mánadagur 3. juni 2013síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. juni 2013 · Nr. 62
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
NSÍ
0 (0)
TB
0 (0)
Tróndur Arge
Tað ljóðar ikki heilt rætt.
Tú kanst ikki vinna 0-0. Tað
ljóðar heldur ikki rætt um
tú hyggur eftir stigatalvuni,
tí tað eru fá stig, ið skilja lið
ini. Hyggur tú hinvegin eftir
stigatalvuni í 2007, so var
NSÍ FM vinnari, meðan TB
endaði nummar fýra í næst
bestu deildini – 26 stig aftan
fyri nummar eitt.
Fyri trimum árum síðani
vóru tað bara tey mest bjart
skygdu viðhaldsfólkini kring
felagið, ið mettu, at TB hevði
nakað sum helst at gera í
bestu deildini. Best var bara
at leggja saman við FC Suð
uroy søgdu fleiri.
Í so máta er tað ein sigur
fyri TB, at felagið í gjár uttan
stórvegis hóvasták megn
aði at fáa stig móti NSÍ á
útivølli, og ongin sær nakað
óvanligt í tí. Tað er ikki
nøkur yvirskrift longur, at
TB fær stig . Heldur ikki, um
teir fáa tað á útivølli móti
einum av størru feløgunum
í landinum. So langt er TB
komið í ár.
Teir eru átta stig frá
niðurflytingini
og
bara
fimm stig frá silvurheiðurs
merkinum. Í so máta vann
TB 0-0 við Løkin í gjár.
TB omaná í fyrra
hálvleiki
Í fyrra parti av fyrra hálvleiki
var vóru gestirnir av Tvør
oyri omaná. Miðverjan við
Óla Johannesen og Baba
car Ndiour tók sær av
verjupartinum, meðan Rógvi
Joensen, Ndende og Nicky
høvdu
takið
á
miðvølli
num, meðan U21 landsliðs
framherjin, Poul Ingason,
legði stórt trýst á verjuna
hjá NSÍ.
TB
hevði
fleiri
skot
á mál áðrenn NSÍ hevði
sína fyrstu roynd. Serliga
Poul Ingason vísti styrki
í nærdystinum, har hann
eisini vann luftdystir móti
Pól Jóhannus Justinussen,
sum má mestast millum teir
sterkastu í luftspælinum í
føroyskum fótbólti.
Sum hálvleikur gekk fekk
NSÍ betri fatur á spælinum
og kom til størsta møgu
leikan í fyrra hálvleiki, tá
Árni
Frederiksberg
sendi
bóltin innfyri til Andy Olsen,
sum tætt undir málinum
skjeyt uppum.
Samanumtikið var TB
omaná í fyrra hálvleiki og
hevði fleiri royndir, meðan
Andy tó hevði tann størsta.
Lítið spæl í seinna
hálvleiki
Seinni hálvleikur var lítið
hendingaríkur og tað var
lítið av góðum bóltspælið.
NSÍ spældi beinleiðis álops
fótbólt har miðjan verður
lopin um. TB megnaði ikki
minni mun at koma til góð
ar royndir, hóast teir komu í
onkrar góðar støður. Vanda
miklasta møguleikan mundi
Klæmint Andrasson Olsen
fáa, tá hann við handari
stong fekk fótin á innlegg,
men í evstu løtu kom verju
spælari fyri.
Seinni parturin av sein
ni hálvleiki hevði lítið upp
á seg. NSÍ rann seg í rang
støðufelluna
fleiri
ferðir,
meðan TB ikki megnaði at
fáa takið á millum annað
Pól Jóhannus Justinussen í
nærdystunum, tá teir sendu
bóltin fram.
Ongin vanlukka
fyri NSÍ – ein
staðfesting fyri TB
Fyri NSÍ kemur javnleikur
ikki beinleiðis væl við, men
havandi í huga, at teir spældu
mikukvøldið í steypakapp
ingini, so er eitt stig ongin
Vøllurin í Runavík skiftast Tað kemur føroyskum
fótbólti og ikki minst NSÍ til góðar, tá vøllurin við
Løkin í Runavík í summar verður skiftur. Tað ber
als ikki til at spæla á vøllinum og tað ger næstan
allar dystirnar rótutar. Vit gleða okkum!
H E S A V I K U N A
fótbóltur effodeildin
Kristian Joensen: 4
Helt málið reint. KOm út til fleiri
innlegg og boksaði vekk og
bjargaði teimum møguleikinum,
ið TB hevði.
Monrad H. Jacobsen: 3
Stóð seg væl í verjustøðu og
sjáldan komu álopini hjá TB
gjøgnum hjá honum. Var ikki
so nógv at síggja í framrættaða
spælinum.
Pól Jóhannus
Justinussen: 4
Hevði trupulleikar av Poul
Ingason í luftspælinum í fyrra
hálvleiki, men spældi annars
sannførandi í verjupartinum og
hevði onkra roynd móti málinum
eftir deyðbóltar.
Jónhard Frederiksberg: 3
Var fluttur inn í miðverjuna, tí
Jens Joensen ikki er tøkur. Spæli
sum so ein fínan dyst. Er ikki
upprunaligur miðverji, men tað
sást ikki aftur á vøllinum.
Einar Tróndargjógv: 3
Átti lut í fleiri av málroyndunum
hjá NSÍ. Hevði tvey skot og
hevði frísparksinnlegg og long
innkøst. Var ikki eins sannførandi
í verjustøðu.
Magnus H. Olsen: 2
Var næstan ikki á bóltinum og
tað var ikki hansara skyld. NSÍ
leyp miðjuna um í uppspælinum
og tað gjørdi, at Mangus og
hinir á miðvøllinum næstan ikki
fingu bóltin. Hevði eina ferð ein
frálíkan møguleika at send Jann
Martin í góða støðu, men sá
tað ikki.
Andrass Frederiksberg: 2
Eins og Magnus, so var hann
næstan ongantíð á bóltinum.
Taptið slagið móti Ndende, Nicky
og Rógva Joensen. Varð útskiftur
í seinna hálvleiki.
Árni Frederiksen: 4
Millum teir bestu hjá NSÍ. Hevði
fleiri góðar dribblingar og
innlegg, men einki bleiv umsett
til mál. Millum teir vandamiklastu
á vøllinum.
Jann Martin Mortensen: 4
Spældi á framrættaða
miðvøllinum og var lívligur. Hann
rann seg fleiri ferðir í góðar
støður, men fekk ikki røttu
bóltarnar at arbeiða við. Millum
teir besti hjá NSÍ.
Andy Olsen: 2
Var ikki so sjónligur sum hinir
báðir á framrættaða milvøllinum.
Hevur ikki sligið til í NSÍ síðani
hann kom aftur frá KÍ. Megnaði
ikki at seta sín dám á dystin í
gjár.
Klæmint A. Olsen: 3
Var einsamallur í álopinum,
men royndi at arbeiða hart.
Kláraði nakrar ferðir at fáa fatur
á torførum bóltinum og var
bara millimetrar frá at snýta
rangstøðufelluna hjá TB.
Avrik: tøl 1 til 6 TB vann 0-0
Tvøramenn hava eftir 12 dystir
prógvað, at teir hoyra heima í
bestu deildini. Tað gjørdu teir
við einum flottum avrikið í
Runavík. Í so máta vann TB 0-0