Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-06-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. juni 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur kappróður Gullið fór kring alt landið að gekk væl at avgreiða kappróðurin á Norðoyastevnu. Klokkan var fimm, tá ið 10-mannaførini fóru um málið. Merkisvert hesa ferð var tað, at 6-mannaførini við monnum kappaðust á 1000 metrum og ikki á 1500 metrum. Norðanstevnuróðurin: Kvinnurnar á Jarnbardi vóru tryggasti vinnarin av øllum, í ársins fyrsta FM kappróðri, tá ið sigrarnir fóru kring alt landið. Tvey sett at gullkrónum fóru til Suðuroyar, eitt til Fuglafirðar, eitt á Glyvrar, eitt til Vestmanna, eitt á Argir, eitt til Róðrarfelagið Knørr og eitt til Havnar Róðrarfelag Jóannes Hansen Tað eru sigrarnir, sum bera við sær, at áhugin fyri ítrótti verður kveiktur og økist. Soleiðis plagar at verða tik­ ið til. At tað er sannleiki í hesum sæst aftur í, at í feløgunum og bygdunum, har bátarnir vinna, verður nógv gjørt burturúr, tá ið sigursharrarnir koma til hús aftur. Nógv fólk savnast, og yvir einum kaffimunni og heimabakaðum køkum og kanska eisini einum talerki av suppu verður róðurin viðgjørdur og endavendur, og tað verður so at siga róð aftur á aftur gamlar dagar og stór avrik. 6 mannafør menn Soleiðis var tað leygarkvøldið í fleiri neystum kring landið. Eitt nú á Glyvrum, har fag­ naðurin var øgiligur um, at tað hevði eydnast monnunum á Sølmundi at vinna. Undir­ tøkan í sigursvanda og stóra felagnum á Glyvrum hevur seinastu árini ikki verið tann, sum hann plagdi at vera. Nú eru tey á veg úr aldudalinum, men tað var ikki akkurát, sum tey høvdu ætlað, at tað skuldi verða, tá ið tað ikki eydnaðist at manna Eysturoyingin í ár. Tað eydnaðist heldur ikki at manna 8-mannafarið Heiðabátin, sum tey tó vóna kanska fer at vera við í onkrum kappingum seinni í ár. Við blaðungum monnum eydnaðist tað at manna 6-mannafarið Sølmund við monnum. Einki felag átti so nógvar manningar í Klaksvík leygardagin sum Kapp­róðr­ arfelagið NSÍ á Glyvrum, og tað var týðuligt leygarkvøldið, at sigurin hjá monnunum á Sølmundi smakkaði væl. Onkra staðni millum hund­r­ að og tvey hundrað fólk møttu upp í neystinum at fagna sigursharrunum, og tað var meiri enn eina ferð at hoyra, at næsta ár skal 10-mannafarið Eysturoyingur ikki standa so svinnur og forfjónaður á lunninum, tá ið hinir gulu bátarnir fara á Norðoyastevnu at vísa seg fram og í kapping bjóða klaks­víkingum, havnar­monn­ um og ikki minst suður­oy­ ingum av. Kappingin hjá Sølmundi var øgilig við teir í høvuð­ sstaðnum. Saman við Gong­ urólvi og Jarnbardi kom guli báturin skúmandi fram ímóti málinum. Munurin kendist at vera millum lítil og eingin, men á málstrikuni var Sølmundur skutin undan Gongurólvi, sum bara var eina negl ella so frammanfyri Jarnbard. Teir umborð á Gongurólvi hava áður staðið seg væl við Sílinum, og hetta árið verður roknað sum lopfjøl at manna Havnarbátin við nýggjum ættarliði. 6 mannafør kvinnur Tað hava ofta verið fleiri luttakarar í kappingini í størstu bátastøddini, har kvinnurnar kappast, men hesa ferð luttaka bara fýra 6-mannafør við kvinnum. Jarnbardur hevur ofta vunnið, og eftir avrikið á Norðoyastevnu er sera ilt at ímynda sær, at nakar bátur skal gera nakað sum helst við bláa bátin hjá Róðrarfelagnum Knørri. Jarnbardur kom á mál meiri enn tjúgu sekund fram­ manfyri Rádna úr Fuglafirði og Lóm av Argjum, sum vóru í tættari kapping um næstfremsta plássið, meðan Sølmundur var væl aftari. Tær á Jarnbardi plaga at vera óførar at seta sær sjálvum mál og nýggjar av­ bjóðingar, og soleiðis verð­ur tað eisini í ár, hóast sigrarnir ivaleyst verið nógvir og stórir. Blái báturin kennist altíð at vera bestur, og soleiðis er tað oftast, tá ið Knørra kvinnurnar bjóða seg fram. Kortini eru tað nú nøkur ár síðani, at tær luttóku alt kappingarárið og vunnu