­ ingum í øllum aldrum frá 1. til 10. flokk. Greitt var síðani frá før­ leikamenning og skeiðs­virk­ semi umframt ymiskum verkætlanum, sum Ítrótta­ samband Føroya hevur tikið lut í saman við øðrum stovnum og felagsskapum m.a. innan fólkaheilsu. OL og OyL 2012 var olympiskt ár, og tí varð greitt frá avrikunum hjá Páli Joensen og Ragnvaldi Jensen á Olympisku og Paralympisku Leikunum í London seinasta summar, og hvønn týdning luttøkan í stórstu úrvalskapping í heiminum hevur fyri føroyskan ítrótt. Oyggjaleikirnir fingu eis­ ini nógva umrøðu. Fyrireik­ ingarnar eru í hæddini til leikirnar á Bermuda, sum vera í døgunum 13.-19. juli. Um 100 føroysk ítróttafólk umframt leiðarar og venjarar fara at kappast á Bermuda. Føroysku ítróttafólkini fara at kappast í badminton, beach volley, fimleiki, flog­ bólti, fjallasúkkling, frælsum ítrótti, golf, skjóting, súkkling, tennis og triathlon. Síðani vórðu royndirnar at fáa leikirnar til Føroyar aftur umrøddar. Starvs­ nevndin í Altjóða Oyggja­ leika­felagsskapinum IIGA var og vitjaði í Føroyum í mars mánað í ár, og vóru tey vælnøgd við umstøðurnar hjá føroyskum ítrótti. Samstundis vóru tey fegin um at síggja, at umboð fyri almennu myndugleikarnar stuðla ætlanini at skipa fyri Oyggjaleikum í Føroyum í 2019. Endalig støða verður tikin um leikirnar í 2019 á aðalfundinum hjá IIGA á Jersey á sumri 2014. Nevndin heldur fram Nevndarval var eisini á skranni. Petur Elias Petersen heldur fram sum ÍSF-forseti. Næstformaðurin, Petur Ove Petersen, skrivarin, Anna Rein, og varalimurin, Tóra Øre Hansen, stóðu fyri vali, og vóru tey øll afturvald uttan mótvalevni. albinus@sosialurin.fo Ítróttarsamband Føroya hevði fríggjadagin aðalfund, har øll nevndin varð afturvald FSF-forsetin nevndarsess í FIFA Á árliga aðalfundinum hjá fótbóltssamgonguni, FIFA, sum var fríggjadagin, varð FSF-forsetin, Christian F. Andreassen, valdur í yvirkærunevndina. Hann er ein av tveimum, sum fara at umboða UEFA í hesi nevndini. Yvirkærnevndin hjá FIFA tekur støðu til kærur, sum aganevndin og etiska nevndin taka. Nevndin er hægsti dømandi myndugleikin í FIFA. Føroyskir tennisleikarar til Bermuda Fyri fyrstu ferð í mong ár verða Føroyar umboðaðar í tennis á oyggjaleikum. Hetta verður við leikirnar á Bermuda í summar, tá ið Pætur M. Dahl, Jón Brekku, Martin N. Simonsen, Rói Agnarsson og Hjalti Jacobsen skulu umboða Føroyar. Verandi føroyameistarin, Pætur M. Dahl, er leikandi landsliðsvenjari og tekur sær av fyrireikingunum. Nýggj feløg kós ímóti 1. deild Fótbóltur: Í 2. deild hjá monnum er kappingin um uppflyting sera tøtt, og lættliga kann tað enda við, at eitt nýtt felag kemur í næstbestu deildina Pætur Albinus Undrið ella nýliga samanlagda felagið Giza/Hoyvík liggja bæði væl fyri í kappingini um at tryggja sær uppflyting til næstbestu deildina. Hesi bæði feløgini býta í løtuni triðja plássið ímillum sín við 16 stigum, sum eru stig aftanfyri oddaliðið, AB, og eitt stig aftanfyri NSÍ, sum er á næstfremsta plássi. Sum støðan er í løtuni, og væl hugsandi kann vera tann sama við endan á árinum, so flytir eitt av nýggju havn­arfeløgunum upp. Hetta kemst av, at avgjørda botnliðið í Effodeildini, AB, tekur sessin í næstbestu deildini heldur enn at næstbesta lið felagsins flytir upp.  Um hetta gerst støðan, fellur uppflytingin bronsu­ vinnaranum í 2. deild í lut. Giza/Hoyvík og Undrið hava í løtuni heili fimm stig niður til liðið á 5. plássi, sum er ÍF. albinus@sosialurin.fo